
Skoti á Tinghúsvøllinum 2007 (Mynd: Ole Wich)
Flestu okkara kenna myndirnar av málaðum viðhaldsfólkum hjá einum fótbóltsliði. Og stuttligt er tað. Vit síggja tey í sjónvarpi, innan- og uttanlands. Hóast ætlanin er bæði friðarlig og vinalig, er tað sum á hermótinum.
Stríðandi partarnir savnast undir hvør sínum merki og herðrópi, og merkismenn vísa vegin og sláa tónan, tá rópast skal.
Í Skotlandi er í størri mun enn hjá okkum siður at møtast og hita upp undan landsdysti. Myndina av væl brynjaða skotanum tók Ole Wich á Tinghúsvøllinum í Havn. Allur vøllurin var prýddur við fløggum og merkjum, ið søgdu, at her ráddu skotar.
Skotski siðurin at hita upp innan liðini bresta saman á vøllinum, førdi við sær størri ølsølu enn nakar fyrr hevði hoyrt um í Havn. Alt er hetta partur av eini fótbóltsmentan, har symbolini og fløggini eru tey sjónskastu.