Skip to main content

Posts

Fyrsti sláttur

So er fyrsti sláttur á bønum í Tórsbyrgi. Sum tey mongu undanfarnu árini er tað Gutti, ið slær bøin við nýggju Hondamaskinuni. Og tá hon ljóðar um allan býlingin, tá er várið byrjað og summar brátt í hondum. Er onkur, ið ivast, so er at kenna angan av nýsligna grasinum, sum er millum bláu luftina og reyðu trillibøruna. Men enn sæst eingin sólja í nánd av Tórsbyrgi. Í ár er slátturin nakað seinni enn í fjør, tá sligið varð longu 19. apríl. Flestu ár hevur fyrsta grasið verið sligið uppá dagin 29. apríl, okkurt árið eina viku seinni, men ongantíð so seint, sum í ár, nú Gutti aftur førdi maskinuna millum húsini.

Føroyar filmaðar úr bili

Síðani landsverkfrøðingurin setti sær fyri, at koyrandi skuldi verða til - næstan - allar bygdir, hevur hesin tanki verið hildin við líka. Vegir, tunnlar, bryggjur og rutur eru til hvønn krók í landinum. Tað ger ferðafólk bilsin. Bilsin um, at til ber at leiga bil og sita í setrinum, aldri sleppa róðrinum, og tó síggja eitt dramatiskt landslag í tí ljósi, sum veðrið og sýnið býður. Langt burtur frá the Madding Crowd og tó ikki meir enn tveir tímar úr Kastrup hvønn einasta dag. Og enn stytri aðrastaðni frá. Eftir lítlari løtu kanst tú koyra til enda jarðarinnar og síggja líðir, stakkar, mánalandsløg og trølslig gandahol, tú ikki visti av vóru til. Júst tað er kjarnin í filmi. At verða forførdur í myrkrinum. Tí er ikki løgi, at altjóða fotografar og lýsingastovur elska at koma til Føroya at brúka lendið sum backdrop , bakteppi í eini søgu millum gand og veruleika. Í tílíkum føri er einki sum ein biltúrur til Syðradals. Har er nýliga asfalterað, nærum allan vegin. Enn er e

Timbuktu - millum mentan og átrúnað

Timbuktu er næsti filmur í Filmsfelagnum. Spildurnýggi filmurin er á fronskum og hevur vunnið ikki færri enn sjey César-virðislønir, m.a. sum besti filmur í ár. Filmsfelagið fegnast, at undirtøkan fyri sýningum í Havnar Bio er so góð, sum royndirnar hava víst hetta hálva árið við eksotiskum filmum. Til dømis endaði sýningin við argentinsku Hevndarsøgunum (Wild Tales) í gjár við, at fólk spontant klappaðu fyri góða filminum. Tað hava vit ikki upplivað í nýggjari tíð. Næsta eksotiska filmssýnging verður í Havnar Bio mikudagin 27. mai kl 20:00. Tá fer Hanna Jensen, sum er studentaskúlalærari og franskur konsul, at innleiða. Sum ein forsmakk, nú virðislønti filmurin úr Afrika er settur á skránna og atgongumerkjasølan er byrjað, sigur Hanna í stuttum soleiðis um Timbuktu (Abderrahmane Sissako, Móritania 2014, 97 min): - Á markinum millum tann franskttalandi heimin og tann arabiskttalandi heimin - á markinum millum mentan og átrúnað, viðger Abderrahmane Sissako, hvussu aldargomul men

Ingrid og norðbúgvar í Cannes

Í dag byrjar filmstevnan í Cannes . Svenska Ingrid Bergman sæst aftur á øllum plakatum og uppsløgum, nú fyrsti stevnudagur er. Orsøkin er, at hon hevði fylt hundrað í august, um hon ikki doyði 67 ára gomul í London í 1982. Í 1973 var hon forkvinna í dómsnevndini í Cannes. Í ár eru teir báðir amerikansku Cohen brøðurnir, Joel og Ethan, formenn. Teir hava víst níggju filmar í Cannes og vunnu Gylta pálmin í 1991 fyri Barton Fink . Stevnan, sum heldur á í tólv dagar, er heimsins størsta filmsevent . Hon hevur verið hildin 67 ferðir undan hesari. Bara at sleppa við á skránna hevur ómetaligan týdning fyri útbreiðsluna av einum filmi, serliga av fjarðum leiðum sum okkara í Norðuratlantshavi. Ein íslendskur filmur, Veðrar (Hrútar, Grímur Hákonarson, Ísland 2015 90 min), er úrvaldur og sloppin við á skránna Un Certain Regard saman við tjúgu sjáldsamum filmum, har hesin íslendski saktans kann vinna virðislønina, ið er partur av almennu skránni í Cannes. Men kendasti partur a

