Skip to main content

Posts

Showing posts with the label sjónleikur

Jóanes málar leik á Tjóðpallinum

Portrettið er heitið á nýggjum leiki hjá Jóanesi Nielsen á Tjóðpalli Føroya. Tað skrivar pallurin í tíðindaskrivi í dag, nú boðað verður frá, at tey fara undir leikárið 2021-22.  Lagt verður fyri við Jóanes Nielsen.  Portrettið er ein fiktiv søga, men kortini við persónum, sum høvdu alstóran týdning fyri vinnulívið, trúarlívið, og serstakliga fyri menningina av føroyskari málningalist miðskeiðis í 20. øld.  Tí verður í tíðindaskrivinum sagt, at Jóanes málar nýggjan leik. - Men tá ið tann stóra politiska ódnin herjar, broytist alt. Loynidómar, sum illa tola dagsins ljós, verða avdúkaðir. Tann, sum í gjár var høgt mettur, er í dag brádliga illgrunaverdur og vanvirdur. Hetta er tann ytri karmurin um leikin Portrettið eftir Jóanes Nielsen, ið hevur frumsýning fyrst í november. Hinir báðir leikirnir eru Virus - tá ið vísindi fekk ævintýr í æðrarnar  eftir Kristinu Sundar Hansen og skemtileikurin Lítli og stóri Klávus . Sagt verður í tíðindaskrivinum, at endamálið við leikinum hjá Kristin

Visuell magi

Um vikuskiftið bjóðaði leikbólkurin Tvazz til fimtan ára veitslusýning í høllini í Norðurlandahúsinum við Ó - søgur um djevulskap , risastóru skaldsøguni, ella fragmenteraða savninum, hjá Carl Jóhan Jensen, sum Sprotin gav út í 2005. Nú átøk verða gjørd, at fáa fólk at lesa føroyskt, er av týdningi at hefta seg við, at søgan sigst vera hin torførasti teksturin at lesa seg gjøgnum á føroyskum lendi. Tí byrjaði leikurin rímiligvís uppá skúlameistaramanér við at spyrja tey møttu, hvussu nógv høvdu lisið hana, djevilsku skaldsøguna, eftir at leikbólkurin impromptu breyt seg inn í høllina við eini dragukistu við áskriftini BK fyri Bænadikt Konradsen, navnið á keypmanninum, og hann, ið gróðursetti óndskapin. The usual suspects rættu hondina upp. So er vøllurin strikaður av millum tey lisnu og tey ólisnu, og tímarnir, teir eru tveir, kundu byrja. Vit eru í einum rættarlæknafrøðiligum krimiumhvørvi. Kitlarnir eru hvítir og tey fara í hárfínt hvassan dialog við skaldsøguna, tey skriva við kriti

Ein absurd komedia um at vera menniskja

Foto: Alan Dalsgarð Eftir myndunum at døma sær tað út til, at tað er eydnast Tjóðpallinum at seta fremsta svenska filmsmisantropin, hin kolasvarta skemtaran Roy Andersson (f.1943), á pall á føroyskum. Han er so svartur, at hann glitrar og skyggir sjálvt í føroyska afturhaldsmyrkrinum, tá hann er bestur.  Djúpi lívsvísdómurin hjá Roy Andersson sást longu í filmslýsingum, sum hann í sjeytiarunum gjørdi fyri svenska tryggingarfelagið Trygg-Hansa. Hesir stuttu lýsingarfilmar eru ein fongur á YouTube í dag. Sjónleikurin verður frumsýndur leygarkvøldið 23. januar, og longu í kvøld ber til at hita upp í misantropisku tableautilveruni hjá Andersson í nýggjasta filminum Um tað óendaliga , sum Filmsfelagið sýnir í Havnar Bio klokkan 20. Sjónleikurin Um at vera menniskja er ein absurd, svørt komedia, sum byggir á filmstriologiina hjá Roy Andersson: ” Sånger från andra våningen ”, ” Du levande ” og ” En duva satt på en gren och funderade på tillvaron ”. Norski leikstjórin og leikritahøvundin Torf

