Skip to main content

Posts

Svenskur filmur til Cannes

Filmstevnan í Cannes kunngerð nú, at svenski leikstjórin Ruben Östlund (f.1974) er boðin til Cannes við nýggja filminum Rutan , sum hevur enska heitið Square.  Filmurin byggir á eina veruliga uttandura listaframsýning í Svøríki. Filmurin er boðin við í almennu kappingarskránna, har gullpálmin er virðislønin. Fyrri filmurin hjá Ruben Östlund var Force Majeur , sum vann Dómsnevndarvirðislønina í Cannes í 2014, og varð vístur í Filmsfelagnum tá. Katja Adomeit, sum er altjóða framleiðari hjá Sakaris Stórá, var ein av teimum, sum framleiddi tann filmin, og eisini henda nýggja Rutan (The Square). Myndin er frá stuttfilminum um eitt ætlað bankarán  Händelse vid bank, sum nýggi filmurin byggir á. Við tíðindasíðuna hjá Svenska Filmsstovninum sigur Ruben Östlund í dag: "Jag har haft det på känn, jag tycker att vi gjort en mycket bra film. Men det var på håret att vi hann klart. Vi har klippt ned ett 400 000 gigabyte stort material till 30 gigabyte. Anledningen till att svaret

Hummarakvøld

Hóskvøldið borðreiddu Hallstein og Sâlik Qivitseq í garasjuni hjá Terja við hummara, sum var tikin saman dag í Kaldbaksfirði. Størru hummararnir, langoustine norvegicus , eru spilllivandi og verða sendir beint á borðið hjá Putin og øðrum viðskiftafólkum í hesum vælbjálvaðu flutningskassunum. Tá ið Christian X kongur vitjaði her á sumri í 1921, vóru fyrstu hummarar settir út á teir føroysku firðirnar. Teir nørdust tó ikki á Trongisvágsfirði, í Vágsfirði, Oyndarfirði og Fuglafirði. Í dag er einki hummaraloyvi sunnanfyri Tangafjørð. Ein frágreiðing hjá Havdirektoratet frá 1937, altso sekstan ár eftir at fyrstu hummarar vóru settir út, staðfestir, at hummarin er nørdur, og er komin fyri seg á teimum firðunum, sum hann heldur til í, í dag. Longu tá kundi sigast, at sunnanfyri Tangafjørð var einki at finna. So botnurin kring Sandoynna og Suðuroynna er also øðrvísi, sanna smakksgranskarar kring borðið, meðan Sâlik spælir nýggjasta grønlendska tónleikin. Væl smakkar, o

Filmsdagar í Felag 20.- 24. september 2017

Saman við Havnar Bio og øðrum úr Havn, fer Filmsfelagið á triðja sinni at skipa fyri Filmsdøgum í Felag 20. - 24. september í ár. Nýtt í ár er barnabio og eldrabio. Vístir verða nýggir filmar fyri ein bíligan penga, teirra millum nýggi filmurin hjá Aki Kaurismäki, sum á enskum eitur The Other side of Hope, og á donskum hevur fingið heitið Lys i mørket. Filmurin verður sýndur við donskum undirteksti, eins og allir aðrir filmar, tí teir koma frá donskum filmsútleigarum, ið Havnar Bio hevur samband við. Niðanfyri er finska plakatin og ein still mynd úr nýggja filminum, hjá Kaurismäki, sum saman við danska Lars von Trier man vera best kendi norðurlendski filmsleikstjóri síðan Bergman, ið var føddur í 1918, og sostatt hevði verið verið 100 næsta ár, um hann livdi so leingi.

Eitt ár í myndum

624 myndir frá 89 fotografum komu inn til framsýningina Eitt ár í Føroyum , sum Norðurlandahúsið skipar fyri. Framsýningin við innsendu myndunum letur upp 7. juni, tá ársins mynd eisini verður kosin. Tað yður í myndum kring um okkum, og hvør einasta mynd sigur eina søgu, sigur Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi í dag. Til Summarframsýningina í 2017 hevur Norðurlandahúsið savnað ørgrynnu av fotomyndum, tiknum í Føroyum farna árið, millum flaggdagarnar 2016 og 2017. Her sleppa tær at siga hvør sína søgu, og saman eina stóra felagssøgu, sigur fyrireikarin. - Øll, ið hava hug at siga sína egnu søgu ella okkara felags samtíðarsøgu, eru vælkomin at taka lut. Hvat hendir eitt ár í Føroyum? Hvat gera vit? Hvat gleðir okkum og hvat ræðir okkum? Náttúra og mentan. Børn og djór. Gerandisdagur og høgtíðir. Politikkur og trúgv. Bygdarlív, býarlív og sjóliv. Familjulív og arbeiðslív. Veður og vindur. Og alt tað, vit ikki kunnu seta orð á. Elsta fotomyndin, vit vita um, varð tikin av franskm

Fólkaflokkurin er menniskjansligur

Semja er um, at vit hava representativt demokrati. Í anda fólkaræðisins velja vit fjórða hvørt ár ein løgtingslim og ein býráðslim. Soleiðis er fólksliga umboðan fólksins fastsett. Men so eru tað fólkaflokkarnir, teir flokkar, sum í ymsum londum hava fólksins navn í sínum skjaldrarmerki, ikki bara hin føroyski, sum er á konstantari oyðimarkarferð í Afrika, hygg bara niðanfyri, men serliga tann í Danmark. Har er ein og bara ein flokkur, sum hevur kannað jørðildið og funnið seg sjálvan og sínar fólksligu røtur og tí tikið patent uppá einasta fólksliga navnið har í landinum, Dansk Folkeparti. Uttan mátahald, uttan modifikatiónir. Hetta er tað. Fólksins danska partí. Nú hava tey skotið upp, at øll trý fólkini, danskarar, grønlendingar og føroyingar, skulu taka vápn og fara í kríggj, tí tey, fólksligu fólkaumboðini, sum er fólkaræðisliga vald, vilja javnseta tey trý samríkjafólkini. Spell, at uppskotið fall. Tí her var ein neisti, sum prinsipielt kundi fest í, sum á Balkan á sinni

Flaggdagur við boðskapi

Í dag var flaggdagshald á Vaglinum í Havn, eins og í flestu bygdum kring landið. Í Havn helt Eydna Skaale flaggdagsrøðuna, eftir at grønir og gulir skótar og Havnar Hornorkestur høvdu marsjerað inn á Vaglið. Hetta er dagurin, tá hvørt flagg er vundið á stong, og dagurin, tá fotografar næstan fara á flog, meðan Rasmus undrast, soleiðis sum hann hevur gjørt á hvørjum ári, umgyrdur av leinkjum. Fotografarnir uppdaga millum annað, at gamli gentlemansklubbin í Havnarbýi trongir til eina vinaliga hond, ja kanska ein hollan málarasponsor, so ljótur er veggurin blivin. Einastaðni síggi eg, at hol er komið á Las Vegas-littu miðbýarfasaduna. Soleiðis fer tíðin við øllum, nú almenna  Merkið fyllir 77, hóast tað upprunaliga varð teknað í 1919. Tað er lítið í mun til Klubban, sum varð stovnaður 27. oktober í 1799. So kemur flaggdagsskrúðgongan oman eftir Niels Finsensgøtu, skótarnir fremst og síðan Hornorkestrið. Nú er at skunda sær av vegnum, hóast lítlibeiggi misti