Foto: Alan Dalsgarð
Eftir myndunum at døma sær tað út til, at tað er eydnast Tjóðpallinum at seta fremsta svenska filmsmisantropin, hin kolasvarta skemtaran Roy Andersson (f.1943), á pall á føroyskum. Han er so svartur, at hann glitrar og skyggir sjálvt í føroyska afturhaldsmyrkrinum, tá hann er bestur.
Djúpi lívsvísdómurin hjá Roy Andersson sást longu í filmslýsingum, sum hann í sjeytiarunum gjørdi fyri svenska tryggingarfelagið Trygg-Hansa. Hesir stuttu lýsingarfilmar eru ein fongur á YouTube í dag.
Sjónleikurin verður frumsýndur leygarkvøldið 23. januar, og longu í kvøld ber til at hita upp í misantropisku tableautilveruni hjá Andersson í nýggjasta filminum Um tað óendaliga, sum Filmsfelagið sýnir í Havnar Bio klokkan 20.
Sjónleikurin Um at vera menniskja er ein absurd, svørt komedia, sum byggir á filmstriologiina hjá Roy Andersson: ”Sånger från andra våningen”, ”Du levande” og ”En duva satt på en gren och funderade på tillvaron”. Norski leikstjórin og leikritahøvundin Torfinn Nag hevur skapt leikin og leikstjórnar sjálvur uppsetingina, sum hevur frumsýning á Tjóðpallinum 23. januar, boðar Tjóðpallurin frá í tíðindaskrivi í dag.
- Roy Andersson hevur sítt heilt serliga myndamál við stórum myndum, ið næstan eru sum filmaður sjónleikur, og hetta gav Torfinn Nag hugskotið at gera eina sjónleikaútgávu burturúr filmstriologiini. Pallmyndin hjá Edward Fuglø hevur somuleiðis fingið íblástur úr filmsuniversinum og eyðkendu litpalettini hjá Roy Andersson. sigur Tjóðpallurin og leggur afturat, at "talan er um eina hendingaríka og sera skiftandi sýning, har níggju leikarar leika heili 80 leiklutir í 41 leikmyndum. Leikmyndirnar eru flættaðar saman, soleiðis at vit fylgja leiklutunum gjøgnum alla sýningina. Hvør pallmynd sigur sína egnu poetisku, tragisku, rørandi ella stuttligu søgu, sum - hóast hon er fullkomiliga absurd - nertir við nakað, vit øll kenna okkum aftur í so ella so."
Haldi eg fari at hyggja. Bæði eftir filmi í kvøld og sjónleiki leygarkvøldið í næstu viku.