Skip to main content

Milliardavirði í list


Í gjár varð dýrasti málningur seldur á uppboðssølu hjá Christie's í New York. Tað var Les Femmes d’Alger (Version 0), sum Picasso málaði í 1955. Hann varð seldur fyri 179,3 mió dollarar, tað eru runt roknað 1,2 milliardir í dagsins kursi. Málningurin sæst omanfyri. Rekordina undan átti Francis Bacon við málninginum Three Studies of Lucian Freud, sum varð seldur fyri 142 mió dollarar, tað eru áleið 950 mió kr, í 2013.

At virði er í list er tí staðfest ferð eftir ferð. Og nú ber eisini til at fáa staðfest, hvat virði er í føroyskari list heima hjá okkum øllum.

Listasavnið boðaði frá í práti við Gunnar Nolsøe í Útvarpinum í morgun, at á hvítusunnu, leygardagin 23. og mánadagin 25. mai, er ókeypis konservatoreftirlit hjá privatum listasavnarum í Føroyum, har fakligi garanturin er Søren Bernsted frá Kunstkonserveringen í Danmark. Listarliga eftirlitið verður á Listasavninum frá klokkan 13 til 17 hesar báðar dagar. Á heimasíðuni sigur Savnið, at við listaverk verður meint málningar, skulpturar, tekningar og grafikkur eftir viðurkend føroysk listafólk.

Um tú hevur áhuga fyri, at konservatorin kannar títt listaverk, ber til at koma á Savnið frá 18. til 22. mai millum klokkan 14 og 16. Tá fer savnsstjórin, Nils Ohrt, at meta um, hvørt verkið er egnað at leggja fyri konservatorin. Savnið kann hava tey egnaðu listaverkini í varðveitslu til sjálvt konservatoreftirlitið, har ánararnir eisini skulu vera til staðar. Konservatoreftirlitið er ókeypis. Prísurin fyri møguliga konservering verður avtalaður millum ánara og konservator. Til ber eisini í summum førum at fáa konservatorin heim at hyggja, um talan er um stór listaverk.