Nú fyllir Útvarpið 65. Tað hevur fylgt mær alt lívið, og 20. juni nái eg, um Gud vil, sama aldur. Eg eri útvarp og eingin annar stovnur hevur myndað meg so nógv sum føroyska Útvarpið. Ja, eg kann enn finna uppá at siga ”í útryðjuni av býnum, har norðuri í landinum”, bara tí at soleiðis segði Útvarpið. Tað skapti ein resonans, sum gekk í eitt við føroysku fólkasálina.
Nú eg longu havi nomið við Satan, Gud og sál, er tað serstakliga spennandi, at Hanus Kamban hevur eina tíðargrein í dagsins Dimmu um Útvarpið. Á sama hátt sum Dimma eisini fær Jóanes Nielsen at skriva ógloymandi idigneraðar tíðargreinar, sum glógva í tíðini, greinarnar.
Fyrr var Gunnar Hoydal, sáli, ein triði meistari í sama blaði, kanska hin fyrsti, skulu vit gera ein tignarstiga, og so Oddvør Johansen eisini.
Grundin til at eg nevni hetta er tann, at tað hvílir ein redaktionell ábyrgd á øllum miðlum. Bert fáir gera nakað við tað.
Hanus nevnir í dagsins tíðargrein øll tey væleydnaðu avrik, sum Útvarpið hevur drigið í land, altso í tí týdningi at hepnast og turrskøddur fáa ætlaða fongin í land, leggja hann upp og gera hann umsetiligan millum fólkið, presumptiva kundaskaran, millum fjals og fjøru.
Í flestu førum, men avgjørt ikki øllum, eri eg so púra samdur við Hanusi, tá umræður tjóðarbyggjandi og tilvitskuvíðkandi sendingar gjøgnum øll hesi Útvarpsárini.
Minst nøgdur eri eg við manglandi avrikið at skapa sendingar, sum í dialogformi lýsa aktuell viðurskifti her og úti í heimi, so sum stóra móðurvarpið, BBC, hevur hepnast við Hardtalk, og DR við Deadline. Tíðindaparturin, um hann so er heilaleyst endurgevandi frá danska Ritzau ein sunnudag klokkan tíggju, ella reflekterandi við støði í øllum atkomuligum keldum, og føroyskt mæltum eygnavitnum á staðnum í eini brúkiligari telefonlinju, so vit hoyra, hvat sagt verður, hann manglar, so tað stendur eftir í.
Men mest hugfarsligt, og ikki sørt leikandi stuttligt, haldi eg endan á tíðargreinini hjá Hanusi verða, tá hann ger skilnað millum tað humanistiska og tað svávuldjevulskt forkynnandi, sum prædikumenn ikki kunnu halda seg frá, serliga tá teir fara uppí politikk at vinna sálir fyri menniskjaflokkin.
Men vit eru so ymiskt til aldurs, at eg seti eitt nýtt evni inn í júst hetta tíðar- og tilvitskugloppið hjá Hanusi.
Samstundis, sum eg taki undir við tær í avnoktanini av Satan, haldi eg tað vera so ómetaliga stuttligt at eygleiða, tá Louvin Brothers undir kalda krígnum, sum legði grund undir føroyskt sunnudagsskúlavirksemi, syngja av hjarta um Satan, og tvey ár eftir at Útvarpið bleiv til, geva eina heila LP plátu út við indiskutabla menniskjaheitinum Satan is Real.
Tað var av hesi plátu, at Gram Parsons lærdi seg ”The Christian Life” og fekk umvent The Byrds at spæla bluegrass á Sweetheart of the Rodeo (1968), sum helst er ein av bestu LP plátum úr vinyli. Í hvussu er í mínum savni.
Men tá The Byrds hetta sama árið fóru til apartheidlandið Suðurafrika at spæla, millumlendu teir í London, og vórðu bodnir heim til døgurða hjá Keith Richards og teimum í The Rolling Stones. Bara Gram Parsons lat seg umvenda, tá bretsku asfaltsrokkararnir, The Street Fighting Men, ráddu amerikansku flower power lagsbrøðrunum frá at fara hagar at spæla. Tí noyddust The Byrds at finna ein nýggjan mann, skuldi ferðin halda fram. "My man", sum Eagles syngja um. Restin er søga í Mojaveoyðimørkini.
Soleiðis er so mangt.
Millum rivuna í veruleikasprekkuni kann mangt spretta, næla og bera frukt. Eisini Satansmyndin hjá svartastu afturhaldskreftum, sum ofta og javnan pikka á dyrnar í Føroyum. Við Louvin Brothers í oyranum haldi eg júst tað myndina vera mest hugfarsliga Føroyamyndin, sum eg fyri alt í Verðini ikki vil missa.
Alt gjørdi Útvarpið.
Takk fyri lesnaðin í Dimmu, Hanus, og til lukku Útvarpið!