Mynd: KvF Katrin Petersen
Øll vilja verða hoyrd og fáa verðina vísta og lýsta í teirra
egna bílæti. Fyri fyrstu ferð havi eg lisið ein blogg á heimsíðuni hjá
Kringvarpinum. Í virðiligum og hampuligum teksti greiðir tíðindaleiðarin frá um
tær avbjóðingar, sum hjá einum lítlum miðili eru í at dúva uppá útlendskar keldur, og gera tað á ein
javnvigaðan hátt.
Tí eingin okkara hevur verið har. Kortini skulu tíðindini
skrivast, umsetast og lesast, kanska av einum øðrum enn tí, ið skrivaði. Og
kanska er útvarpslesarin limur í einum
áhugafelag, sum lurtarin ikki vil vita av.
Útvarpslurtarar, teir sum enn eru eftir, ganga í tveimum
bólkum, tá umræður heitastu brennideplar úti í heimi beint nú.
Annar bólkurin er serliga áhugaverdur.
Hann fevnir um sjálvbestaltaðar úrvalslurtarar, sum savnast á úrvalspallum.
Onkuntíð peikar ein starvsfelagi mær á útsagnir hjá einum
persóni, sum vit í felag kenna. Og eg øtist.
Tí greitt er, at her er kjarnin í tí bólki, sum tíðindaleiðarin
vil ítaluseta. Viðhaldsfólk hjá einum fjarum fólkabólki, ið eftir teirra heimliga
sjónarmiði er forfylgdur og marginaliseraður, ikki minst av tíðindafólki. Um mótstøðubólkin verða bara
niðrandi orð, setningar og hugtøk brúkt. Á føroyskum.
Kjakið
verður umboðandi, representativt, uppá aðru hond, by proxy.
Úr mytologiskum
sagnum og søgum átaka tey herbúgvandi sær fremmanda eksistensin, tí tey púra
ósjálvsøkin vilja tóna reint flagg, sum tey siga. Tey eru okkara sosialiseringsagentar
á heimrustini. Umboðsfólk fyri røttu meiningina uttan úr illavorðna heimi, har
alt tað illavorðna hendir. Fjarstøðan er teirra livibreyð.
Óansæð hvat tað snýr seg um, eru tey á røttu síðuni.
Tíðindi í Kringvarpinum, tiltøk í Norðurlandahúsinum ella
veggjakrutl í Løgtinginum.
Maktin og víðsýnið hjá hesum úrvalda heimafólki er ikki bara
vegurin og sannleikin, men sjálvur karmurin um lívsins innihald og meining,
antin tú býrt her, ella hinumegin á klótuni.
Tí torir eingin at muta ímóti. Hesi fólkini hava rætt, við at taka sær rætt.
Í
mínum eygum sær tað út, sum um tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, ræðist henda
heimabólk av meiningsdannarum, ið ikki er á hermótinum, sum tey tó vita alt um. Og
dittar tú tær at bera tíðindi av hermótinum, ið ganga viðhaldspartinum ov nær, so
er, excuse me, fanin leysur. Hetta er sum tann primitivasti fótbóltsdystur.
Spell, at tíðindaleiðarin tykist bakka fyri hesum sjálvbestaltaða maktfaktori í
Føroyum. Soleiðis fati eg bloggin hjá henni.
Kringvarpið eigur at traðka í karakter og gera upplýsandi kjaksendingar
um teir brennideplar, ið mest troðka seg á í miðlamyndini av heimsstøðuni. Ein
sovorðin dekningur manglar og skal her verða eftirlýstur. Ikki minst tí, at vit í onkrum føri eiga onkrar av heimsins fremstu kapasitetum á hesum øki. Tað gekk fram av almennum fundi í Løkshøll síðst í februar.
Hetta er ein mangulvøra hjá Kringvarpinum. Innan tit innfría hesa manglandi uttanríkispolitisku sendivøru, vil eg tvíhalda um, at tit lata tykkum kúga av hesum sjálvbestaltaða heimabólki. Uppá sikt er hetta ein hóttan fyri demokratiið.