Eftir eitt fríggjakvøld í Barbara Fish House við Fruites de Mer , havsins fruktum, má eg í orðabókina at finna eitt orð fyri raffinement . Har stendur henda beinraknað frágreiðing í donsk-føroysku orðabókini, sum hevur fýrstúsund orð og meir enn tríggjar milliónir leitingar: "tað at eitt er raffinerað, fínt, snilt, smart el. snøgt, tað at eitt er smakkgott; smakkvísi; tað at eitt er snildisliga gjørt, fínkan" Eins og orðabøkur, sangbøkur og bíbliutýðingar eru vit vælsignað við skeljum, skeljafiski - og kokkum, vertum og tænarum, sum ikki bara savnast um tað góðað orðið, men eisini um tað góða borðið. Franska siðvenjan er vorðin heimlig og føroysk, tí matstovuvinnan í Havn hevur ment seg so mikið, at umframt tað siðbundna, er eisini rúm fyri nýggjum gastronomiskum royndum, ið týðuliga hava fólksliga undirtøku. Útselt og fult hús er at fagna havsins skeljafruktum. At borðreiða og eta skeljamat er nýtt á okkara leiðum. Her hevur goggan verið brúkt til agn og ei