Tjóðleikhúsið skal vera í Havn

Nú verður boðið út í kapping um, hvar mest umrøddi bygningur í Føroya søgu, tað er Tjóðleikhúsið, skal vera, og hvussu hann skal síggja út, soleiðis arkitektoniskt og í funktiónum á staðnum. Tað er Landsverk, sum í dag boðar frá útboði um undangóðkenning til nýggja Tjóðleikahúsið í - haldi tykkum fast - Tórshavn. Soleiðis ljóðar yvirskriftin. Í Tórshavn. So nú er at verða við í tilgongdini at gera uppskot til nýtt tjóðleikhús til Tjóðpall Føroya fyri allar føroyingar. Uppgávan snýr seg um at koma við uppskoti til staðseting, umframt til luttøku í arkitektakapping av einum Tjóðleikhúsi í Tórshavn.  Til ber at lesa meir um útboðið her .

Hvar fara vit nú?

Henda mynd, ið hevur fýra ár á baki, tikin mentanarnáttina í 2016, fekk meg í vikuni at eygleiða ferðafólk, foreldur og tvey børn, sum eins og hesi komu úr Vágsbotni.   Skilliga ætlaðu tey sær niðan á Vaglið, lítla húskið á ferð.  Men standandi undir trappuni, vistu tey ikki hvønn veg tey skuldu fara, tí her koyrdu bilar alla tíðina, og eingir gonguteigar eru at fara eftir.  Nú steðgar ein bilur í brattanum, at lova teimum yvir um vegin, men tey skilja ikki signalini frá tórshavnska føraranum, og hvaðna minni vita tey nakað um smoguna fram við Pisshúsinum, sum hann peikar á, og ei heldur panoramatúrin á trappuni hinvegin, gjøgnum Boysensgarð, tá hann á skundútlendskum nevnir tann møguleikan, og sigur so við álboganum á hurðini okkurt um at kasta perlur fyri jazz, innan hann koyrir víðari so ljóðleysur, at eg haldi at hann í minsta lagi vera hybridur. Av horninum við Hvonn, har eg siti við Mercedesrættið, gevi eg mær góðar stundir at eyglaða interaktiónina við útlendska húskið mitt í Ha

Mentan sum tíðindi og umsetilig vøra

  Á middegi í dag hvakk eg við, at tíðindi úr heimliga mentanarheiminum vóru frammi. Enntá við práti við eitt núlivandi fólk, og slettis ikki um fólkaminni fyri øld síðan, tá ljós kom til landið og pilturin á neystaloftinum undiraðist yvir at ein, sum var ein annar, leikti ein triða, sum søgan hjá Jens Paula so undurfult sigur.  Nei, ein indigneraður professionellur sjónleikari, sum eg virðismeti serstakliga høgt, gjørdi vart við misnøgd, blokerandi stóra misnøgd, nú leiðarin varð endursettur í sama starv á fjórða sinni, hóast nógvir umsøkjarar vóru.  Og lat meg eisini undirstrika, at leiðaran, sum altso varð settur fyri hálvum ári síðan, virðismeti eg eins høgt og sjónleikaran. Tað er einki persónligt í hesum orðum. Slettis ikki.  Men tá eg hyggi eftir, hvør varar av Tjóðpallinum, síggi eg eitt sætt fílabeinstorn av umboðum, ið verða vald í eitt sokallað Leiklistaráð trý ár í senn .  Og mín sann, um ikki skeiðið hjá sitandi landsdekkandi føroyska Leiklistaráði er úti í ovurmorgin . 

