Nú var annan dagin á rað aftur eitt innslag í morgunsendingini um religión í Útvarpinum og bíbilsøgur, ikki bara hjá presti og bókaforløgum, men í øllum tí almenna upplýsingargeiranum.
Í gjár vóru tað eini tilkomin hjún, sum hugtakandi leggja hvønn dag í Harrans hendur. Í dag eru ørindini tey smæstu, sum skulu læra seg føroyskt. Tey smæstu. Og, by the way, fáa røttu fyriskipaðu kristnu virðini afturvið, heilt frá grundini, hóast hampuligi verturin roynir at fáa innpass fyri øðrum gerandisligum vinklum sum verkfalli og kríggi.
Hann er frálíkur, verturin. Hevur í mínum optikki og útvarpsoyra eina góða fatan fyri lesing, skriving og fatan av øllum tí, sum snýr seg um at danna nýggja borgaran, uttan at ov nógv dettur á gólvið.
- Men vit skulu miðla Bíbilsøguna, fær verturin at vita frá báðum morgungestunum. Snildisliga snýkt inn í sendingina, sum flestu plagdu at lurta eftir, síðst vit hoyrdu um eina lurtarakanning.
Og sleppa vit hesum kikara úr kyksendinum inn í morgunsendingina innan vit púra kíka, so síggja vit eisini eitt heilt nýtt produkt í lívsseigu religiónsføðiketuni hjá Útvarpinum. Tað er í sendingin har troyttir livibreyðspolitikarar úr egnum brósti leggja fram dagins prædikutekst. Fyri okkum, sum pliktskyldug lurta. Teir vilja eisini sleppa upp á prestsins pulpitur, lívstroyttu livibreyðsplolitikararnir.
Er tað bara eg, sum haldi, at hetta er tað reina pulp fiction?
Við eini umskriving frá Kára P kundi eg spurt: Sig mær, fáa vit føroyingar ongantíð frið?
Hvat við at virða prestsins starv og embæti og lata hann ella hana um dagsins tekst, og ikki blanda verðsligu maktina, sum forfongilig fólk bera við sær og flagga við á hvørjum torgi alt lívið, ein makt, sum bara er áhugað í síni egnu makt og at nøra um hana, egnu multipliserandi maktina, so hon kann verða vælforvarað hjá okkara líkasinnaðu lagsbrøðrum og -systrum í lívsins Gudslandi, næstu ferð vit møtast í miðlum og á torgum at flagga okkara makt og viðhaldsstøðu, sum var lívið ein Millwallfótbóltsdystur?
Tað er ikki beinleiðis gudiligt, at ganga so høgt upp í makt, at hon verður definitiónin av, hvar á gudiliga stiganum tú ert. Tað er líkasum eitt spursmál millum meg og Várharra.
Matteus sigur tað jú so greitt:
Og tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki vera eins og falsararnir, tí at teimum líkar væl at standa og halda bøn í samkomuhúsum og á vegamótum, til tess at teir mega verða sæddir av monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína. Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær.
Soleiðis er tað.
Sum eina millustøð millum loyndina hjá Matteusi og gravarbakkan hjá okkum øllum, ber eitt nú til at lurta eftir George Harrison og sálminum Awaiting on you all, har hann púra óvæntað setur guddómin fram í fleirtali. Tað er í hvussu er ein gongd leið at sleppa burturúr óneyðuga einstreingjaðu tilgongdini hjá Útvarpinum, tá umræður verðsliga maktreligión.
Við Copilot hjá Microsoft gjørdi vitlíkið religiøsu útvarpsmyndina