Skip to main content

Leysir endar - Annika Hoydal 40 ár seinni

 

Tú kennir teg sum lesandi í fyrstu Mósebók, har andarnir sveima yvir vøtnunum, tí alt er nýtt. Og tó, so kennir tú teg sum ferðafólk niðri í gomlu Havnini, har alt er trygt og kent, ja gongur í ring í egnum býi.


Delikata akustiska fylgispælið hjá 77 ára gomlu Anniku Hoydal førir okkum aftur til nakað upprunaligt, eina byrjan, sum er havið og vatnið, ið rekur aftur á tilverusøkjandi útgávuna Havið. Men tað var ein onnur tíð og ætlan. Í kvøld skvulpar aldan við suðuramerikansku strondina, ið gav yrkjaranum Violettu Parra 49 ár, til hon sjálv kvetti tráðin í landinum, sum lívlangt lá fyri henni - Kili. Hesin darrandi sangur, hin oftast tulkaði úr Suðuramerika, er í sínum kvittandi sjálvmorðstóna samstundis so kátur og bjart fevnandi, at hann er hin perfekti at byrja við, just tí hann dregur á bæði, eins og øll konsertin. Í hvussu er í Anniku’sa katalogi í baksýni, sum eg hoyri tað fyri mær, serliga í áðurnevndu útgávu frá 1997, har bróðurin Gunnar hevur skrivað tekstirnar, ið snara um tað at fara og at møta ljósinum. Tú ert í góðum selskapi, fangaður í meiningsfullari samveru í høllini í Norðurlandahúsinum. Tað er fjálgt sum í eini kúvingsskel.

Fjøruti ára konsertin, ið hevur heitið Leysir endar, er í veruleikanum ein útgávukonsert hjá Tutl, sum byrjar við týðingini hjá Anniku sjálvari og Marionnu og Dániali Hoydal av Gracias a la Vida. Sangurin, ið er kendur við Joan Baez, kom á okkara leiðir, tá finska Arja Saijonmaa sang hann á svenskum, Jag vil tacka livet, eftir at Oluf Palme eisini fall fyri kúlum, men frá einum drápsmanni, tað var í 1986. Ein stórur og væleydnaður sangur at byrja við, tí hann er so tvítýðugur. Og so hefti eg meg við tveir eginleikar hjá Anniku, fyrst at lata røddina knekka á ein syrgnan blues máta, eins og Tammy Wynette, sum Neil Diamond kallar "a cry in your voice" og so at lata ein svensk-norskan tóna av lokk koma inn í sangin. Spennandi, sum ein aldrandi rødd kann mennast og í mínum oyrum fáa nýggjan karakter.

Annika situr mitt fyri í grønum, frá vinstru síggja vit Kim Hansen, klaver, Sølvi Næs Hoydal, akkordeon, Torleik Mortensen, bass, stigtakari, samskipari og framleiðari, Sanna Bæk Hoydal, kór, Benjamin Petersen, ein veruligur caballero á guitar, Hjørtur Pætursson Háberg, trummu og slagverk, Jón Festirstein, violin og Anna Klett, klarinett.

Fyri fjøruti árum síðan var Annika 37, tá hon stóð á sama palli. Ein lykla uppliving og fyrstahonds fatan av føroyskari pallmentan og formidling av sangi, í kvøld serliga úr Suðuramerika, men í eini bukett til okkum øll, sum møttu.

Eg hefti meg mest við tann partin av konsertini, sum hevði uppruna í Kili og Argentina í Suðuramerika og upprunaliga er yrktur á sponskum og týddur til føroyskt.

Hin seinni stóri suðuramerikanski sangurin, sum Benjamin, Torleik, Kim og Hjørtur, lyfta perfekt upp móti røddini hjá Anniku, er Alfonsina og havið, sum Felix Luna hevur skrivað yvir yrking hjá argentinsku Alfonsinu Storni, sum Gunnar Hoydal í báðum førum hevur týtt úr sponskum. Eins og á plátuni, lesur Annika fyrst týddu yrkingina hjá Alfonsinu sjálvari, sum eftir ólekiliga sjúku hevur valt at ganga í havið og hvørva úr lívinum, sum vit kenna tað. Síðan framføra tey sangin við lagi eftir Ariel Ramirez, sum eg aftur knýtið í søkjandi savnið Havið hjá Gunnari og Anniku, har vit finna sangir sum Sjólátin, ið bendir á lívsins ringrás, og hin djúpt persónliga Nú sigla veingir

