Skip to main content

Posts

Samgongumentanevndarformaðurin

Alt hetta valskeið hava fólk, feløg og stovnar arbeitt við avbjóðingum og prinsippum fyri mentan og list í Føroyum og útheimi við. Myndin omanfyri er av tinghúsvøllinum, tá pedagogar settu túsund pappírshjørtu í bøin fyri trimum árum síðani. Hóast landstýrismaðurin við mentamálum hvønn dag hevur gjørt sítt ítasta, hann er mentur, hetta valskeið, hevur ein av samgongufeløgum hansara ikki rætt hond frá síðu, men bara mótarbeitt øllum teimum, sum fáast við mentan og list á Føroya landi. Onkur kann halda, at tað er ikki nakað nýtt, at einstakir Rindalistar stinga seg upp eina løtu ella tvær á tingi. Tað hava vit sæð fyrr. Men aldri á ævini hava vit sæð og upplivað ein politiskt valdan formann, sum fyri fulla løn eitt heilt valskeið á tamb aldri hevur sagt eitt positivt orð um mentan og list, men bara mótarbeitt øllum føroyskum mentanarstrevi hjá høgum og lágum. Tað nýggjasta, ið politiskt valdi formaðurin fyri føroyskari mentan á tingi hevur funnið uppá, er at endurgeva eitt innanhý

Oscar, César og onnur

Farna vikuskfiti vórðu heimsins kendastu filmsvisðislønir, Oscar , handaðar í Hollywood. Oscarvirðislønirnar eru tær kendastu, tí so nógv hyggja at tiltakinum, sum verður sjónvarpað til mest sum allan heimin. Umframt at fáa nógvar hyggjarar, elvir ein Oscartilnevning eisini til, at filmar verða sjónligir og vaksa í virði sum vøra á marknaðinum. Umframt Oscar verða eisini aðrar virðislønir handaðar í øðrum londum. Í næsta grannalandi okkara, Íslandi, vóru samstundis handaðar filmsvirðislønir, sum hava navnið Edda . Í ár var tað serliga ein filmur, sum sópaði veitsluborðið og streyk avstað við tólv Edda virðislønum. Tað er filmurin Vonarstræti , sum er um íslendsku bankakreppuna, tá alt landið fór av knóranum. Her sæst Hera Hilmarsdóttir sum kvinnuligi høvuðsleikarin Eik í filminum Vonarstræti , ið hevur enska heitið Life in a Fishbowl. Sama vikuskifti handaðu tey í Fraklandi César -virðislønina, sum í sjey førum fór til franskt-móritanska filmin Timbuktu , sum er upptikin í

Besti filmur?

Nú hava vit sæð Oscarhandanina beint úr Hollywood og vita, hvør var besti filmur í allari verðini undanfarna ár. Tað var so tað. Men í ár er nakað, sum er heilt annarleiðis. Tað er, at nú kanst tú spankulera oman í býin og síggja teir filmar, sum veitsla var um himumegin jørðina. Býrt tú í Havn, er júst hetta besti filmur, vit í fluttari merking kunnu fáa. At síggja tað sama, sum øll hini.  Birdman , sum helst er eitt gott boð um góða filmslist hjá einum av fremstu filmsleikstjórum úti í heimi beint nú, hóast eg sjálvur helt, at russiski Livjatan , bretski Mr Turner og pólski Ida vóru størri filmslist, enn meksiskanski Iñárritu, sum gjørdi virðislønta Birdman .  Ikki havi eg verið í Barcelona, men herfyri sá eg Biutiful hjá sama Iñárritu, og haldi meg fyri vist hava verið í hvørjum króki í tí býnum, eisini í havnarbýnum Le Havre við finska Aki Kaurismäki og í Karachi við norska Oddvar Einarson fyri nógvum árum síðani. Og fyrsta dagin koma filmar úr býunum Selma í Am

Eingin yvirgangur á Facebook?

Í gjár var franski innanríkismálaráðharrin, Bernard Cazeneuve, á vitjan hjá Facebook og grannanum Google í Mountain View í California, har Rachel Whetstone tók ímóti. Tey standa mitt í lívinum, hon verður 47 í morgin og hann er 51, og er fyrrveranda ráðharri við fíggjar- og evropeiskum samstarvsmálum. AP eigur myndina omanfyri, sum er úr Washington Post . Cazeneuve vil hava Facebook og Google í Silicone Valley, og Twitter, sum er á Market Street mitt í San Farncisco, at hjálpa fraklendingum og Evropiska Samveldinum at basa øllum yvirgangi. Hann vil hava fremstu sosialu miðlarnar longu í føðingini at forða fyri útbreiðslu av terror og øllum boðum og ábendingum um yvirgang. Tað verður spennandi, um tað fer at bera til við tílíkum eftirliti í einum multietniskum heimi, har oftast bara pengarnir fólki flyta, og um sosialu miðlarnir, sum eru heimsins fremstu vørumerki, vilja samstarva við stjórnir og felagsskapir. Kanska fer hetta lógvatak at avdúka, hvør hevur maktina í heiminum, og u

Er fiskur ikki longur føði?

