Skip to main content

Posts

Várframsýningin 2008

Myrkrið sýgur um Listaskálan. Tey "ordiligu" listafólkini mugu koma aftur! Á www.kjak.fo sigur frk.fjams um Várframsýningina 2008: Eg havi sæð Várframsýningina. Sum heild haldi eg framsýningin er ógvuliga “nossilig”, sum Kinna eisini tekur til - haldi tó Kinna er í so negativ í sínum ummælið. Well, eg bleiv ikki blást um koll...Er nakar annar, sum hevur eina meining um framsýningina? Á www.kjak.fo sigur birk um Várframsýningina 2008: Havi eisini sæð Várframsýningina. Fyri ein part eri eg samdur við tær og teim ummælum, ið hava verið frammi. Og lat meg nevna, at mær tykir at tey ummæli av myndlist, sum koma fram í Føroyum eru blivin meira krukkut enn kvalifiseraði. Og júst hetta er eitt symptom uppá listarliga standin. Hvørja ferð eg eri í Listaskálanum kenni eg ein tiltakandi óhugna. Várframsýniningin er toppurin í so máta. Nú er tað blivið beinleiðis pínligt at koma í Listaskálan. Og mær dámar tað ógvuliga illa. Tí eins og allir (?) føroyingar eri eg djúpt góður við bæði Lis

Arthur C. Clarke úr tíðini

Aldri áður eru framstig manna-ættarinnar lýst so hugtakandi, sum á hesum báðum myndum. Tær eru úr innganginum í filminum "2001: A Space Odyssey" (1968). Ein steinaldarmaður kastar fyrsta vápnið, sum er ein brotin lærleggur, upp í luftina og niður aftur kemur ein high tech rúmdarstøð við tónum hjá Strauss. Í millum byrjan og enda á hesum sekvensi liggur mentanarsøga okkara. Fantastiskt! 90 ára gamal, er upphavsmaðurin til hesa søguna "2001: A Space Odyssey", Arthur C. Clarke, farin úr tíðini. Søgan, sum er frá 1968, varð beinavegin gjørd til film. Leikstjóri varð Stanley Kubrick, sum við hetta høvið gjørdi eina av mest avbjóðandi visualiseringum í allari filmssøguni. Kubrick doyði í 1999. Sí grein "Tá framtíð gerst samtíð" undir árinum 2001 í yvirlitinum til høgru.

Avskipaðir filmar

Birgir Kruse og Poul Johannes Jacobsen við føroyskum filmum uttan fyri Eik í Havn Ein skái varð seinrapartin, tá teir 230 filmarnir, ið eru savnaðir til fyrsta partin av verkætlanini "Føroyskar søgur, upplivingar úr gerandis-degnum" vórðu avskipaðir við høvuðsskrivstovuna hjá Eik yviri við Strond í Havn. Poul Johannes Jacobsen, Eik, tekur allar tær fimm Eik-taskurnar, ið eru fyltar við føroyskum filmi við sær til Danmarkar. Eini 80 pund av filmi. Tey, ið hava latið filmar til fyrsta part av verkætlanini eru Dánjal Jákup Mortensen, Rannvá Olsen, eftirkomarar hjá Niels L. Arge, Inger Hansen, Daisy Sloan, Kári Andreassen, Árni Conradsson, Knút Bjørk, Aksel Haraldsen og Erlendur Simonsen, øll Tórshavn, Dávur Winther og Margretha Hansen, Klaksvík, Signe Skaaning, Leynar og Andras Nybo, Hósvík. Substanz Nordisk Film fer nú at talgilda filmarnar og skriva handrit til DVD útgávuna "Føroyskar søgur, upplivingar úr gerandisdegnum". Tá liðugt er fáa ánararnir upprunafilmin aft

