Mikudagin vísir Filmsfelagið jordanska filmin, Inshalla ein drongur, sum er hin fyrsti úr Jordan at verða vístur í Cannes, har hann í La Semaine de la Critique skránni vann the Gan Foundation Award. Jordanski leikstjórin, Amjad Al Rasheed, sum eisini hevur skrivað søguna, er føddur í Amman í 1985. Í 2016 varð hann í Screen International kosin ein av fimm ”Arab Stars of Tomorrow”.
Invest Jordan upplýsir, at síðan David Lean gjørdi klassiska stórfilmin Lawrence of Arabia í 1962, hava fleiri enn 160 útlenskir filmar verið gjørdir í Jordan, har 8700 fólk arbeiða í filmsvinnuni og 95% eru jordanar.
Millum kendu filmarnar, tiknir í Jordan, eru The Hurt Locker og Holy Spider, sum Filmsfelagið hevur sýnt.
Nýggi jordanski filmurin, sum Filmsfelagið vísir mikudagin, vann tvær virðislønir í Cannes og varð almenna Oscaruppskotið.
Við heitinum ”Inshalla ein drongur”, sigur filmurin okkum spennandi harmasøguna um eina braneggjaða kvinnu, sum av øllum alvi stríðist fyri dóttrini og sær sjálvari í einum samfelag, ið er skapt av monnum og bara er fyri menn.
Umframt at dragast við sorgina, tá maðurin bráddliga doyr, noyðist einkjan, Nawal (Mouna Hawa), at stríðast móti jordanskum arvarætti. Hon skal rinda skuldina hjá manninum, og kann missa bæði hús, hon sjálv hevur goldið, og allan arv. Tí uttan ein son, og arving av kallkyni, fella húsini til svágin, ið samstundis fær rættin yvir dóttrini, Noru.
Ørkymlað og í villareiði finnur Nawal uppá at siga í rættinum, at hon er uppá vegin. Vónin um, at tað er ein drongur, skal vinna henni tíð at berjast móti patriarkalska rættarsamfelagnum í Jordan. Eitt tilætlað væl, sum kastar hana út í ein óforútsigiligan dyst móti løgskipanini, nú hon sjálv hevur tikið lagnuna í egnar hendur. Tí er heitið á filminum ”Inshallah ein drongur”, um Gud vil, ein drongur.
Heimsins elsta filmstíðarrit, Variety, skrivar um nýggja jordanska filmin: ”A gripping social drama about systemic oppression that morphs into a masterful thriller”. Screen Inernational skrivar: ”A refreshing take on complex family dynamics. Mouna Hawa’s sincere and gutsy performance will win audience favour”.
Sýningarnar hjá Filmsfelagnum eru í Havnar Bio. Filmurin verður sýndur í upprunaversjón við arabiskari talu og donskum undirteksti.
29/5 kl 20:00 Inshallah ein drongur (Inshallah walad, Amjad Al Rasheed, Jordan 2023 113 min)