Latið verður upp fyri stóru kenslunum úr barnakamarinum, tá vit hoyra lagið hjá Sunleivi Rasmussen til yrkingina hjá Jóanesi Nielsen úr Pinnabrenni til sosialismuna, Verið góð við mánan, framførd sum ein púra clean og sannførandi vøgguvisa frá Anniku til børn í allari verðini. Í hvussu er, har tey duga føroyskt. Annika og hennara elskuligi bólkur tekur hjartanemandi tekstin í so stórum álvara, at tey varpa hann upp á stóra bakveggin í barnakamarinum, so hann stendur eftir sum eitt statement um tað endaleysu góðskuna, ið ongantíð fer úr tíðini. Vildi ynskt, at hesin sangur bleiv ein instant classic.

Tá liðugt er at syngja allar teir fjúrtan sangirnar á nýggju plátuni Leysir endar, fagnar fylti salurin Anniku og tónleikarunum so mikið, at vit fáa tríggjar sangir eyka: Ólavur Riddararós, Aldan og Í dans. Tveir kvøðuljómaklassikarar, sum fleiri munnu eiga á singleplátu, og ein hin kendasta felagssangin í mínari tíð, eisini á ólavsøku. 

Ein frálík konsert og gott høvi at møta fólki, og at fáa Anniku at signera eina feska LP plátu, sum er eitt format, ið er komið til heiður og æru. Stóra tøkk fyri tað, Annika, og allur hin væl samanspældi akustiski bólkurin hjá Torleiki, sum onga løtu vikaði meg úr trúnni um, at eg veruliga var í Suðuramerika og hoyrdi aldurnar.

Fyri einum árið síðan ummældi eg eina av fyrstu konsertunum hjá Anniku, Torleiki og teimum í Sirkus, tá tey arbeiddu við somu sangum í Hoydølum. Fyri ikki at endurtaka tað, sum eg tá skrivaði, fari eg at visa til júst tað ummælið, sum Annika í kvøld sæst takka fyri á plátuhúsanum niðanfyri.


Leysir endar - Norðurlandahúsið 40 ár seinni


Tað var júst í kvøld, at Norðurlandahúsið fylti fjørtuti ár. Ella í hvussu er fjøruti ár síðan 37 ára gamla Annika Hoydal hevði konsert saman við 33 ára gamla Lars Trier í somu húsum, sum ikki vóru heilt liðug, tá tey vórðu tikin í brúk, henda dag í 1983.

Tá var eisini ein minnisrík sýning við svenska Troell filminum Ingenjör Andrées luftfärd, hóast rútarnir ikki vóru settir í brúnna uppi undir loftinum í høllini, har báðar Ernemann maskinurnar stóðu og larmaðu, meðan rullurnar hakkaðu seg gjøgnum minuttirnar í fullari spælifilmslongd. Læraraskúlanæmingar, sum lósu danskt á linju, vórðu bodnir við til handritakjak.

Húsavørðurin royndi sum frægast at skifta, tá eina rullan var liðug, so hin kundi taka við, tá rætta løtan kom, velja rætta formatið, fokusera og trýsta á Dolby stereo, tá tað var galdandi. Skipanin var so tung, at konsulenturin, Olijevski, sum hevði við film at gera, sat í Svøríki.

Hóast Dagblaðið í 1983 nevnir tveir Fólkafloksmennn, Poul og Dánjal Paula, sum skuldu eiga tankan um og framdriftina um eitt Norðurlandahús, so nevnir Fjúrtandi í oddagreinini, at tað var Erlendur, ið skapti tankan um og legði lunnar undir eitt norðurlendskt sjónleikarhús, sum bleiv til húsið, vit kenna í dag. Tað var eisini orsøkin til, at Torbjørn málaði hann, Erlend, fyri Norðurlandahúsið, sum setti hann á veggin í stjórakontórinum. Stríðið um, hvør helt við hvørjum, og hvat skuldi vera á skránni, byrjaði beinanvegin.

