Í dag byrjaðu Bókadagarnir hjá Rithøvundafelagnum í Norðurlandahúsinum. Omanfyri síggjast formaðurin í Rithøvundafelagnum, Helle Thede Johansen, í baksýni, og fremst fyri er Marna Jacobsen, ritstjóri í Bokadeild Føroya Lærarafelags. Tað er fyrstu ferð at Bókadagarnir eru fleiri enn hin eini, sum við skiftandi hepni hava verið hildnir, alt síðani Petur W. Háberg fyrstu ferð skipaði fyri einum bókmentatiltakið í Sjónleikarhúsinum innan Útvarp og Rithøvundafelag yvirhøvur vóru til. Í ár fevnir bókmentaskráin um ikki færri enn fýra dagar. Eftir arbeiðstíð dag fór eg at lurta eftir Marnu Jacobsen, sum við egnum royndum helt ein fyndugan fyrilestur um ritstjórnarliga arbeiðið undir yvirskriftini Viðmerkingar frá ritstjóra, sum verður endurgivin niðanfyri: - Tað finnast ein rúgva av forløgum í Føroyum, men flestu teirra eru forløg, har ein persónur gevur eina bók ella nakrar bøkur út. Tað eru ikki nógv forløg í Føroyum, har fleiri fólk arbeiða við handritum fyri at geva tey út í bók, men