Hvussu skulu vit liva, verður spurt upp í saman í Øskudólgi og sópingarkonu . Úti í heimi eru mong, serliga Sea Shepherd, sum ikki spyrja, men bæði vita og siga, hvussu vit skulu liva. Teirra trúðarjáttan er so langt frá okkara gerandistankum, til dømis um grindadráp, sum hugsast kann. Júst hetta kom mær til hugs, tá ein nýggjur flottur stuttfilmur herfyri varð lagdur á Vimeo  um stásiliga flotan hjá Varðanum. Tekniskt eru upptøkurnar framúr við góðari útgerð, Sony FS700 við Odyssey Q, við ervamyndum úr tyrlu og góðum teknaðum grafikki. Men hvat er innihaldsliga evnið, sum verður lýst? Tá eg hyggi eftir filminum, sum er fýra og ein hálvan minutt til longdar, fái eg onga løtu fatan av, at øll henda orka verður sjósett fyri at geva nøkrum í verðini mat á borðið. Her er ikki ferilin av matgerð, borðreiðslu ella einum skugga av tanka um, at eg skal taka fiskin í munnin. Fiskivinna er í almenna rúminum blivin fremmandgjørd, og er nú eitt tekniskt fyribrigdi, sum snýr seg um kapasitet a

Móðurmálsdagur og móðurmálsvirðisløn

25. mars er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Tá verður móðurmálsdagurin hildin. Tað eru Miðlahúsið, Dimmalætting, Kringvarp Føroya, Málráðið, Føroyamálsdeildin, Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið og Nám , sum skipa fyri degnum og virðislønini. Fyriskipararnir heita í hesum sambandi á skúlar , stovnar, fyritøkur og arbeiðspláss í síni heild í landinum at leggja sær henda dag í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini í skúlunum, men í øllum viðurskiftum, soleiðis at bæði næmingar og fólkið alt verða kunnað um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti. Sama dag, móðurmálsdagin 25. mars, verður ein móðurmálsvirðisløn handað. Virðislønin verður í ár handað fyri tað góða málið í lýsingum og handilsligum teksti. Seinnapartin móðurmálsdagin vera fleiri stuttir fyrilestrar og framløgur um móðurmálið í Norðurlandahúsinum. Um kvøldið verður Móðurmálsvirðislønin handað í Nýggjustovu í Gongini í Havn, har Hammershaimb vaks

Til lukku, Sólrún!

Í morgun varð kunngjørt, at Sólrún Michelsen er í uppskoti at fáa størstu rithøvundavirðisløn á okkara leiðum. Tað er Bókmentavirðislønin hjá Norðurlandaráðnum. Omanfyri havi eg avmynda Sólrún á einum kveikingardegin fyri skúlanæmingar í Norðurlandahúsinum í fjør. Og nú vit tosa um kveiking, so má eg nevna, at einaferðina vóru vit bæði og fleiri onnur við á skriviskeiði hjá Oddfríði Marna Rasmussen á Háskúlanum. Tað er størsta skrivikveiking eg havi upplivað. Haldi, at Sólrún hevði líka stóra ávirkan sum lærarin. Well, úr øllum teim norðurlendsku bókmentanarligu uppskotunum velur ein dómsnevnd vinnaran, ið verður kunngjørdur í Reykjavík á norðurlandafundi  27. oktober í ár. Umframt at blíva sjónlig á norðurlendska og kann henda altjóða bókamarknaðinum, fylgja eisini 350.000 krónur við Bókmentavirðislønini. Niðanfyri havi eg avmyndað Sólrún saman við dóttrini, Elin, á bókamessu í Frankfurt. Fyri jól í árinum 2000 segði Sólrún við Vikuskiftissosialin , at spírin at skriva verðu

Tá alt má víkja - Force Majeure!

Eftir flúgvandi byrjanina við pólska filminum Ida , russiska stórfilminum Livjatan og bretska listafólkafilminum Mr. Turner , verður nú sýndur besti svenski filmur beint nú, skulu vit trúgva ummælarum og teimum, sum hvørt ár handa Guldbagge-virðislønina, sum næstan allar fóru til Force Majeure (Ruben Östlund), ið eisini var við í kappingini um besta norðurlendska filmin í 2014. Hann verður sýndur mikudagin 18. februar kl 20:00 í Havnar Bio. Síðani fer Rigmor Dam at introdusera filmin Boyhood (Richard Linklater), ið heimspressan valdi sum besta filmin í fjør, hann fekk síðsta vikuskfiti BAFTA virðislønina og er nú stórfavorittur til Oscarvirðislønirnar í ár. Boyhood er serligur, tí hann er gjørdur við somu leikarum í tólv ár, og sýnir almennar og privatar upplivangar akkurát hesa tíðina. Til tess at gera hvørja sýning í ’Filmsfelagnum’ til eina serstaka uppliving,  er ætlanin at fáa ymisk fólk at innleiða við nøkrum orðum um filmin, sum verður sýndur. Whiplash (Damie

