Skip to main content

Holodomor 90 ár

Var tað ikki fyri ein holocaust yvirlivara, so var 44 ára gamli forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, ikki til. Tí er løgið, at russiski nýdespoturin, Vladimir Putin, velur at leggja so hart út við nazikortinum, fyrst at verja egnar russar, sum hann sigur vera fyri fólkadrápi, genocide, sum í nazitíðini, har eysturi í Ukraina, og síðan sjálvur í talum til allan heimin at karaktermyrða ukrainska forsetan og hansara fólk í Kyjiv sum nazistar og narkomanar. 

Og varð tað ikki nóg mikið, so eru í ár 90 ár síðan klassiski despoturin, Josef Stalin, setti holodomor, hungurðsmorð, í verk í Ukraina, at breyðføða egnar hermenn. 

Hesin skipaði kornstuldur úr Ukraina elvdi til hungursneyð, sum kostaði í minsta lagi hálvari fjórðu millión ukrainum lívið, og síðan hevur verðið rópt holodomor, sum uppslagið omanfyri úr Collins Dictionary sigur. 

Og var tað ikki fyri walisiska journalistin Gareth Jones (1905-1935), sum doyði 29 ára gamal í innara Mongolia, so varð ikki grett um søguligu valdsgerðina móti ukrainska fólkinum fyri 90 árum síðan. Pólska Agnezskia Holland hevur lýst hendingina í Ukraina og walisiska journalistin í filminum ”Mr. Jones” í 2019. Filmurin sæst á Filmstriben undir heitinum ”Den sorte jord”.

Tí er løgið, at nýdespoturin Putin einki hevur lært av søguni og nú leggur seg út við allan hin fría Heimin.

Og fyri at gera ilt verrið, er dagurin í dag ársdagurin fyri morðið á andstøðupolitikaran Boris Nemtsov (1959-2015), ið var ein av fáu Putinkritikarunum. Tí skuldi hann drepast. Tað hendi mitt í Moskva, dygst við Kreml á Bolshoi Moskvoretsky brúnni, har tey síðan minnast morðið við mynd og blómum, innan løgreglan ruddar økið. Myndina niðanfyri tók eg í 2016.

Í dag er ikki lætt at vera Putin. Og nógv ynskja hann langt út á fjaru steppurnar, sum gomlu landalærubøkurnar søgdu, fyri ikki at siga hagar piparið grør.