William á loftinum

Hvørt hóskvøld fram til Grækarismessu ber til at lurta eftir skaldsøguni hjá Williami Heinesen Móðir Sjeystjørna . Upplesturin byrjaði tá hildið varð Vetrarljós síðsta vikuskifti og Gunnvá Zachariasen las fyrstu partarnar í intima kjallaranum í søguliga handlinum hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, har matstova er í dag. Komandi upplestrarnir úr Móðir Sjeystjørnu verða á loftinum hjá Katrinu Christiansen hvørt hóskvøld klokkan átta. Tiltakið, har sjónleikarar fara at lesa, rópast skýmingarløta. - Unni tykkum eina løtu, har tit lurta eftir einari beinleiðis framhaldssøgu eftir føroya fremsta rithøvund William Heinesen, siga upplesararnir, sum umframt Gunvá Zachariasen eru Ria Tórgarð, Búi Dam, Páll Danielsen, Marita Dalsgaard, Anfinnur Heinesen og at enda Jensina Olsen og Gunvá Zachariasen. Tey fara at lesa í nevndu røð og hvør upplestur tekur umleið 40-50 minuttir, og kostar so lítið sum 40 krónur. Innkomni peningurin fer til Williamshús. - Tú, kæri lurtari, kanst ko

Aðalroyndin og grundleggjandi tankin handan Glasir eitt fríggjakvøld

Fyri tíggju árum síðan segði Egon Øregaard, at sangleikurin Jesus Christ Superstar var aðalroyndin, tá hugsað varð um komandi Skúladepilin við Marknagil. Tá sóu 8000 fólk leikin í Norðurlandahúsinum. Á heimavølli í dag sigur rektarin, Steinbjørn Hardlei, at sangleikurin Cabaret ítøkiliga vísir, hvør grundleggjandi tankin handan Glasir er. Fríggjakvøldið sá eg leikin Cabaret við støði í handritinum hjá Joe Masteroff (1919-2018) og sangunum hjá kendu samstarvsfeløgunum John Kander (f.1927) og Fred Ebb (1928-2004), sum eisini gjørdu eyðkennissangin til Scorsesefilmin New York, New York , ið aftur bleiv signatursangur hjá Frank Sinatra. Eftir at hava keypt atgongumerki á netinum og fingið nágreiniligar instruksir um at skriva atgongumerkið út í A4 stødd og hvussu kotan verður lisin við hurðina, komu eini so innbjóðandi og tænastusinnaði afturboð, sum eg aldrin havi sæð áður í sambandi við eina keypta mentanaruppliving. Hetta er marknaðarføring, sum varpar ítøkiligt ljós á eina up

Eydnan er at finna...

Tað er mánakvøld í ivaveðri og eg møti Edward Fuglø í durinum í Tjóðleikhúsinum í miðbynum í Havn. Har hevur hann gjørt pallmyndina til satiriska skemtileikin Kynstrið at vera eydnusamur , ið byggir á tesur hjá týska heimspekinginum Schopenhauer, sum varð føddur fyri meir enn 230 árum síðan, og sum ein annar klaksvíkingur, Anfinnur Heinesen, hevur leikstjórnað og sjálvur triði spælir við í. Jenny Petersen gevur mær eitt nummar á bringuna, og innkomin uppdagi eg, at høllin er ein kulissa, øll sum hon er. Stólar og sofur at sita í, sum vóru vit í Dugna á Hjalla ella í einum risastórum endurnýtsluhandli hjá Frelsunarherinum í einum kontinentalum stórbyi, har allir lutir hava livað eitt lív og siga eina søgu, soleiðis beint uppá okkum, har vit sita.  Á vegginum er ein bingomaskina, sum spýtir bóltar við numrum á, tá leikurin er byrjaður, stillført og avmált sarkastiskt sum ein stórbýarblues hjá Kaurismaki. Jú, vit eru á bingo mitt í býnum. So er høllin bilverkstaður við neonl

