Fløgg í Norðurírlandi 2007 Myndir: Birgir Kruse
Í einum av næstu grannalondum okkara, Írlandi, brúka tey fløgg til nógv endamál. Ferðast tú í bili millum bygda í Norðurírlandi, varnast tú skjótt hvussu fløgg verða brúkta at siga, hvør heldur við hvørjum.
Við savningarstøð hjá Oranjefólki, sum hvørt ár ganga Oranjemarsj, síggjast appelsingul fløgg og steyrar, ið eru málaðir appelsingulir og bláir, sum á niðaru myndini. Tey eru í andstøðu við katolikkar og oftast tey somu, ið vilja varðveita sambandið við Bretland. Hjá teimum sæst Union Jack. Litirnir í hesum flaggi síggjast eisini á ymsan hatt, til dømis fram við gongubreytini, upp eftir pelum og málaðir á tunnur og brandskáp, sum á ovaru myndini. Á sjálvan koyrivegin eru skrivað søgulig stríðsnøvn og árstøl, og yvir øllum stendur "God save the Queen". Hinumegin á sama skilti stendur "No surrender".
Á hesum leiðum veittra viðhaldsfólk hjá norðurírska fótbóltslandsliðnum eisini við ymsum øðrum bretsktvinarligum fløggum, tá tey savnast á barrum. Sjáldsamt er eisini at síggja at dystast verður við fremmandum fløggum. Meðan katolikkar vinda palistinensiska flaggið á stong, brúka protestantar ísraelska flaggið afturímóti.
Sum onga aðrastaðni verða fløgg og merki brúkt í Norðurírlandi at siga hvør tú ert og hvørjum tú heldur við. Retorikkurin sæst aftur í fløggum. Ikki er lukkuligt at fara yvir um mark.
Fløgg og merki II