Fólk høvdu ilt við at fata, hvat hetta var fyri eitt flogskip úr ytru rúmdini, sum lendi har uppi við Útvarpshúsini, sum Niels Juel hevði fíggjað við V4, og ikki so langt frá Hotel Føroyum, sum skifti bæði navn og eigarar. Fleiri ferðir. Føroyar vóru ikki klárar til avbjóðingar úr ytru rúmdini. Sjónleikarafelagið kyrraðist, tá tey fingu sett inn í svensku statutterna, at eingin sjónleikur kundi setast á pall uttan lokala góðkenning, og aldri verða í kapping við gamla bilettsøluapparatið har niðri í býnum. Eftir tillagingar og nakrar húsagangir varð støðan normaliserað í ovaru Havnini, sum nú fekk ein nýggjan ringveg, so vit kundu tosað um at vera uttanfyri og innanfyri. Men tað var bara byrjanin.

Í nýggja tátíðarkritiska tíðarritinum, Brá, spurdu Astri og Eyðun um Norðurlandahúsið fór at verða koddi hjá føroyskari mentan at sova á, nú kommunan einki mentanarhús átti - ella enn eigur, um vit spola fjøruti ár fram til ídag. Hóast fíggindaliga sinnað móti húsinum, eisini í eini bílagdari herferð við atfinningarsomum brøðrum úr Ebenezer, rør oddagreinin í Dagblaðinum framundir hetta sama. Húsið er fíggindaland.

Nú Runavíkar kommuna brillierar við mentan og mentanarhúsum, er júst hetta enn hin størsti óloysti trupulleiki í høvuðsstaðnum, ið sum tað nýggjasta hevur sett sær fyri at bora ein býartunnil ovast í Havnini fyri tveyhundraðtals skattamilliónir, og sum tað næstnýggjasta er fari at byggja eina hondbóltshøll úti í óbygdum. 

So svarið er eitt rungandi til spurningin úr Brá. Í hvussu er, um tú býrt í Havn og ert áhugaður í mentan og miðbýnum. 

Í føroyska høvuðsstaðnum eru í dag munandi størri avbjóðingar enn fyri fjøruti árum síðan at útinna list og mentan, og síggja til, at hon hevur hóskandi høli í kommununi. Til dømis kunnu vit nær sum helst missa seinasta rúm í landinum at uppliva film í, uttan at kommunan, hóast áheitan, ger nakað sum helst við málið. Tá verða vit fátækari, Havnin og Føroyar.   

Hyggjandi aftur á skaran av fólki, sum leiddi Norðurlandahúsið, finni eg hesar notur:

Íslendski avriksmaðurin, Hjörtur, sum hevði týtt Jonathan Livingstone Seagull, royndi at fáa filmin at flúgva í Norðurlandahúsinum eisini, men fekk fótin afturfyri.

Við Karin kom ein higartil ókend og representativ stórheitstíð til Havnar. Hon beyð borgarstjóranum Jan og mær sum formanni í Filmsfelagnum á norðurlendska filmstevnu á Hanaholmen og knýtti sambond, so stór norðurlendsk filmstevna kundi vera í Havn í 1989. Upp undir og eftir vórðu partarnir bodnir á fundir og stevnur, ið fingust við norðurlendskan film. Takk fyri tað. 

Næsti stjórin, Jan, fýltist á, at fekk Norrøna Felagið í býnum eina informatiónsskrivstovu, sum nýggja mótaorðið var, so fataði hann tað sum eina atfinning móti húsinum, ið ikki gjørdi eitt nóg gott arbeiði. Tá stóra játtanin so kom, fór hon í staðin til skíggjar á Farstøðini. Eitt løgið íkast til fólksliga norðurlendska samstarvið. 

Finski Peter skapti týdningarmesta tónleikatiltakið í søguni, Prix Føroyar. Í 1995 vildi Per, sum var journalistnæmingur í starvsvenjing, hava Heðin og meg at verða medvertir til finaluna, sum var tað ein Náttarravnssending beint úr grannahúsinum. Ein stuttlig hending, og framúr høvi til av fyrstu parkett at eygleiða fleirfunktionella húsið hjá Ola Steen og professionella sjónvarpið við Herlufi og Tróndi í vegleiðandi sýnsfeltinum. Takksamur fyri hesa uppliving.

