Neyvan hevur nakað broytt okkara gerandisdag sum skíggin. Tá vit í dag fara til arbeiðis, steðga vit í durinum, taka telefonina fram og skriva okkum inn í Total View. Soleiðis byrjar arbeiðsdagurin. Helst hava vit tá longu hugt í onkran av altjóða miðlunum, har yvirskriftirnar renna inn í somu telefon, fyri mín part Politiken og fríggjadag klokkan trettan er tað BBC. Starvsfelagin skrivar á messenger: "Eg arbeiði heima í dag." Abbasonurin fer í barnagarð, har tey syngja í kóri. Nøkur sekund úr eini upptøku. Røktarheimið, har langomma hansara er, sigur, at koronastongsilin er av, og tey spyrja um loyvi at senda teim avvarðandi felagsmyndir av búfólkunum, nú tey fara í Dansifrøði at eta smurt breyð á middegi. Tað er gamaní, svari eg um sama bleiktrandi skíggja. Og til at sannføra meg um, at skíggi stavast við fyrr-i, má eg styrkja meg í trúnni uppá at tað er rætt. Jú, rætt er. Hvat varð orðabókin uttan skíggja? Og hvat var málið, skriftin og samskiftið uttan atgongdina til s