25 NLA-filmar

Birgit Arge og svigarinnan Sólrun Arge við sjáldsamum filmum, sum Niels L. Arge hevur tikið í fimmtiárunum “NLA-filmar, soleiðis kallaði pápi filmarnar,” sigur dótturin Birgit og greiðir frá hvussu Niels L. Arge hegnisliga skrivaði stavirnar á eskjurnar, sum filmarnir eru í. Og ymsar eru tær, eskjurnar og hylkini, sum mongu filmarnir eru í. Umframt vanliga 8 mm stødd, hevur Niels L. Arge brúkt 9,5 mm støddina, ið kravdi serstaka útgerð, tí perforeringin var mitt gjøgnum filmsrulluna. “Vit eru fimm systkin, ið hava hugt at filmi seinastu dagarnar. Seks tímar sunnudagin, og so aftur í gjár og í dag” siga tær báðar Birgit og Sólrun, ið eru samdar um at larmurin frá filmsapparatinum er eitt sindur stravin. “Men hetta var veruliga a walk down memory lane ,” heldur Birgit, ið er skúlastjóri í Hoyvíkar skúla. Svigarinnan Sólrun, sum er gift við Thomas Arge, er samd. Sólrun og tey hava havt mongu filmarnar hjá Nielsi í varðveitslu. Niels L. Arge fotograferaði nógv, tók film, eisini við ljóði,

Søguligur filmur úr Havn

Rannvá Olsen við filminum, sum langabbabeiggin Ingvald Olsen tók í 1926. Ingvald (1905-1981) er hin yngsti av brøðrunum. Elsti føroyski filmur, sum higartil er funnin, er tikin í 1926. Myndamaðurin er Ingvald Olsen úr Havn. Ingvald varð føddur í 1905 og doyði í 1981. Filmurin, hann tók í Havn og á Tvøroyri, er í 35 mm stødd og varir 12 minuttir. Filmurin hevur verið vístur í biografinum hjá Dia á Bø, har sum Føroya Banki er í miðbýnum í Havn. Upptøkurnar eru av kongavitjan í Havn 1926, tá Kristian X. vitjar saman við drotningini Alexandrinu. Vit síggja hópin av fólki, sluppum og deksbátum á vánni og havnalagið á Eystaru- og Vestaruvág. Eisini síggja vit eina sjáldsama sirkus-karusell, ið melur so lystiliga á Vaglinum ella har í nánd. Eftir hetta er fótbóltsdystur har HB og TB spæla, og vit síggja eitt brot við fólki, ið eru savnaði á bryggjuni á Tvøroyri. Síðani er norsk ítróttarvitjan og tveir menn taka brókatøk eina góða løtu. Kristian X. og Alexandrina drotning vitjaðu fyrstu ferð í

Søguligur filmur úr Klaksvík

Tær 14 filmsrullurnar hjá "Als" á borðinum hjá Dáva Winther Sunnudagin var eg í Klaksvík og savnaði gamlan film til verkætlanina "Føroyskar søgur, upplivingar úr gerandisdegnum". Har hitti eg Margrethu Hansen, dóttir Jógvan A. Olsen, sum bygdi deksbátar á Grótrætt og Lítlu beding. So hvørt deksbátarnir fóru av bakkastokki, hevur Jógvan filmað við Super 8 útgerð. Spennandi staðfestingar, ið umframt at sýna líðugt dygdarverk, eisini vísir fólkalívið í sjeytiárunum. Soleiðis er við filmi. Samstundis sum filmur er tann listagreinin, ið tættast er knýtt at tøkni og ídnaði, so er eingin listagrein, sum ájavnt við film kann lýsa fólkalív, beint so sum tað var. Sama sunnudag hitti eg eisini mentaleiðaran Dáva Winther í hølunum hjá Klaksvíkar býráði. Frammanundan høvdu vit skift orð um stóra søguliga filmssavið hjá dananum Pouls Als-Jensen. Undir krígnum og fram til 1949 hevur hann tikið film í Klaksvík, har mangt áhugavert er at síggja. Fróðarmaðurin Jógvan við Keldu skriva

