Skip to main content

Jóanes málar leik á Tjóðpallinum


Portrettið er heitið á nýggjum leiki hjá Jóanesi Nielsen á Tjóðpalli Føroya. Tað skrivar pallurin í tíðindaskrivi í dag, nú boðað verður frá, at tey fara undir leikárið 2021-22. 

Lagt verður fyri við Jóanes Nielsen. 

Portrettið er ein fiktiv søga, men kortini við persónum, sum høvdu alstóran týdning fyri vinnulívið, trúarlívið, og serstakliga fyri menningina av føroyskari málningalist miðskeiðis í 20. øld. 

Tí verður í tíðindaskrivinum sagt, at Jóanes málar nýggjan leik.

- Men tá ið tann stóra politiska ódnin herjar, broytist alt. Loynidómar, sum illa tola dagsins ljós, verða avdúkaðir. Tann, sum í gjár var høgt mettur, er í dag brádliga illgrunaverdur og vanvirdur. Hetta er tann ytri karmurin um leikin Portrettið eftir Jóanes Nielsen, ið hevur frumsýning fyrst í november.

Hinir báðir leikirnir eru Virus - tá ið vísindi fekk ævintýr í æðrarnar eftir Kristinu Sundar Hansen og skemtileikurin Lítli og stóri Klávus.

Sagt verður í tíðindaskrivinum, at endamálið við leikinum hjá Kristinu er, at greiða skúlanæmingum upp til sjeynda flokk frá um torskildu verjuskipanina á ein undirhaldandi og øðrvísi hátt. 

- Leikurin er ein samansjóðing av vísindi og ævintýri og er ein upplýsandi og undirhaldandi ferð inn í kroppin og heilt inn í kyknurnar. Eitt ævintýr um bardagan millum virus og verjuskipan.

Virusleikurin verður sýndur í skúlum kring landi í vetur. Við eru tríggir sjónleikarar og ein dansari og leikstjóri er Kristina Sundar Hansen.