Skip to main content

Posts

Vit skriva meir enn nakrantíð

Í dag havi eg fyri fyrstu ferð hoyrt ein lesigranskara siga, at vit brúka meira tíð uppá skriving enn lesing. Gongdin, sum hevur tikið seg upp seinastu tíggju árini, er sjónlig í øllum heiminum. Tað sigur danska Lene Cicilie Storgaard, sum Lesivegleiðarafelagið, Orðblindafelagið og Serlærarafelagið hava boðið til Føroya. Úr kanningum nevnir hon sum dømi, at løgreglufólk skriva fýra tímar um dagin. Felagsdagurin hjá hesum trimum feløgum, varð hildin í Dansifrøi í Gundadali í Havn. Sum ritstjóri í Námi, slapp eg við at lurta, tí í mínum gerandisarbeiði skal eg saman við øðrum ritstjórum medvirka í at gera nýtt og egið dansktlærutilfar til triða flokk í føroyska skúlanum og allan vegin uppeftir. Fyrr hevur føroyska skúlaverkið adopterað, ættleitt, móðurmálslærutilfar úr einum øðrum landi, sum by the way er hundrað ferðir størri enn vit, til at brúka her hjá okkum. Umframt at elva til fremmandagerð, leggur tilíkt adopterað tilfar ikki upp til innliving og lærandi mekanismur hjá næminginum,

Ímyndin av føroyskum matstovuvirksemi gevst

John Mikkelsen gevst sum matstovuleiðari í Áarstovu, sum í mong ár hevur verið, og enn er ovast á Trip Advisor, matstovan Áarstova. Áðrenn tað, hevur John verið matstovuleiðari í Barbara Fish House, Etika, Hvonn og á Hotel Føroyum.  - Eftir tjúgu árum í matstovuvinnuni taki eg nú stikkið úr, sigur John, fryntligur, vitandi og tænastusinnaður við borðið. Tað eru í hvussu er trý av eyðkenninsmerkjunum hjá John. Kvøldið byrjar við Deutz sjampanju og kaviari á vaflum. So kemur ein leskiliga kremut fiskasúpan, sum í øllum korresponderar við undanrættin.  So kemur ein stoktur heimaveiddur toskarættur við Chablis víni, avmáldur, so smakkur og strukturur er ein kompakt eind. John setur ein stein av Bankanum á borðið at skapa samband og sannføring hjá teimum, sum ivast, um mineralska Bankasambandið við jarðbotnin í franska Chablis. Undir toskinum er blomkálspurée og asparges. Afturvið er broyskin turtsaltað hvonn, sum eg aldri havi smakkað fyrr. Ein ráki av hvonnsmakkinum hómast í aldargamla Ch

Religiónin í Útvarpinum

Nú var annan dagin á rað aftur eitt innslag í morgunsendingini um religión í Útvarpinum og bíbilsøgur, ikki bara hjá presti og bókaforløgum, men í øllum tí almenna upplýsingargeiranum.  Í gjár vóru tað eini tilkomin hjún, sum hugtakandi leggja hvønn dag í Harrans hendur. Í dag eru ørindini tey smæstu, sum skulu læra seg føroyskt. Tey smæstu. Og, by the way, fáa røttu fyriskipaðu kristnu virðini afturvið, heilt frá grundini, hóast hampuligi verturin roynir at fáa innpass fyri øðrum gerandisligum vinklum sum verkfalli og kríggi.  Hann er frálíkur, verturin. Hevur í mínum optikki og útvarpsoyra eina góða fatan fyri lesing, skriving og fatan av øllum tí, sum snýr seg um at danna nýggja borgaran, uttan at ov nógv dettur á gólvið. - Men vit skulu miðla Bíbilsøguna, fær verturin at vita frá báðum morgungestunum. Snildisliga snýkt inn í sendingina, sum flestu plagdu at lurta eftir, síðst vit hoyrdu um eina lurtarakanning.  Og sleppa vit hesum kikara úr kyksendinum inn í morgunsendingina innan

Patriarkatið lagt á blik

Mikudagin vísir Filmsfelagið jordanska filmin, Inshalla ein drongur , sum er hin fyrsti úr Jordan at verða vístur í Cannes, har hann í La Semaine de la Critique skránni vann the Gan Foundation Award. Jordanski leikstjórin, Amjad Al Rasheed, sum eisini hevur skrivað søguna, er føddur í Amman í 1985. Í 2016 varð hann í Screen International kosin ein av fimm ”Arab Stars of Tomorrow”. Invest Jordan upplýsir, at síðan David Lean gjørdi klassiska stórfilmin Lawrence of Arabia í 1962, hava fleiri enn 160 útlenskir filmar verið gjørdir í Jordan, har 8700 fólk arbeiða í filmsvinnuni og 95% eru jordanar. Millum kendu filmarnar, tiknir í Jordan, eru The Hurt Locker og Holy Spider , sum Filmsfelagið hevur sýnt. Nýggi jordanski filmurin, sum Filmsfelagið vísir mikudagin, vann tvær virðislønir í Cannes og varð almenna Oscaruppskotið.  Við heitinum ”Inshalla ein drongur”, sigur filmurin okkum spennandi harmasøguna um eina braneggjaða kvinnu, sum av øllum alvi stríðist fyri dóttrini og sær sjálvari

