Hesin maður strikaði 77 nøvn fyri tíggju árum síðan. Tey koma aldrin aftur. Strikaði, eru tey. Nú hevur hann strikað sítt egna navn og byrjar av nýggjum, so sum rættarsamfelagið tryggjar honum. Vit eru jú siviliserað fólk í heimsins ríkasta horni, og sum okkara fremsta skald sigur: Í himni er eitt heilt serligt fat til ávís fólk at vaska sær hendurnar í. Hóast vit ikki hava fyri neyðini at dyrka tílík tjóðskapar-rasistisk übermensch hugtøk, sum inngangspersónurin ger, so vil han verða fríkendur í heimlandinum, tí tey 77 komu á hansara leið og gjørdu hann radikalan.
- Eg eri ofrið, sigur hann, ússaligi vesalamaðurin, so eg veruliga taki synd í honum.
Tá rættarframløgan byrjaði vóru fleiri norskir miðlar, ið sendu beinleiðis, tí einki er sum ein góð konflikt. Hon selur væl. Og henda er grundbreaking eksistentialistisk søluvøra. Men Verdens Gang, VG, steðgaði valdsforherligandi propagandaiini hjá norðmanninum, sum tey tó velja at navngeva, so tíðindaflutningurin ikki verður ov abstraktur.
Hetta við tí ónevniliga, samfelt at lata alla kraft renna úr einum potentum mansnavni, at verða gjørdur ónevniligur, marginaliseraður til eitt no no orð og dømdur at ganga sum eitt friðleyst taboo til enda jarðarinnar, er tað mest hugtakandi eg havi upplivað.
Tað kom fyri ein dag, tá Elsa Susanna Dalsgarð, sum nýliga varð flutt úr Noregi, innleiddi one take filmin hjá Erik Poppe Utøya 22. juli í Filmsfelagnum í mai 2018. Djúpt rørd legði hon eina við, ikki at nevna navnið á illgerðarmanninum. Strikaður, varð hann fyri fulsetta salinum.
Hinvegin, hetta við at strika, annihilation, förintelse, er kjarnin í teim søguligu veruleikum, vit verða mint á í hesum mánað, sum markerar altjóða holocaustdagin.
Á ráðstenuni ReAct í Svøríki í oktober í fjør setti svenski forætisráðharrin, Stefan Löfven, stevnuna, við at minna á, at í dag liva vit í skugganum av teirri tileinkisgerð, sum á ymsan hátt tekur seg upp og fær pláss í almenna rúminum, at tileinkisgera nazistisku jødatýningina undir krígnum. Tí eiga vit at herða stríðið móti antisemitismu og líknandi forfylging og fólkamorðum, sum ikki steðgaðu við krígslok í 1945, men er ein svullur, ið tekur seg upp og brestur við jøvnum millumbilum, har sum vit ikki væntaðu tað. Upplýsing og aftur upplýsing er einasta fyribyrgandi loysnin.
Holocaust dagin í ár er Armenia og armenska fólkadráðið í 1915 evnið í føroysku skúlunum.
Nie wieder, ongantíð aftur, sum tað stendur á so ymsum støðum, sum minnissteininum fyri Hitler, har hann varð føddur, Nie wieder Faschismus, og á plaktini, sum Käthe Kollwitz teknaði í 1924: Nie wieder Krieg.