Undir heitinum Purple Rain, ið sipar til kendasta sangin hjá Prince, sum nú hevur fjøruti ár á baki og rakk heilt inn í dansbanda sjangruna, bjóðar Steinprent til framsýning við nýggjum málningum hjá Hansinu Iversen (f.1966) fríggjadagin klokkan 16:
- Til framsýningina Purple Rain hevur Hansina Iversen serliga arbeitt við kobolt violettum, ið er ein serstakur litur - kostnaðarmikil, tí hann er sera konsentreraður og ljósektaður. Við litinum arbeiðir listakvinnan bæði í dýpdini og á yvirflatanum á løriftinum. Purpurlitti, violetti, bláreyði, lilla liturin hevur sína egnu listasøgu, har hann gjøgnum øldur hevur verið knýttur at konga- og keisaratign, at kirkju og at gandi. Violett sameinir kalt og heitt, andligt og holdborið, bláan himmal og reytt blóð. Purple Rain merkir violett regn og er jú eisini heitið á eini slóðbrótandi poppútgávu hjá Prince í 1984.
Gitt hevur verið um eksakta týdningin í sangheitinum hjá Prince (1958-2016). Orðabókatænastan YourDictionary, sum hevur verið á netinum í meir enn tvey áratígggju, sigur at "Purple rain is a deep longing or desire that will likely not be met. An example of purple rain is a woman being desperately in love with a married man." Hetta hongur væl saman við, at Prince ætlaði at Stevie Nicks í Fleetwood Mac skuldi syngja sangin, sum var um longsil, ið er afturvendandi tema í countrysangum.
Um týdningin í sangheitinum hjá Prince, skrivaði New Musical Express í 2012, at upphavsmaðurin sjálvur eisini sipaði til tað eskatologiska, tá hann segði, at "When there’s blood in the sky - red and blue = purple.. purple rain pertains to the end of the world and being with the one you love and letting your faith/god guide you through the purple rain".
Hansina Iversen fekk í fjør Mentanarvirðisløn landsins. Í grundgevingini segði Sirið Stenberg, landstýriskvinna, soleiðis:
"Listakvinnan Hansina Iversen hevur víðkað hugtakið um, hvat føroysk málningalist er og kann vera. Hennara støðuga menning og endurnýggjan vísir, at hon er ein listamálari í fremstu røð, og hon er eisini nógv umbiðin bæði uttanlands og her heima. Listakvinnan hevur seinastu árini loyst týdningarmiklar uppgávur og hevur sýnt fram bæði í Føroyum og uttanlands, t.d. í París og í Keypmannahavn.
Hansina Iversen arbeiðir við nonfigurativari list og verkum, ið eru droymandi og poetisk við samansettum litflatum. Hennara málningar og steinprent eru hugtakandi á ein serstakan hátt. Tað er ein serlig kvirra og friður yvir verkunum hjá henni, hóast litir og skap mangan standa í andstøðu hvørt til annað. Verkini byggja á sansan, har litirnir eru tað, sum er tað mest eyðkenda. Í verkunum kannar listakvinnan tað abstrakta, ikki náttúru ella umhvørvi, men heldur linjuna og litirnar.
Fyri sínar eyðsýndu listarligu gávur og tey mongu listaverkini, hon hevur evnað til hegnisliga, fær Hansina Iversen Mentanarvirðisløn landsins 2022."