Skip to main content

Posts

Showing posts with the label tónleikur

Dania - multivers og renesansa í Norðurlandahúsinum

Frá tí minsta, sum yrkjarin Dania Tausen festir á blað, fær hon tónleikin at spretta, útvarpið at ljóma og filmin at bleiktra. Eisini í Norðurlandahúsinum í kvøld. Zooma vit langt út í tað kosmiska, til slipsið hjá William og rúmdarferðina hjá Kubrick, er tað í mínum optikki eitt renesansumenniskja, ið vitjar okkum hesa løtu. Prosaiski sjúkrahússtjórin segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at tá tímarnir í døgninum eru farnir, koma teir ongantíð aftur. Jú, henda konsertin var ein væleydnað roynd at fanga tíman, goyma hann og geva okkum eitt dropatikið destillat av tíðarleysari tíð á móðurmálinum, transparent millum heimar, so sum vit í hvør sínum lagi kenna teir. Øll sonn list ger tað. Fangar løtuna, og ger til einkis ultimativa fíggindan, sum í hesi gleðistund skal verða ónevndur.  Knappi tímin andar sum ein alda av menniskjansligari inklusjón. Og í Norðurlandahúsinum í kvøld er júst hetta eitt undrunarvert avrik, tí hesin organiskt fevnandi heyggur, sum kom úr Norðurlondum og lendi við

Tá tónleikur er bestur

Her er dømi um styrkina í sangi og tónleiki. When all is said and done, sum Grand Prix vinnararnir í 1974, Abba, seinni sungu, kom niðurlendski vinnarin í 2019, Duncan Laurence, á pallin í Liverpool í gjárkvøldið og savnaði øll tey medvirkandi í felagssanginum hjá fótbóltsbýnum - You’ll never walk alone.  Akkurát sum The Band gjørdu, tá teir savnaðu fólk til The Last Waltz í 1976.  Fólk vórðu so rørd, at BBC segði, at hetta var fyrstu ferð í 67 ára søguni, at vertirnir máttu fáa pausu at turka tárini.  Í okkara maktfulkomnu gernadishugsan, har eingin annar enn vit sjálvi eru harrar í egnum lívi, húsi og arbeiðsplássi, mugu vit í okkara heimadyrkaðu mentan og atferð yvirgeva okkum og sanna, at sangur og tónleikur er størsta og sterkasta styrkin, tá vit samkenna við teim órættaðu, tí eitt kúgað fólk hevur altíð rætt. Aldri áður hevur sangur og tónleikur staðið so unisont sterkur, sum hesa løtu, har ukrainski vertskapurin var fluttur til Liverpool.  Man fær næstan hug at fara hagar ein tú

Fer Kroatia at vinna við einum subversivum friðarsangi?

Besti sangur í Eurovision sjovinum í ár er úr Kroatia. Orsøkin til at eg haldi tað, er fyrst vavið og útbreiðslan, sum hetta sjov hevur fingið í blinkstrandi heiminum og síðan, hvussu væl provokatørar duga at finna afturundirgerð og íðukálvar, og síðan leggja seg væl fyri í kjalarvørrinum á mainstream og sleppa upp á borgarliga familjupallin, at sníkja subversivan boðaskap út til allan heimin í prime time. Hetta er kjarnin í Grand Prix, sum vit fyrr søgdu, og Eurovision Song Contest, sum tað nú kallast, og Føroyar vilja eiga ein lut í.  Kroatiski bólkurin eitir Let 3 og hevur seinastu fjórðingsøldina givið út tíggju plátur, í summum førum so ónærisligar, at teir av forstáiligum orsøkum hava verið sensureraðir. Teir hava roynt listaliga tónleikaformin punk heilt í mark. Júst tí haldi eg, at teir í ár eru so áhugaverdir við einum agitatoriskum eysturevropeiskum friðarsangi, har teir enda við at ríða á reyðum bumbum og ganga í berum undirbuksum. Samstundis eru teir so tilvitaðir um sjangr

