Vindurin blæsur, hvar sum hann vil er heitið á stóra málninginum hjá Anker Mortensen. Heitið er tikið úr triðja kapitili í evangeliinum eftir Jóhannes, har sagt verður frá um hin spyrjandi Nikodemus, sum í áttanda ørindi fær hesa poetisku útgreining frá Jesusi:
”Vindurin blæsur, hvar sum hann vil, og tú hoyrir dunið av honum; men tú veitst ikki, hvaðan hann kemur, og hvar hann fer; soleiðis er tað við einum og hvørjum, sum er føddur av andanum.”
Fleiri málningar hjá Anker, sum ymisk ár eru málaðir í ymsum støddum, hava hesi inngangsorð sum heiti. Hesin er málaður í 2009 og mátar 140 x 140 cm.
Í bókini Livandi list (2008) brúkar Inger Smærup hugtakið anima um listina hjá Anker.
Greitt er at myndlistin hevur stóran fólksligan áhuga. Neyvan er nakað land, har fólkið hevur so stóran áhuga at fáa føroyska nútíðarlist á veggin, sum í Føroyum.
Lukkutíð eru eisini arbeiðspláss, ið síggja ágóðan í at fáa føroyska list á veggin.
Mítt arbeiðspláss, Nám, hevur í nøkur ár havt málningar til láns frá Føroya Banka savninum, sum Helgi Fossadal umsitur. Í nógv ár eru fleiri málningar komnir fólki til gagns í fleiri skrivstovum. Tá hesin varð tøkur, vildi eg hava hann á mín vegg.
Havi havt til sport at fotograferað fólk, tá tey ganga inn í málningar, tá framsýningar lata upp í Listaskálanum.
Sum takk fyri síðst varð tað í hesum føri starvsfelagin Árni Øregaard, ið avmyndaði meg fyri málninginum hjá Anker, sum húsavørðurin, Andrias Holm, hongdi upp.
Ikki tí, Býarbókasavnið hevur eisini eina skipan, har vit kunnu fáa trý innrammað prent, ið eru gjørd á Steinprenti, til láns í tríggjar mánaðir, sum var tað ein bók.
Vælferðarsamfelagið hevur nógvar ágóðar.