Genial marknaðarføring

Koyrir tú eftir Norðara Ringvegnum í Havn í dag, so sært tú í fartinum nakrar hvítar krossar í bønum frammanfyri Norðurlandahúsinum. Teir standa rætt sum í einum gomlum kirkjugarði, eitt sindur ymiskir í vinkli, tí lendið og túgvurnar eru jú so ymiskar, men allir eru teir hvítir og í sama sniði, stødd og profili. Ein elligamal føroyskur kirkjugarðssiður er fluttur inn á økið hjá Føroya fremsta mentanarhúsi, Norðurlandahúsinum. Hvat er hetta fyri nakað, spyrja bilførarar og passasjerar, sum aka framvið í morgunkuldanum, nú eitt følv legðist á breytina. Eru hetta ávaringar um ferð og ferðsludeyða? Havi ongan spurt, men eg haldi meg vita sum amen í gravarkirkjuni, at hetta er ein forlongdur armur, ein røst úr grøvini um tú vilt, frá marknaðardeildini hjá Shakespeareleikinum Hamlet, sum Hans Tórgarð hevur týtt av nýggjum, og sum verður frumframførdur sum ein ektað føroysk jarðarferð í øllum Norðurlandahúsinum í ovurmorgin. Bilettsølan sigst ganga væl. Undirvísingar

At verða sjálvstøðug ella ikki, er tað kanska spurningurin?

Nú verður kendasti leikurin hjá Williami Shakespeare (1654-1616) framførdur í Norðurlandahúsinum. Føroyski leikbólkurin Det Ferösche Compagnie  hevur gjørt alt húsið um til ein pall, tí leikurin Hamlet verður palsettur sum ein føroysk jarðarferð hin 8. november og fram. Tað er Hans Tórgarð, ið hevur týtt leikin av nýggjum og leikstjóri er Búi Dam. - Vit stremba eftir at skapa eina sýning, sum er eyðskild, øllum atkomulig, samstundis sum vit vilja vera trúgv ímóti ófatiliga kompleksitetinum og vakurleikanum í skaldskapinum hjá Shakespeare, sigur leikstjórin. Til høvið hevur miðnámslærarin Marianna Hoydal gjørt undirvísingargongdir til føroyskt á miðnámi og hádeild. Leikararnir Kristina Sørensen Ougaard, Mariann Hansen og Hans Tórgarð greiða frá á filmi, og Sámal Soll, Theodor Eli Dam Olsen og Meinhard Jensen hava skrivað greinar, sum hava verið í Dimmu og sum úr ymsum herðashornum lýsa Hamlet . Víst verður eisini til temasíðuna, sum Snar gjørdi til 400 ára haldið fyri Shak

Matur og leikur - tað er Deyðadansurin 3.0

Samstundis sum matstovan KOKS aftur hevur sett Føroyar á gastronomiska heimskortið, bjóðar Gunnvá Zachariasen undir heitinum Deyðadansurin 3.0 til sjónleik við Strindberg-drama undir leiðslu av Pelle Nordhøj Kann og heilt serligum mati frá kokkinum Soniya Sjöberg. - Júst sum August Strindberg sjálvur eksperimenteraði við sínum naturalistisku royndum á Intima Teatern í Stockholm fyrst í seinastu øld, har hann kunngjørdi, ‘at sjónleikur skuldi upplivast sum veruleikin sjálvur’ og verða heilt tætt at áskoðaranum, soleiðis er eisini Deyðadansurin 3.0 ein sera intim, forkunnug, fyri ikki at siga eksklusiv og sansalig uppliving. sigur Gunnvá Zachariasen, ið spælir leiklutin sum Alice. - At koma í eygnahædd við áskoðaran er nakað heilt serligt sum leikari. Vit, leikarar og gestir, koma so at siga at kennast gjøgnum kvøldið, vit práta saman, vit syngja, eta, dansa, vit liva hetta kvøldið saman, alt meðan kærleiksorrustan spælur seg út á gólvinum framman fyri okkum, sigur Gunnvá,