Eftir aldarskiftið kom Helga úr Íslandi og bað meg og onnur standa fyri einum 20 ára haldi í húsinum, marknaðarføring, einari veiðimannaframsýning og so at vera part av Listastevnu Føroya, sum Tórshavnar kommuna, Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið stóðu saman um. Helt eg í hvussu er. Eftir innanhýsis løgfrøðiliga togtogan við seg sjálvt kom Mentamálaráðið aldrin uppí ætlanina, sum tískil manglaði eina beinið í mun til, hvat varð ætlað. Hetta átak, Listastevna Føroya, er kortini mítt besta listaliga minni um virksemið og hugsjónirnar í Norðurlandahúsinum, nú tað fyllir fjøruti. Stóra tøkk fyri títt íkast at taka listina í álvara.

Niels vildi skifta stólarnar í høllini og byggja eina nýggja ráðstevnuhøll. Til tess at fáa stólarnar at passa inn, vóru filmstólini tikin niður og blakað burtur. Hann hevði fingið tey ráðini, at eingin kom til tær fáu sýningarnar, sum vóru. Eftir at hann kom á forsíðuna í Dimmu, fekk hann so ringa samvitsku, at seinasta arbeiðsdagin kom hann inn á mína skrivstovu og gav mær abstraktu men kærkomnu uppgávuna at skipa fyri einum árligum føroyskum stuttfilmskvøldi í Norðurlandahúsinum, ið sum fráleið bleiv til Geytan. Hetta var ein óvantaður fongur at fáa frá Norðurlandahúsinum. Takk fyri hann.

Í okkara lítla samfelag, har øll vita alt um øll, arbeiddi næsti stjóri, Sif, í trý ár við eini filmstevnu, uttan at kontakta einasta biograf í býnum, og enn minni Filmsfelagið. Royndin, sum eisini var at strika Geytan, kom upp at blása eina ella tvær ferðir, men datt so niðurfyri. Seinasta arbeiðsdag ringdi hon til biografin og bað um orsaka, aldri at hava tosað við hann.

Skrivandi hesar fáu setningar beint úr egnum minni í fjøruti ára søguni hjá størsta mentanarstovni í Føroyum, er mær greitt, at inklusjón er størsta avbjóðingin, tá tú lendir í einum klansamfelag, har marknaðurin til ævigar tíðir er avmarkaður. Hetta sama sjabba skúlafyrisitarar um. Inklusjón. Sitir tú samstundis á øllum pengakassanum, er avbjóðingin ikki bara stór, men vandamikil.

Og hví tími eg skriva hesi orð í kvøld? Jú, tað var eitt lítið inkluderandi, ja beinleiðis ekskluderandi flokspolitiskt lesarabræv við sama andaliga brøðrafernis, sum Dagblaðið brúkti móti Norðurlandahúsinum í 1983, sum fekk meg at skoyta hetta fjøruti ára eftirmæl uppí konsertummælið hjá ikonisku sangarinnuni í kvøld.

At taka yvir Norðurlandahúsið, so tað verður føroyskt, er ein góður tanki, so leingi Havnin einki mentanarhús hevur og enn minni hevur ætlanir um eitt tílíkt. Eitt skjótari alternativ hjá kommununi er at fáa bussleiðina at koyra gjøgnum tunnilin inn í Runavík og bara lata Norðurlandahúsið fáa frið.

Men tá eg lesi víðari og síggi, at lesarabrævsskrivararnir eru Jenis og Steffan úr Miðflokkinum, undrist eg sáran og fari at lesa nærri.

Málið við teirra skattafíggjaða miðflokkauppskoti er, at sjúgva flatlendska LGBT mentan, fløgg og tiltøk av landinum, sum sagt verður. Tí skulu vit føroyingar sjálvir eiga húsið. 

Havi ikki á ævini lisið eitt so sjávinistiskt ekskluderandi uppskot frá professionelt løntum tingmonnum. Eg trúgvi ikki mínum egnu eygum, at politisk makt kann korrumpera vaksnar menn á tingi so mikið.

Hetta er frustrerað óðamannaverk, sum aftur minnir meg á, at inklusjón er týdningarmesta hugtak og stevna at minna tey á, sum ganga og virka av berum áhuga í norðurlendska mentanarhúsinum. Inklusjón. Tað eru míni ráð úr hesum spjaddu notum eftir framúr góðu konsertina við Anniku Hoydal í kvøld.

Hjartaliga til lukku við teim fjøruti sum norðurlendskur mentapallur í Føroyum, Gunn og tit øll, ið nú arbeiða har!