Boblujakkabandin

Her eru teir, boblujakkarnir til næsta val. Havi heft meg við hetta klædnaplagg, sum landsins kosnu menn, ja menn, klæða seg í, tá teir fara til arbeiðis. Havi hugsað við mær sjálvanum, at tað mann vera nakað kalt á tí arbeiðsplássi, har tú allan dagin situr í knappaðum boblujakka. Hevði tað verið mín starvsfelagi, ið enn sæt í boblujakka tá klokkan varð fýra, so hevði eg spurt, um hon var køld og um tað trekti. Hvussu mann vera á tingi? Har hava menn latið seg stilla upp, latið seg velja og hava tikið av lógliga valinum. So møta teir. Í boblujakka. Tað sigur tingvarpið og pressan. Tingmenn ganga í boblujakka. Teir møta og sita í boblujakka. Teir tala í boblujakka. Men hvat eyka signal fái eg, tá politiski boblumaðurin fer á talarastólin í snørdum jakka? Sjálvur fái eg ta fatan, at hann er kaldur. Illa heitin lúrur hann sum ein einsamur úlvur í kanadiskum gásadúni eftir úthurðini, at vissa sær, at hon enn er á glopp, antin til at rýma med alla, ella bara eina løtu at sleppa sær ósæd

Fiskivinna úr erva

Triða mánadagssendingin um fiskivinnuna í sjónvarpinum Dulda sølan av fólksins ogn var so hugtakandi og sannførandi við stringentari ervafrásjón, at eg mátti fara at leita á netinum eftir dronufoto, loftmyndum og bíbilska tekstinum um 'skøl, sum fullu frá eygum', og fingu hin blinda at síggja. Fann tekstin í Victorsa týðing, tí kirkjubíblian á netinum er blivin so trupul at leita í, at har gjørdist einki. ‘Tá fall við tað sama eins og skøl frá eygum hansara, og hann fekk sjónina aftur. Og hann reisti seg og varð doyptur.’ Soleiðis stóð at lesa í Apostlasøguni. Júst hetta var niðurstøðan eftir hesa sending. Og kanska skuldi hetta bíbliuvers staðið broderað og innrammað á øllum redaktiónum. Í kvøld var av sonnum ein ervafrásjón, og alla tíðina ritstjórnarliga væl viðgjørt tilfar, so vit skiltu alt og kundu fylgja við. Tá er málið í miðal miðlaarbeiði rokkið. Men tað er so óalmindiliga sjálvdan at tað eydnast. Í hvussu er so væl, sum í sendingini í kvøld.

Sólarbjór

Tænstuvinna er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi í Føroyum. Minnist, tá vit mitt í 70’unum høvdu samfelagsfak hjá Zakariasi Wang í Hoydølum og staðfestu í eini kanning, at øll starvsfólk í tænastuvinnuni í Havn vóru danskarar. Vit komu eftir, at tað kundi ikki fallið miðalføroyinginum inn at standa og selja frukt, skera skinku og borðreiða á matstovu. Føroyingurin var frælsborin víkingur, sum ikki skuldi níga og bukka fyri nøkrum. Illanstíð. Síðan er mangt broytt. Gav at bíta, nú ein skúlabók kom út, og fólk vórðu forfard, at forlagið aktaði Málráðið. Meðan tey gingu burturfrá og ristu við høvdinum, sá eg fyri mær, at høvdingatíðin í Føroyum er um at hvørva og fjara út. Í okkara tíð. Tænasta og kreativt samstarv eru ikki longur óføroysk fyribrigdi. Føroya Bjór hevur funnið uppá at bryggja eina ljósa øl í sambandi við sólarmyrkingina 20. mars. Og sølumaðurin vágar sær at boða frá, at um eina løtu sendir hann sjafførin við einum sixpack av Sólarbjóri . Eg takki fyri og lovi at siga f

Besti miðil í verðini

Í dag, trettanda februar, er heimsins útvarpsdagur, World Radio Day, lýstur av ST-stovninum UNESCO. Myndina av øllum teim gomlu útvarpslurtunum omanfyri, tók eg í Tema Radio í Havn í 2008. Meðan okkara útvarp byrjaði í 1957, kann heimasíðan hjá UNESCO upplýsa, at heimsins elsta útvarpsstøð, sum enn er í gongd, og tí er eitt fornminni, a World Heritage, er Grimeton útvarpsstøðin í Varberg í Svøríki. Svenski ríkisdagurin samtykti í 1921 at gera tráðleyst telegrafisamband til Amerika. Dygst við Varberg, á staðnum Grimeton, varð antennan sett. Í 1922 varð farið undir at byggja útvarpsstøð, sum varð liðug í 1924. Útvarpsstøðin, sum sæst niðanfyri, hevur staðið á UNESCO listanum yvir fornminni síðani 2004. Hon er hin einasta av sínum slag, sum enn er í gongd. Tað var í 2011 at ST samtykti at hava ein árligan útvarpsdag í allari verðini. Uppskotið átti Spania. Góðan útvarpsdag!