Hvussu skulu vit liva, verður spurt upp í saman í Øskudólgi og sópingarkonu. Úti í heimi eru mong, serliga Sea Shepherd, sum ikki spyrja, men bæði vita og siga, hvussu vit skulu liva. Teirra trúðarjáttan er so langt frá okkara gerandistankum, til dømis um grindadráp, sum hugsast kann. Júst hetta kom mær til hugs, tá ein nýggjur flottur stuttfilmur herfyri varð lagdur á Vimeo um stásiliga flotan hjá Varðanum. Tekniskt eru upptøkurnar framúr við góðari útgerð, Sony FS700 við Odyssey Q, við ervamyndum úr tyrlu og góðum teknaðum grafikki. Men hvat er innihaldsliga evnið, sum verður lýst? Tá eg hyggi eftir filminum, sum er fýra og ein hálvan minutt til longdar, fái eg onga løtu fatan av, at øll henda orka verður sjósett fyri at geva nøkrum í verðini mat á borðið. Her er ikki ferilin av matgerð, borðreiðslu ella einum skugga av tanka um, at eg skal taka fiskin í munnin. Fiskivinna er í almenna rúminum blivin fremmandgjørd, og er nú eitt tekniskt fyribrigdi, sum snýr seg um kapasitet at kasta, fanga og frysta skjótast gjørligt og so nógv sum gjørligt. Eg blívi illa við og sigi sum Sea Shepherd. Gamli maðurin og havið, fiskimaðurin, fiskiskipið og romantiski báturin eru ikki til longur: Instead they are floating factories, efficiëntly scooping up, processing and packing every living thing they encounter! All the riches of the sea arrive on land sliced, boxed and labelled...Hetta er stórt hjá vinnuni, men samstundis ófrættakent hjá brúkaranum. Tí eg fái ein greiðan varhuga av, at føroysk fiskivinna hevur gloymt, hví tey taka føði úr sjónum. Tað er so ikki til mín. Og tað er ein álvarsligur spurningur, at sita eftir við, tá eg havi sæð ein flottan reklamufilm. Helst hevði avsendarin ikki ætlað at víst mær hann. Niðanfyri sæst flotti filmurin.