Føroya søga á filmi í 100 ár

"Føroyskar søgur, upplivingar úr gerandisdegnum" er heitið á søguligari filmsverkætlan, sum Eik Grunnurin og framleiðslufelagið Substanz Nordisk Film standa fyri í samstarvi við Fornfilmsfelagið og Kringvarpið. Talan er um at savan filmsupptøkur, ið lýsa seinastu 100 árini í Føroyum gjøgnum gerandisupplivingar hjá høgum og lágum. Í hesum sambandi heitir samskiparin Uni Leitistein Hansen á allar føroyingar um, at fara í skuffur, upp á loftið og út undir væðingina at leita eftir gomlum, søguligum filmsupptøkum, ið kunnu varpa ljós á søguna hjá okkum øllum hetta drúgva og hendingaríka tíðarskeið. Alt filmstilfar, ið stavar frá undan 1900 og fram til 1990, og er á 8 mm., 16 mm. ella øðrum videoformati, hevur áhuga. Vikuskiftið 7.-9. mars 2008 verða søguligir filmar heintaðir frá 17 ymsum fólkum kring landið. Filmarnir verða sendur til Danmarkar við starvsfólki hjá Eik, mikudagin 12. mars 2008. Kontaktpersónar eru Uni Leitistein Hansen ulh@substanz.dk telefon +4522490919 og Birgir

Hvat er eitt flagg?

Fløgg og Merkið I: Føroyska flaggið rópa vit ”Merkið”. Eingin er í iva um, hvussu tað sær út og hvat tað ímyndar. Fleiri eru eisini, ið kenna søguna um "Merkið" og lesa hana við áhuga. Ein teirra er Ole Wich við netstaðnum www.olewich.com Hann hevur arbeitt við uppskoti um nýtt flagg. Tó so, Ole hevur ongar ætlanir um at skifta ”Merkið” út, ella á nakran hátt at venda sær burtur frá viðurkenda flaggi føroyinga. - Eg havi jú bara gjørt hetta flaggið, til at vísa á, at eitt flagg eigur at lúka nøkur avís formell grafisk krøv og kann hava eitt annarleiðis, ella størri symbolvirði, sæð í mun til eyðkennini á staðnum, tá óviðkomandi virðisásetingar ikki síggjast. Eg haldi eisini at Føroyar vórðu eitt betri brand í altjóða høpi við einum flaggi, ið gekk ein annan veg enn tey skandinavisku krossfløggini. Hetta er alt samalt bara royndir og tankaspuni, her og nú, sigur Ole Wich. Á http://www.kjak.fo/ sigur Ole Wich um flaggið omanfyri: - Hvis jeg skulle have designet det færøske fl

Fløgg og merki í Norðurírlandi

Fløgg í Norðurírlandi 2007 Myndir: Birgir Kruse Í einum av næstu grannalondum okkara, Írlandi, brúka tey fløgg til nógv endamál. Ferðast tú í bili millum bygda í Norðurírlandi, varnast tú skjótt hvussu fløgg verða brúkta at siga, hvør heldur við hvørjum. Við savningarstøð hjá Oranjefólki, sum hvørt ár ganga Oranjemarsj, síggjast appelsingul fløgg og steyrar, ið eru málaðir appelsingulir og bláir, sum á niðaru myndini. Tey eru í andstøðu við katolikkar og oftast tey somu, ið vilja varðveita sambandið við Bretland. Hjá teimum sæst Union Jack . Litirnir í hesum flaggi síggjast eisini á ymsan hatt, til dømis fram við gongubreytini, upp eftir pelum og málaðir á tunnur og brandskáp, sum á ovaru myndini. Á sjálvan koyrivegin eru skrivað søgulig stríðsnøvn og árstøl, og yvir øllum stendur "God save the Queen". Hinumegin á sama skilti stendur "No surrender". Á hesum leiðum veittra viðhaldsfólk hjá norðurírska fótbóltslandsliðnum eisini við ymsum øðrum bretsktvinarligum fløgg

