Foto: Bjarni Árting Rubeksen Sálmisturin minnir okkum á tað hundavald, sum kemur í, tá menn gerast sjúkir eftir makt og lata rot koma í atferð og yvirvøld. Tað sóu vit á tingi, tá fólkaræðisliga skipanin var í fríum falli, og landsins kosnu uttan avmarking í eins fríum vitnisburði kundu greiða frá um egnar upplivingar, tá teir kendu seg fjøtraðar í einum lgbt-reiðri har suðri á evropeiska meginlandinum. Um henda hallusinerandi royndin í bundinskapi var í kjalarvørrinum á Timothy Leary, varð ikki sagt, men landsmaðurin Thomas Savage kendi seg í hippieárinum sjeyogtrýss kallaðan at skriva søguna The Power of the Dog , ið ávarar menn um eitrandi hundavald. The Power of the Dog. Av somu ávum hevur nýsælendska Jane Campion gjørt søguna til film við sama heiti, sum Sálmisturin í fyrndini risti úr ermuni, tá hann ávaraði um rot, tí hann sá hundavald fyri sær. Einki er nýtt undir sólini. Og tí stendur tyktandi áminningin hjá Sálmistinum enn fyri okkum: ”Máttur Mín er tornaður upp sum pott