At vera trælur umborð á skipi er lukkutíð hvørki vanligt ella normalt. Tó hava vit javnan hoyrt søgur úr egnum jørðildi og siglingarsøgu um rukkuna umborð, sum eisini hevur verið heimligt granskingarevni. Happandi hugtakið er ikki ólíkt trælahugtakinum, sum spildurnýggi spælifilmurin Buoyancy nú varpar ljós á í skapi av eini nøtrisøgu. Í dag verður filmurin Buoyancy frumsýndur í heimlandinum Avstralia. Hósdagin 10. oktober kl 19 verður fyrsta høvið at síggja nøtrisøguna Buoyancy í Norðurlondum, tí hann er setanarfilmur, tá minnilutafilmstevnan Faroe Islands Int'l Minority Film Festival byrjar í Norðurlandahúsinum. Buoyancy er fyrsti filmur hjá avstralska leikstjóranum Rodd Rathjen (f.1981). Filmurin er longu avstralskt uppskot til Oscarvirðislønirnar. Buoyancy er um ein 14 ára gamlan drong úr Kambodja, ið verður trælur umborð á fiskiskipi. Hollywood Reporter sigur : "Inspired by real events, the brutal yet realistic thriller, shot almost entirely at sea, is th