Her er dømi um styrkina í sangi og tónleiki. When all is said and done, sum Grand Prix vinnararnir í 1974, Abba, seinni sungu, kom niðurlendski vinnarin í 2019, Duncan Laurence, á pallin í Liverpool í gjárkvøldið og savnaði øll tey medvirkandi í felagssanginum hjá fótbóltsbýnum - You’ll never walk alone.
Akkurát sum The Band gjørdu, tá teir savnaðu fólk til The Last Waltz í 1976.
Fólk vórðu so rørd, at BBC segði, at hetta var fyrstu ferð í 67 ára søguni, at vertirnir máttu fáa pausu at turka tárini.
Í okkara maktfulkomnu gernadishugsan, har eingin annar enn vit sjálvi eru harrar í egnum lívi, húsi og arbeiðsplássi, mugu vit í okkara heimadyrkaðu mentan og atferð yvirgeva okkum og sanna, at sangur og tónleikur er størsta og sterkasta styrkin, tá vit samkenna við teim órættaðu, tí eitt kúgað fólk hevur altíð rætt. Aldri áður hevur sangur og tónleikur staðið so unisont sterkur, sum hesa løtu, har ukrainski vertskapurin var fluttur til Liverpool.
Man fær næstan hug at fara hagar ein túr.
Í 1980 hevði eg samrøðu við Niels Juel um útlitini fyri føroyskum limaskapi í EBU og harvið fáa atgongd til tilfarið í beinleiðis sending. - Tað var so dýrt, at eru leidningarnir úr gulli, so skilji eg tað, seg hann, og sá ikki fyri sær nakran møguleika fyri hvørki føroyskari luttuku ella limaskapi.
Fjúrtan dagar seinni sendi Sjónvarpsfelagið bandið við upptøkuni av Grand Prix sendingini í Danmarks Radio.
Tá eg á Kondittarínum frittaði um ósamsvarið í hesu tilgongd, svaraði formaðurin í felagnum, at tað skíti eg á. - Fólk fáa tað, tey vilja hava, og vit fáa u-matic bondini frá DR við flogposti hvønn dag. Vit skulu bara heinta tey niðri á Hafnia, har bussurin steðgar. Tað er einasta avbjóðingin.
Seinni bleiv hann almennur stjóri við somu uppgávu. So skeivt kom sjónvarpið í verðina.
Niðri á Bryggjubakka hevði eg fingið avlagdu skrivimaskinuna hjá Niels Juel, og skrivaði í stundini til EBU í Geneve, har eg sum diskoteksfólk í Útvarpinum gjørdi greitt, at henda støða var ótolandi fyri miðlalandslagið í Føroyum.
Aðalstjórin skrivaði skjótt aftur við vón um, at eg for at hjálpa honum at koma til botns í hesum máli, sum er ”generally known as piracy”.
Torbjørn Poulsen, sum bleiv menta- og fíggjarmálaráðharri, var eisini nevndarlimur í Filmsfelagnum.
- Jamen, hetta er jú ólógligt, segði hann, tá hann á nevndarfundi í mínari egnu stovu kundi eygleiða føroyskar sjónvarpssendingar við ivasomum uppruna, eisini bingo sendingar av Kornmansmýri.
Hóast sangkappingin er hin sama, er okkara støða broytt, tí almenna fyrisitingin hevur funnið vilja, at innlima okkum í evropeiska felagsskapin, sum skipar fyri.
Hvør skal fíggja, og hvussu pengarnir skulu útvegast, er tó ikki kunngjørt.
Í meðan kunnu vit, sum eg gjørdi í gjárkvøldið, dúva uppá útlendskar rásir, tí hóast Gunnar sum altíð gjørdi sítt allarbesta, var tekniska síðan av okkara sending ikki munnrøtt, lip sync, og hartil fylt við drop outs, sum aðrar sendistøðir ikki høvdu, tá eg skifti.
Tí tónleikur hevur ta styrki og atdráttarmegi, at tú fert har, hann er bestur.