Karina mennir kjattbottar

Starvsfelagin, Karina Toftegaard, arbeiðir við OpenAI, har hon sjálv hevur ment og sniðgivið ymsar kjattbottar, ella GPT'arar. Hon venur teir at leita í føroyskum tekstum og sum bottar at brúka eitt gott føroyskt mál, har setningsbygnaður og bendingar eru rættar tá teir verða spurdir.  - Millum annað hesar kjatbottarnar - ein Alisfróða, eina Náttúrufríðu, og ein sum eitur BirkBlog, sigur Karina og vísir mær úrslitini.  - BirkBlog-GPT brúkar tekstir frá Birkblog til at skriva kreativan tekst . Hann kann brúka stílin og málburðin frá Birkblog til at týða og at tillaga tekst og svara spurningum. Hetta arbeiðið fevnir um at menna, geva bottunum hóskandi data á føroyskum, og prompta teir væl, soleiðis at teir gera tað, sum eg vil hava teir at gera, sigur Karina við skíggjan.  Sum upphavsmaður til útvið fýratúsund bloggar á føroyskum í meir enn seytjan ár, fegnist eg um arbeiðið hjá Karinu, eitt arbeiði, sum hevur stóran týdning fyri framtíðar skúlaskap, tá umræður at fáa føroysk svar fr

Tveir holocaustfilmar í Havn

Paula Beer sum Stella og Anthony Hopkins sum Sir Nicholas Winton Mikudagin sýnir Filmsfelagið, ”Stella. Eitt lív”, sum er fyrri av tveimum holocaustfilmum fyri summarsteðgin, upplýsir felagið. Seinni holocaustfilmurin er hin bretski ”One Life” við Anthony Hopkins, í høvuðsleiklutinum sum Sir Nicholas Winton, ið bjargaði 669 børnum undan nazistunum í Prag í 1938.  Unga jødiska Stella (Paula Beer) er høvuðspersónurin í nýggja týska filminum, sum byggir á veruligar hendingar, ið fara fram í Berlin, meðan nazistarnir hava ræði. Vit fylgja ljóshærdu Stellu, ið droymir um at syngja jazz og standa á palli. Tá tilveran bráddliga vendist í februar 1943, noyðast hon og húskið at fara undir heilt. Kortini kemur hon í klørnar á Gestapo, og deyðsmerkta søgan um hina vøkru Stellu Goldschlag (1922-1994) byrjar. Týski leikstjórin, Kilian Riedhof (f.1971), sigur, at filmurin ”Stella. Eitt lív” er um skuld, og hvussu langt tú vilt fara, at koma undan við lívinum, so tú kanst halda fram við tí, tú hevur

Gandafloytan hjá Nemo

Ikki er hann ólíkur einum ungum Frank Sinatra, hugsi eg, meðan franski forsetin hoyrist skjóta upp, at fimtan ára aldursmark skal setast á allar skermar, meðan árliga sangkappingin verður send í hvørja stovu í Evropa.  Og hvat so? Var tað ikki fyri endaskeltið, har fremstu stuðlar í kappingini verða nevndir, so sá eg onga orsøk at knýta samband millum hesar báðar hendingar.  Helst hevði eg bara nikkað í báðum førum.  Franska uppskotið er ein stuðul til ta nertingarangist, sum skúlaverkið hevur rent seg í, og vinnarasangurin er eitt uppkók av øllum woke-rørslum, ið leingi hava verið frammi.  Men bíða nú.  Tí vit tosa um vinnarasangin Code hjá Nemo, sum leygarkvøldið umboðaðu Sveis. Ja, umboðaðu, tí Nemo nevnir seg sjálvan í fleirtali, nú vit fara umborð í sangin hjá Nemo. Og, mind you , tvey hundrað millionir áskoðarar sóu kappingina í tríggjar tímar. Og tað uttan eftirlit og aðrar rættlesarar, sum eru uppvaksnir og tilkoyrdir í bókstavamentanini, sum pengasavnandi vitlíkið er farið at

Øll vilja verða hoyrd

  Mynd: KvF Katrin Petersen Øll vilja verða hoyrd og fáa verðina vísta og lýsta í teirra egna bílæti. Fyri fyrstu ferð havi eg lisið ein blogg á heimsíðuni hjá Kringvarpinum. Í virðiligum og hampuligum teksti greiðir tíðindaleiðarin frá um tær avbjóðingar, sum hjá einum lítlum miðili eru í at dúva uppá útlendskar keldur, og gera tað á ein javnvigaðan hátt. Tí eingin okkara hevur verið har. Kortini skulu tíðindini skrivast, umsetast og lesast, kanska av einum øðrum enn tí, ið skrivaði. Og kanska er útvarpslesarin limur í einum áhugafelag, sum lurtarin ikki vil vita av. Útvarpslurtarar, teir sum enn eru eftir, ganga í tveimum bólkum, tá umræður heitastu brennideplar úti í heimi beint nú. Annar bólkurin er serliga áhugaverdur.  Hann fevnir um sjálvbestaltaðar úrvalslurtarar, sum savnast á úrvalspallum.  Onkuntíð peikar ein starvsfelagi mær á útsagnir hjá einum persóni, sum vit í felag kenna. Og eg øtist. Tí greitt er, at her er kjarnin í tí bólki, sum tíðindaleiðarin vil ítaluse