Birgir Kruse og Poul Johannes Jacobsen við føroyskum filmum uttan fyri Eik í Havn
Ein skái varð seinrapartin, tá teir 230 filmarnir, ið eru savnaðir til fyrsta partin av verkætlanini "Føroyskar søgur, upplivingar úr gerandis-degnum" vórðu avskipaðir við høvuðsskrivstovuna hjá Eik yviri við Strond í Havn. Poul Johannes Jacobsen, Eik, tekur allar tær fimm Eik-taskurnar, ið eru fyltar við føroyskum filmi við sær til Danmarkar. Eini 80 pund av filmi.
Tey, ið hava latið filmar til fyrsta part av verkætlanini eru Dánjal Jákup Mortensen, Rannvá Olsen, eftirkomarar hjá Niels L. Arge, Inger Hansen, Daisy Sloan, Kári Andreassen, Árni Conradsson, Knút Bjørk, Aksel Haraldsen og Erlendur Simonsen, øll Tórshavn, Dávur Winther og Margretha Hansen, Klaksvík, Signe Skaaning, Leynar og Andras Nybo, Hósvík.
Substanz Nordisk Film fer nú at talgilda filmarnar og skriva handrit til DVD útgávuna "Føroyskar søgur, upplivingar úr gerandisdegnum". Tá liðugt er fáa ánararnir upprunafilmin aftur, eins og eina talgilda yvirspæling. Verður tilfarið brúkt í DVD útgávuni, so fáa ánararnir eisini eintak ev hesi útgávu, sum væntandi kemur í juni.
Trailari, ið lýsir verkætlanina, sæst á www.portal.fo