Skip to main content

Posts

Showing posts with the label søga

Bankatoskur á høgum stigi

Jógvan Steingrím Rasmussen, høvuðskokkur, er fremstur í liðnum í køkinum í Áarstovu, nú borðreitt verður við bankatoski. Hinir á køksliðnum eru frá vinstru Hjalmar, Jónas og Magni. - Uttan teir, matstovuleiðaran John, tænararnar og hesar fantastisku karmar, sum søguligu húsini eru, bar hetta ikki til, tí hetta er eitt felags avrik, sigur Jógvan, sum í fjør flutti heim úr Danmark, har hann hevði egna matstovu. Eg kenni hann sum Stóra Jógvan, tí hann er uppvaksin í Tórsbyrgi, har ein annar Jógvan er, okkara Lítli Jógvan, kallaður. Um aldarskiftið skrivaði mamman, Valborg, saman við Sigrid Dalsgarð, bókina Maturin , sum Skúlabókagrunnurin gav út, beint eftir at tey eisini høvdu givið út Grønu og Reyðu Døgurðabókina hjá Mariu Vilhelm úr Vestmanna. Nú er aftur toskur á Bankanum. Tað vóru tíðindini í vikuni, eftir at havrannsóknarskipið Jákup Sverri var komið aftur av Føroyabanka.  - Serligi toskastovnurin á Føroyabanka er komin fyri seg aftur. Tað er niðurstøðan hjá Havstovuni eftir nýggja

Hvør sangur er bestur?

Við ársenda taka vit saman um. Tað gera øll. Eisini starvsfólk, sum fáast við sangtekstir av øllum handa sløgum, summi ið bara lurta til gerandisbrúk og onnur, ið syngja í kóri innan og uttan kirkjugátt.  Men henda dag vildu vit røkka longur og gera eitt meira varandi yvirlit, nakað sum indiánarin, Unkas hjá Chingachgook, ið tók knívin fram og høgdi í stóra steyran við litaðu skurðmyndunum, sum eru verndardýr, ið skríða fram eftir jørðini og vit sjálvdan geva okkum far um. Vit gjørdu ein sang-totem-pela. Hvussu langt upp á steyran kunnu vit seta bestu føroysku sangir? Og hvørjir eru teir niðastu? Og hvat er tað, sum gera av, hvør plaseringin er? Eftir fleiri umskrivingar kom eitt slag av semju um bestu og ringastu sangir á talvuna. Sálmar hildu sær ovast á øllum variantum av listunum, tí at sangbøkurnar eru nógvar, og í stóran mun hava tær skapt málið, tann hjá Brøðrasamkomuni, sum kallast sangbók og ikki sálmabók, hóast hon í fleiri førum er identisk við Sálmabókina, er hin størsta í

Frá lynsjing til skúladráp

Saman við essayistinum Frank Wu arbeiðir fotografurin Benjamin Rasmussen, sum sæst omanfyri, við bókini The Good Citizen , ið kavar í eitt amerikanskt tjóðskaparligt trauma, og leitar eftir ábendingum og orsøkum til ógvusligu skottilburðirnar, sum síðan 1999, hava fingið tilsipandi heitið, evfemismuna, Columbine , sum í dag merkir skúladráp, school shooting.  Í bókini hevur Benjamin avmyndað Sue Klebold, ið er mamma annan drápsmannin. - The guilt one feels doesn’t fit in a room, it’s so huge, sigur mamman.  - Við undirheitinum "Photographs and essays exploring how American society came to be what it is today", hyggja vit í bókini The Good Citizen eftir sambandinum millum søguliga harðskapin í lynsjing í amerikansku suðurstatunum, og hvussu tann atferðin flutti inn um dyrnar í skúlanum og skapti skúladráp. Tað var í eini grein í Rolling Stone, at eg varnaðist bókina hjá Benjamin. Kenda amerikanska tónleikablaðið hevði portrettmynd av yvirlivaranum Ivy Schamis, sum Benjamin he

Holodomor 90 ár

Var tað ikki fyri ein holocaust yvirlivara, so var 44 ára gamli forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, ikki til. Tí er løgið, at russiski nýdespoturin, Vladimir Putin, velur at leggja so hart út við nazikortinum, fyrst at verja egnar russar, sum hann sigur vera fyri fólkadrápi, genocide , sum í nazitíðini, har eysturi í Ukraina, og síðan sjálvur í talum til allan heimin at karaktermyrða ukrainska forsetan og hansara fólk í Kyjiv sum nazistar og narkomanar.  Og varð tað ikki nóg mikið, so eru í ár 90 ár síðan klassiski despoturin, Josef Stalin, setti holodomor , hungurðsmorð, í verk í Ukraina, at breyðføða egnar hermenn.  Hesin skipaði kornstuldur úr Ukraina elvdi til hungursneyð, sum kostaði í minsta lagi hálvari fjórðu millión ukrainum lívið, og síðan hevur verðið rópt holodomor, sum uppslagið omanfyri úr Collins Dictionary sigur.  Og var tað ikki fyri walisiska journalistin Gareth Jones (1905-1935), sum doyði 29 ára gamal í innara Mongolia, so varð ikki grett um søguligu valdsgerði