Millum festivalanna

Millum festivalanna í summar ber til at uppliva Kurt Cobain á stóra løriftinum í Havnar Bio . Sýningin verður mikukvøldið 8. juli millum festivalin við Múrin í Kirkjubø og G!Festivalin í Gøtu. Í Danmark er Roskilde festivalurin av fýra dagar undan, so betri kunnu karmarnir neyvan verða um eina nærum-Nirvana-konsert mitt í Havn. Filmurin Kurt Cobain - Montage Of Heck  er spildurnýggjur og Jákup Eli í Havnar Bio hevur ligið flatur í luftini at fáa samband við eigaran í London, sum hevur øll rættindi at vísa filmin á okkara leiðum. Í dag eydnaðist og atgongumerkjasølan er byrjað, bæði við skivuna í biografinum og á netinum . Her er enski teksturin, sum framleiðarin kunngjørdi, tá filmurin kom fram: "From acclaimed director Brett Morgen, this first ever, fully authorised documentary feature blends Cobain’s personal archive of art, written word, music (both his most famous and some that’s never been heard), and never-before-seen home movies, with animation and revelatory inte

Pubic service-opdraget ud i Torshavn

Nordisk knækprosa fra vor oversøiske stringer i Torshavn Fremtidssikret i en fælles erklæring giver vi hinanden håndslag understøttende forsikrede i temadrøftelser blandt repræsentanter bidragende til demokratisk debat med fælles oplevelser i værdier har formandsskabet ønsket en dagsorden en drøftelse af udfordringer i den digitale fremtid vis-a-vis det nordiske perspektiv understregende vigtigheden i en fortsat understøttende funktion med demokratisk debat der sikrer borgerne et uafhængigt nyhedsudbud og et bredt udbud af originalt, udfordrende og vedkommende public service-indhold af høj kvalitet (her kom ein fremmandur skrivari inn, red.) distribution der tilgås med værdi for vor fælles fremtid der slutter med enighed om at fortsætte dialogen iøvrigt er plyndring i Irak og Syria alvorlig

Milliardavirði í list

Í gjár varð dýrasti málningur seldur á uppboðssølu hjá Christie's í New York. Tað var Les Femmes d’Alger (Version 0) , sum Picasso málaði í 1955. Hann varð seldur fyri 179,3 mió dollarar, tað eru runt roknað 1,2 milliardir í dagsins kursi. Málningurin sæst omanfyri. Rekordina undan átti Francis Bacon við málninginum Three Studies of Lucian Freud , sum varð seldur fyri 142 mió dollarar, tað eru áleið 950 mió kr, í 2013. At virði er í list er tí staðfest ferð eftir ferð. Og nú ber eisini til at fáa staðfest, hvat virði er í føroyskari list heima hjá okkum øllum. Listasavnið boðaði frá í práti við Gunnar Nolsøe í Útvarpinum í morgun , at á hvítusunnu, leygardagin 23. og mánadagin 25. mai, er ókeypis konservatoreftirlit hjá privatum listasavnarum í Føroyum, har fakligi garanturin er Søren Bernsted frá Kunstkonserveringen í Danmark. Listarliga eftirlitið verður á Listasavninum frá klokkan 13 til 17 hesar báðar dagar. Á heimasíðuni sigur Savnið, at við listaverk verður meint málni

Ringulríma ein leygardag í Havn

Í dag fór eg í summarskógvarnar. Eigarafelagið borðreiddi við morgunmati í hitamiðstøðini klokkan 10 og so greiddi Høgni, sum er nývaldur formaður, frá um, hvar og hvussu ruddast skuldi. Millum húsini skifta Bjarnvarður og Martin Enok orð um standin á gøtunum. Sigrún og Turið hava ruddað bøin niðan ímóti Lágargarði og oman ímóti Boðanesheiminum. Henda fyrsta ruddingardagin var nógv at taka upp. Trø og runnar á felagsøkjunum og parkeringsplássinum eru klipt niður, so vøksturin framyvir verður snøggari. Jana, Høgni og fleiri hava skipað fyri. Í reiðskapsrúminum er ein makulator , sum eg higartil bara havi sæð brúktan til skrivstovupappír. Men nú hevur Jana tendrað blágrøna makulatorin, og rennir allar tær avskornu greinarnar í hann. Her er úrslitið. So kemur kommunubilurin og savnar allar posarnar við burturkasti úr Tórsbyrgi. Amboðini verða slept. Nú eru stundir til eina skuffukaku frá Maluni og ein kaffimunn til øll í hitamiðstøðini, sum hevur fingið hei