Fløgg og fótbóltur

Skoti á Tinghúsvøllinum 2007 (Mynd: Ole Wich) Flestu okkara kenna myndirnar av málaðum viðhaldsfólkum hjá einum fótbóltsliði. Og stuttligt er tað. Vit síggja tey í sjónvarpi, innan- og uttanlands. Hóast ætlanin er bæði friðarlig og vinalig, er tað sum á hermótinum. Stríðandi partarnir savnast undir hvør sínum merki og herðrópi, og merkismenn vísa vegin og sláa tónan, tá rópast skal. Í Skotlandi er í størri mun enn hjá okkum siður at møtast og hita upp undan landsdysti. Myndina av væl brynjaða skotanum tók Ole Wich á Tinghúsvøllinum í Havn. Allur vøllurin var prýddur við fløggum og merkjum, ið søgdu, at her ráddu skotar. Skotski siðurin at hita upp innan liðini bresta saman á vøllinum, førdi við sær størri ølsølu enn nakar fyrr hevði hoyrt um í Havn. Alt er hetta partur av eini fótbóltsmentan, har symbolini og fløggini eru tey sjónskastu.

HEIMLEYS VITAN

Tíðargrein, Sosialurin 29. januar 2008: "Hvat skal eg gera?" sigur lærarin ráðaleysur. "Tey eru sekstan ára gomul, vita alt um internetið, men duga ikki at halda einum blýanti. Hvat skal eg gera?" tekur lærarin uppaftur og suffar. Orðini fella í einari modernaðari skúlastovu fyri jól. Ein heilan fyrrapart hevur flokkurin við sjáldsamari fynd skift orð um teldutøkar miðlar, spøl og film. Næmingarnir eru sjáldsama væl fyri og duga at venda og snara hvørjum smáluti í filminum um Borat og telduspælinum World of Warcraft . Men tíðindi lurta tey ikki eftir. Lesa ikki bløðini og luttaka ikki í bókligu mentan skúlans. Meðan frægari er við gentunum, eru dreingirnir bókliga ómælandi. Mált eftir skúlans alin eru hesi ungu virðisleys, outcasts . Uttan at seta orð á støðuna, eru tey fullgreið um teirra skúlaliga ódugnaskap. Ávegis til vitanarsamfelagið, eru tey heimleys. Skúlin gevur teim ikki innivist, tí hann dugir ikki at máta teirra førleika. Hann er ikki á nakrari tímatal

Millum Jennings og Jethro

Mítt fløgusavn er skipað eftir bókstavaraðnum. Undir bókstavinum J finna vit Jensen. Har stendur fløgan September í bjørkum sum kanska eru bláar , tí upphavsmaðurin eitir Jensen, Carl Jóhan Jensen. Eftir bókstavaraðnum er Jensen settur millum fyrst Jennings og síðani Jethro. Fullu nøvnini eru Waylon Jennings og Jethro Tull. Mitt millum hesar fløgur, ið kasta langan skugga, stendur Carli. Í mínum savni er tað ikki ein vána staður. Tvørímóti. Waylon er ein av teim útilagnu á heiðini, meðan Jethro Tull er ein av mentanarligu løðarsteinunum, sum ungir havnamenn sprungu á, tann tíð tað var. Og tá Carli kemur á vitjan, vil hann hoyra Jethro Tull. Skaldskapur er frálíkur á fløgu. Klassikarin er A Century of Recorded Poetry in their Own Voices , har yrkjarar sjálvir lesa á fýra fløgum. Ein varði og hvør í sínum lagi tíðartinnur eisini. Carli, einsamallur, er ikki verri. Í kvøld heiðra vit honum við teimum fimmti. Tillukku!