Millum Satan og veruleikan

Nú fyllir Útvarpið 65. Tað hevur fylgt mær alt lívið, og 20. juni nái eg, um Gud vil, sama aldur. Eg eri útvarp og eingin annar stovnur hevur myndað meg so nógv sum føroyska Útvarpið. Ja, eg kann enn finna uppá at siga ”í útryðjuni av býnum, har norðuri í landinum”, bara tí at soleiðis segði Útvarpið. Tað skapti ein resonans, sum gekk í eitt við føroysku fólkasálina. Nú eg longu havi nomið við Satan, Gud og sál, er tað serstakliga spennandi, at Hanus Kamban hevur eina tíðargrein í dagsins Dimmu um Útvarpið. Á sama hátt sum Dimma eisini fær Jóanes Nielsen at skriva ógloymandi idigneraðar tíðargreinar, sum glógva í tíðini, greinarnar. Fyrr var Gunnar Hoydal, sáli, ein triði meistari í sama blaði, kanska hin fyrsti, skulu vit gera ein tignarstiga, og so Oddvør Johansen eisini. Grundin til at eg nevni hetta er tann, at tað hvílir ein redaktionell ábyrgd á øllum miðlum. Bert fáir gera nakað við tað. Hanus nevnir í dagsins tíðargrein øll tey væleydnaðu avrik, sum Útvarpið hevur drigið í la

Hvat hevði tú gjørt?

Vit hava ikki havt kríggj síðan týskurin legði Danmark undir seg, og sambandið helt uppat. Samstundis vórðu vit hersett av bretum, sum fluttu okkum inn í samtíðina. Hóast ráðini vóru til tað, varð eingin loysing eftir kríggið, tí alt varð sollað burtur til rustikustar. Hvat hevði tú gjørt, um tú hevði ræðið á virðunum og ússaligu keyparunum hesa tíðina? Hvat hevði tú gjørt, um tú vart við, og slapp at sita á fyrstu parkett til samráðingarnar, tá løgmaður í landsins tænastu koma heim aftur við Føroya fyrsta radara, alt fyri pensión, sum kanska kundi brúkast hálva øld seinni? Hvat høvdu tit gjørt, Espersen og Vestergaard? Annar heldur, at teir hava longu goldið alt fyri okkum, so vit skulu bara mukka rætt sum ein nýfunnin flúrur í Norðurhøvum. Hin heldur, at vit hava ongar fíggindar, so tørvurin á at fáa nakran at verja okkum við einum nýbygdum radara móti russarum er absurdur. Russar eru okkara týdningarmestu handilspartnarar. Meðan eg væl skilji fyrra útspælið - tað er vanliga óbarbera

Strikaður maður

Tilgjørt klipp úr Dimmu í dag Hesin maður strikaði 77 nøvn fyri tíggju árum síðan. Tey koma aldrin aftur. Strikaði, eru tey. Nú hevur hann strikað sítt egna navn og byrjar av nýggjum, so sum rættarsamfelagið tryggjar honum. Vit eru jú siviliserað fólk í heimsins ríkasta horni, og sum okkara fremsta skald sigur: Í himni er eitt heilt serligt fat til ávís fólk at vaska sær hendurnar í. Hóast vit ikki hava fyri neyðini at dyrka tílík tjóðskapar-rasistisk übermensch hugtøk, sum inngangspersónurin ger, so vil han verða fríkendur í heimlandinum, tí tey 77 komu á hansara leið og gjørdu hann radikalan.  - Eg eri ofrið, sigur hann, ússaligi vesalamaðurin, so eg veruliga taki synd í honum.  Tá rættarframløgan byrjaði vóru fleiri norskir miðlar, ið sendu beinleiðis, tí einki er sum ein góð konflikt. Hon selur væl. Og henda er grundbreaking eksistentialistisk søluvøra. Men Verdens Gang, VG, steðgaði valdsforherligandi propagandaiini hjá norðmanninum, sum tey tó velja at navngeva, so tíðindaflutni