Vikuskiftið, Sosialurin 8. desember 2000 SAMRØÐA. - Tá tú skrivar, verður tú meira opin fyri øllum, sigur Sólrun Michelsen. Tú sært og hoyrir og leggur tær í geyma á ein annan hátt enn áður. Tú fært inspiratión av øllum uttanum teg. Einki er so spennandi sum veruliga lívið - Sólrun, hvat er títt dagliga yrki? Eg eri fyrisitingarleiðari á eini heilsølu í Havn. ... men tó so, tú hevur eisini skrivað? Ja. Eg byrjaði seint at skriva, men seinastu sjey-átta árini havi eg skriva nógv. - Hvussu nógvar bøkur hevur tú skrivað higartil? Eg havi skrivað tríggjar bøkur. Hin fyrsta Argjafrensar kom út í 1994. Hetta er ein bók um barnaár míni á Argjum, sum tá var ein lítil bygd. Sum barn hevði eg lítið og einki við stórbýin Havnina at gera. Vit spældu í fjøru, bøi og haga, og vit kundu eisini spæla á vegnum, tí har var so gott sum eingin ferðsla. Bussóli kom einar tvær ferðir um dagin. So bardust vit um at hanga afturúr so langt vit orkaðu at renna. Annars var bara skipasmiðjubilurin, og so onkur, s