Leysir endar - Annika Hoydal 40 ár seinni

  Tú kennir teg sum lesandi í fyrstu Mósebók, har andarnir sveima yvir vøtnunum, tí alt er nýtt. Og tó, so kennir tú teg sum ferðafólk niðri í gomlu Havnini, har alt er trygt og kent, ja gongur í ring í egnum býi. Delikata akustiska fylgispælið hjá 77 ára gomlu Anniku Hoydal førir okkum aftur til nakað upprunaligt, eina byrjan, sum er havið og vatnið, ið rekur aftur á tilverusøkjandi útgávuna Havið . Men tað var ein onnur tíð og ætlan. Í kvøld skvulpar aldan við suðuramerikansku strondina, ið gav yrkjaranum Violettu Parra 49 ár, til hon sjálv kvetti tráðin í landinum, sum lívlangt lá fyri henni - Kili. Hesin darrandi sangur, hin oftast tulkaði úr Suðuramerika, er í sínum kvittandi sjálvmorðstóna samstundis so kátur og bjart fevnandi, at hann er hin perfekti at byrja við, just tí hann dregur á bæði, eins og øll konsertin. Í hvussu er í Anniku’sa katalogi í baksýni, sum eg hoyri tað fyri mær, serliga í áðurnevndu útgávu frá 1997, har bróðurin Gunnar hevur skrivað tekstirnar, ið snara um

Hansina Iversen: Purple Rain

Undir heitinum Purple Rain, ið sipar til kendasta sangin hjá Prince, sum nú hevur fjøruti ár á baki og rakk heilt inn í dansbanda sjangruna, bjóðar Steinprent til framsýning við nýggjum málningum hjá Hansinu Iversen (f.1966) fríggjadagin klokkan 16: - Til framsýningina Purple Rain hevur Hansina Iversen serliga arbeitt við kobolt violettum, ið er ein serstakur litur - kostnaðarmikil, tí hann er sera konsentreraður og ljósektaður. Við litinum arbeiðir listakvinnan bæði í dýpdini og á yvirflatanum á løriftinum. Purpurlitti, violetti, bláreyði, lilla liturin hevur sína egnu listasøgu, har hann gjøgnum øldur hevur verið knýttur at konga- og keisaratign, at kirkju og at gandi. Violett sameinir kalt og heitt, andligt og holdborið, bláan himmal og reytt blóð. Purple Rain merkir violett regn og er jú eisini heitið á eini slóðbrótandi poppútgávu hjá Prince í 1984. Gitt hevur verið um eksakta týdningin í sangheitinum hjá Prince (1958-2016). Orðabókatænastan YourDictionary , sum hevur verið á net

In restless dreams

Tá íslendski stjórin í Norðurlandahúsinum, Helga Hjörvar (f.1943) um aldarskiftið fann uppá Listastevnu Føroya, royndu fólk at fáa Paul Simon higar at syngja, eftir at Björk varð uppgivin, tí hon var ov kravmikil. Listarliga orsøkin, at fáa Paul Simon higar, hevði í nógv ár verið eyðsýnd, men praktiska orsøkin var, at Simon sjálvur nú var farin at siga, at hann bara sang á smáum støðum.  Ein lokalur sponsorur, eitt skeinkistað í Havn, legði eina risa upphædd á borðið, um vit eydnaðust at fáa Paul Simon higar at syngja.  Tá evropeiski umboðsmaðurin vildi hava at vita, hvat vit høvdu at rutta við, just for starters, at vita soleiðis á leið, hvar vit flutu, segði hann "Mister, I have to inform you, that that is not even within the interest of my client!" og smekkaði rørið á.  So lendu tey aftur á heimalandsstrond, og máttu taka til takka við logistikki, pallum og inntøkumøguleikum, sum ikki í huganum, men í peningastýrda veruleikanum eru og altíð fara at verða avmarkaður.  Vági

Ein stjørna í Nólsoy

Stóra stjørnan, á teim átta av tíggju stovukonsertunum, mær eydnaðist at hoyra og uppliva í Nólsoy í gjár, var Maria á Heygum, sum eisini ber millumnavnið Ronnisdóttir, ið avdúkar, at pápin er Ronny Nielsen, sum sæst við gittarinum, og at mamman er kenda sangarinnan Rúna á Heygum. Eg hoyrdi Mariu í stovuni hjá Gunnvør og Hilmar Joensen. Hóast allar konsertir á stOVEtónum verða borðreiddar í einum samspæli millum rúm og fólk, og høvdu hvør sín profil og upplivingareginleika, var júst henda konsertin við Mariu á Heygum hin besta, eg hoyrdi í gjár.  Umframt Brævið  frá Kemm Poulsen við lagnum hjá Kim Hansen og Føgru blómu hjá Poul F, sum í báðum førum longu eru klassiskir standards, ið hon lyfti upp til nýggjar hæddir - hin seinna við lagnum Silver threads among the gold,  sum í USA kann sporast til 1873 og í 1916 hevur verið ein svenskur friðarsangur  Varför skola männ'skor strida -  so sang Maria eisini Hallelujah  hjá Leonard Cohen í týðing hjá Georg Eystan Á, og eina nýggja nem