Skip to main content

Mentan sum tíðindi og umsetilig vøra

 

Á middegi í dag hvakk eg við, at tíðindi úr heimliga mentanarheiminum vóru frammi. Enntá við práti við eitt núlivandi fólk, og slettis ikki um fólkaminni fyri øld síðan, tá ljós kom til landið og pilturin á neystaloftinum undiraðist yvir at ein, sum var ein annar, leikti ein triða, sum søgan hjá Jens Paula so undurfult sigur. 

Nei, ein indigneraður professionellur sjónleikari, sum eg virðismeti serstakliga høgt, gjørdi vart við misnøgd, blokerandi stóra misnøgd, nú leiðarin varð endursettur í sama starv á fjórða sinni, hóast nógvir umsøkjarar vóru. 

Og lat meg eisini undirstrika, at leiðaran, sum altso varð settur fyri hálvum ári síðan, virðismeti eg eins høgt og sjónleikaran. Tað er einki persónligt í hesum orðum. Slettis ikki. 

Men tá eg hyggi eftir, hvør varar av Tjóðpallinum, síggi eg eitt sætt fílabeinstorn av umboðum, ið verða vald í eitt sokallað Leiklistaráð trý ár í senn

Og mín sann, um ikki skeiðið hjá sitandi landsdekkandi føroyska Leiklistaráði er úti í ovurmorgin

Hvør broyting man tá fara at verða? Nýggjur formaður? Nýggj manning? Ella kollvelting? Ella púrt einki nýtt?

Eg helli til henda síðsta møguleikan. 

Tí mentan sum fyribrigdi, serliga tá ein bilett liggur ímillum teg og professionellu framførsluna, hava hvørki verið tíðindi ella umsetilig vøra í føroyskari pressu - fyrr enn nú. 

So takk fyri tað, at gera mentan til livandi tíðindi og umsetiliga vøru.   

Leiklistaráðið verður annars tilnevnt av Mentamálaráðharranum sambært lóg og kunngerð fyri Tjóðpallin og Leiklistaráðið. Ráðið hevur yvirskipaðu leiðsluna av Tjóðpallinum - og setir stjóran fyri Tjóðpallin.

Livst, so spyrst. Kanska í ovurmorgin.