Skip to main content

Gandafloytan hjá Nemo

Ikki er hann ólíkur einum ungum Frank Sinatra, hugsi eg, meðan franski forsetin hoyrist skjóta upp, at fimtan ára aldursmark skal setast á allar skermar, meðan árliga sangkappingin verður send í hvørja stovu í Evropa. 

Og hvat so?

Var tað ikki fyri endaskeltið, har fremstu stuðlar í kappingini verða nevndir, so sá eg onga orsøk at knýta samband millum hesar báðar hendingar. 

Helst hevði eg bara nikkað í báðum førum. 

Franska uppskotið er ein stuðul til ta nertingarangist, sum skúlaverkið hevur rent seg í, og vinnarasangurin er eitt uppkók av øllum woke-rørslum, ið leingi hava verið frammi. 

Men bíða nú. 

Tí vit tosa um vinnarasangin Code hjá Nemo, sum leygarkvøldið umboðaðu Sveis. Ja, umboðaðu, tí Nemo nevnir seg sjálvan í fleirtali, nú vit fara umborð í sangin hjá Nemo.

Og, mind you, tvey hundrað millionir áskoðarar sóu kappingina í tríggjar tímar. Og tað uttan eftirlit og aðrar rættlesarar, sum eru uppvaksnir og tilkoyrdir í bókstavamentanini, sum pengasavnandi vitlíkið er farið at skaka.

Havi altíð sagt, at rætta sitatið er, at í fyrstani var myndin, tí hvussu kanst tú hava eina fatan av einum orði, um tú ikki hevur eina mynd at krøkja tað uppá? 

Í eini hart kroystari og støðugt meira ágangandi myndamentan enn nakrantíð, eigur skúlin at læra næmingin at lesa myndir. Jú meira tær flasja, myndirnar, tess dyggari skal undirvísingin verða. Tað er mítt uppáhald. 

At lesa er at síggja inn í egnan biograf.

Hóast eg haldi, at tað avgjørt er ein heiðurlig leið at leggja upp til alla persónliga fatan av kyni, og at leggja lívssjónarmiðið har eftir, so havi eg altíð skálkin aftanfyri oyrað, tá ið TikTok, sum sæst omanfyri, er millum fremstu stuðlar til mentanartiltøk, ið savna flestu fólk í øllum heiminum. Og, mind you enn einaferð, tað verður ikki bara sent beinleiðis, men áskoðarin verður eisini aktiveraður, tí hann ella hon ella tey (!) skulu atkvøða í einum dumbum Machiavelli-leiki upp móti lærda parnassinum, har dómsnevndin situr sum ein mótvekt til fólksliga virksemið, beint úr havsins dýpi, tí almenni, sum danir kalla folkedybet.

Tveyhundrað milliónir í tríggjar tímar. So leingi kann eingin kappast um okkara uppmerksemi, og tað so forferdiliga langt í frá. At halda fokus og uppmerksemi er størsta avbjóðing hjá miðlum, skúlum og øðrum sosialiserings agentum, sum vilja danna okkum.

Christian Matras yrkti Eg fann teg í kvæðum, sum Regin Dahl setti lag til, og Tutl gav út í einum risastórum fløgusavni. Halda vit fast í talgildingini, kunnu vit sitera grand prix vinnaran leygarkvøkdið, Nemo, tá tey sigur, at tey funnu seg sjálv som non bineran persón millum eitt og null, sum forritarar siga og leggja alt støði á, eittarar og nullarar, ið eru tað, sum øll forritan byggir á. 

Somewhere between the 0’s and 1’s / That’s where I found my kingdom come / My heart beats like a drum

Í donsk-føroysku orðabókini hjá Sprotanum stendur henda frágreiðing undir danska orðinum identitetskrise: "orð sum fremmandgering og samleikakreppa tóku seg upp um somu tíð sum persónstøl gjørdu nøvn óneyðug."

Í íslendskum máli verður sagt kynsegin.

Føroyska LGBT sigur um heitið: "Ei-tvískipað er fatanin um, at kyn kunnu vera fjølbroytt og at ymiskir kynssamleikar og kynsútrykk eru til, og hesi passa ikki altíð inn í eina tvískipan, har bara tvey kyn eru til. Harafturímóti verður mett, at summi fólk fella ymsastaðni á linjuni millum kallkyn og kvennkyn. Tey rópa seg ei-tvískipað."

Sangurin hjá Nemo er týðuliga ein dannandi tokferð hjá einum tílíkum persóni gjøgnum dagsins Evropa, frá Zürich í Sveis til Malmö í Svøríki, at læra at liva við fleiri samleikum og mátum at vera uppá, og í tí ytra at tosa og klæða seg, og annars geberda sær. Fyri at krøkja aftur í Christian Matras og laga tjóðskapartekstin til Nemo: Eg fann teg millum nullarar og eittarar. Tað er Nemo kotan, ið sangheitið sipar til.

Men ikki er hon lættkeypt, kotan:

I, I went to hell and back to find myself on track / I broke the code, oh ohh

Her raka vit eitt rip off frá Gandafloytuni (1791) hjá Mozart og brotið “Der Hölle Rache kocht in meinem Herzen”, sum Nattens Dronning syngur. Dynamiska brotið er eisini nýtt í stílskapandi framtíðarfilminum við flúgvandi gulum taxabilum, The Fifth Element, hjá franska Luc Besson (1997).

Fara vit aftur í orðabókina hjá Sprotanum, hina enskt-føroysku, stendur at enska hugtakið eclectic er "úrveljandi, samanskipandi, eklektiskur; settur saman av ymsum hugrákum."

Týðuligt er, at sangurin hjá Nemo er júst eclectic, settur saman og toygdur í hvørjari lykkju frá byrjan til enda á ein postmodernistiskan hátt. Í útgivna Nemo-filminum, sum meistarliga fylgir sanginum, og myndirnar á hesum bloggi eru frá, er Nemo fyrst frásøgumaður, sum eins og í Cabaret bjóðar vælkomin til sjovið, ið er ein tokferð við konduktøri í grønum uniformi. 

Á laiv konsertini leygarkvøldið vigar Nemo á pallinum á einum kloyvdum eggi. 

This is my bohème, so drink it up, my friend

So er ein rapp sekvensur, sum í sanginum lýsir the lows and highs. Nemo er í kaninhúgvu, sum í Alice in Wonderland, og høgari húgvu eins og hon, jamiroquai brúkti.


Ein eyðkend Evrovision uppbyggjandi brúgvakraft, sum í nýggja sanginum hjá Jørgini Dahl, Watch Me I'm Free, leggur so upp til eitt klimaks, brúgvaskifti, í sanginum.

So er nýtt brot, tá Nemo gerst innhugsin og kunngerð that’s where I find my kingdom come.

Afturvið vinnandi sigursorðunum My heart beats like a drum kunnu vit hugsa okkum eysturevropeiskar stepputrummur við einum roaming útsýni, sum úr stevninum á Titanic, ella yvir skotsku heiðini í einum James Bond filmi. Tað er Eurovision á heimabeiti.

I broke the code - og fann paradís

Nemo - sum stórbært minnir meg so nógv um Reiley, at eg vildi sagt, at tey eru einki annað enn Reiley 2.0 - ger greitt, at Nemo vil ikki verða settur í bás, hvørki tónleikaliga ella kynsliga. Nemo er teirra egnu. Tað er eklektiska projektið úr Zürich í Sveis til Malmö í Svøríki. Nemo í fleirtali.