Skip to main content

Filmsdagar í Felag 20.- 24. september 2017


Saman við Havnar Bio og øðrum úr Havn, fer Filmsfelagið á triðja sinni at skipa fyri Filmsdøgum í Felag 20. - 24. september í ár. Nýtt í ár er barnabio og eldrabio. Vístir verða nýggir filmar fyri ein bíligan penga, teirra millum nýggi filmurin hjá Aki Kaurismäki, sum á enskum eitur The Other side of Hope, og á donskum hevur fingið heitið Lys i mørket. Filmurin verður sýndur við donskum undirteksti, eins og allir aðrir filmar, tí teir koma frá donskum filmsútleigarum, ið Havnar Bio hevur samband við. Niðanfyri er finska plakatin og ein still mynd úr nýggja filminum, hjá Kaurismäki, sum saman við danska Lars von Trier man vera best kendi norðurlendski filmsleikstjóri síðan Bergman, ið var føddur í 1918, og sostatt hevði verið verið 100 næsta ár, um hann livdi so leingi.