Skip to main content

Posts

Fotografera, so tú minnist, hvar tú hevur verið

Triða sunnudag í advent vóru vit við Hoyvíkstjørn, at geva dunnunum og svanunum breyð. Um tveytíðina meðan tað enn er ljóst. Tá breyðpakkin er uppi og sólin er um at fara niður aftanfyri Kirkjubøreyn, fer Olaf at sproyta eftir dunnunum. Sindur djarvur, tí tær kundu reist fjarðarnar, serliga stóru svanirnir. Olaf vil hava myndatólið frá abba og sleppa at fotografera dunnurnar, svanirnar og alt, sum er við Hoyvíkstjørn, eisini tunnuflakan, sum er sokkin og rennuna, sum hann pissaði í. "Man skal fotografera, so man minnist, og ikki gloymir, hvar man hevur verið," sigur Olaf. Meir skal ikki til, at abbi er samdur, og letur Olaf sleppa at fotografera. Gott at abbi hevur fartelefonina. Eftir smølu gøtuni millum Tjarnargarð og húsini hjá Føroya Arbeiðarafelag, sær Olaf eitt myndaveni. Tað er múrurin, sum fyrr hevur verið bláur, men nú er hvítur. Málingin er dottin av, so ein bláur blettur kemur fram. Ein greið grafisk mynd, sum sigur søgur. Hann steðgar, siktar og trýstur á knøttin.

Disneykvæði og maktpoesi

Einaferð fekk eg íslendska Disneykvæði, Disneyrímur (1978), frá íslendska høvundanum og teknaranum. Síðan bleiv forvitnisliga bókin burtur, og er onkur sum hevur hana, við einari dedikatión á titulblaðnum, so er tað í allari óbeskeðinheit mín. Kanska hin einasta í landinum. Júst hetta við unikku monopolstøðuni, at eiga tað einasta eina, sum øll vilja hava, er dagsins støða hjá Disney.  Tey eiga bestu filmar í dag, trýpartarøðina ”Get Back” um Beatles, nýggju versjónina hjá Spielberg av ”West Side Story” og ”The French Dispatch” hjá Wes Anderson, sum ivaleyst er mest sniðfundigi stílmeistari í filmi á okkara døgum.  Eingin av hesum filmum koma til Føroya, tí Disney+ sæst ikki her. Disney hevur gjørt Føroyar til limbo og vit eru í tí Disneyøkinum, sum sviar kalla ”förintelse”. Veit væl, at VPN loysnir eru møguligar, tá vit frákopla føroysku landakotuna, og kunnu síggja Disney+ produkt ólógliga á okkara egnu lógligu teldu og alt annað við. Men ikki í biografi. Disney er farin í kríggj vi

Sterkur vinnarafilmur úr Klaksvík

Filmsgerð hevur tað gott í skúlunum úti um landið. Tað kundi staðfestast í Havnar Bio í kvøld, har næmingar vístu seks úrvaldar filmar í árligu stuttfilmskappingini hjá Námi. Karmurin er tey seytjan Heimsmálini hjá ST. Í ár varð varpað ljós á triðja heimsmálið, og tann partin, sum er um trivna og góða sálarliga heilsu fyri øll. Tað var nýsetti trivnaðarrágevin í Námi, Tóra Petersen, sum skeyt upp, at henda vinkling varð vald í ár. Og væl hepnaðist. Við læraranum Magna Husgaard, sum sást í sendingini lyst fríggjakvøldið, hevur flokkurin T1A í Tekniska skúla í Klaksvík arbeitt í trimum bólkum, sum hava gjørt hvør sín film til stuttfilmskappingina har vinningurin er ikki minni enn 30.000 krónur. Ein av hesum trimum filmum úr Klaksvík, ” Neisøgni til vælvildu” , gjørdist vinnarin í ár.  Tað avdúkaði stjórin í Námi, Eyðun Gaard, tá hann handaði flokkinum úr Klaksvík tær 30.000 krónurnar. Ein fimmpersóna dómsnevndini hevði undir leiðslu av Árna Øregaard, formanni, gjørt av, at virðislønin s

Annar sunnudagur í advent

Sólin stendur lágt, munurin á ljósi og skugga verður hárhvassur, og stutt eftir middag liggur Boðanes í litleysum skugga. Innan vit koma so langt, súgva litirnir mettuna í seg. Upp móti bláa fjørðinum er reyði konteynarin eitt mynsturverk, bara brotið av monotona pelanum, sum í kvøld fer at kasta ljós yvir myrka vegin og ljósa gonguteigin. Lívið er ein førningur við mynstrum. Í Hvamminum, uppi í brekkuni, stendur vakstrarhúsið í eins hvassari kontrast undir Lágargarði og minnir okkum á tíðina og ljósið, sum svinna, nú gøtan fer fram við Boðanesheiminum, og sýnið millum Stong og Eystnes manifesterar seg, sum gekk ellisheimsgøtan heilt út í havsbrúnna. Av tóma kampingplássinum sæst til vinstru handar inn í Eysturoynna við teim eyðkendu kavaklæddu tindunum heilt norður í Sundalagið meðan aldan stillisliga brýtur. Á trøðni hjá Júst hava dúgvurnar savnað seg á tekjuni at njóta tær seinastu strálurnar frá lágu adventssólini. Tyrlan kemur úr Dímun og setir seg á pallin við Hvítasand. Skuggarn