Skip to main content

Várframsýningin 2008


Myrkrið sýgur um Listaskálan. Tey "ordiligu" listafólkini mugu koma aftur!

Á www.kjak.fo sigur frk.fjams um Várframsýningina 2008:

Eg havi sæð Várframsýningina. Sum heild haldi eg framsýningin er ógvuliga “nossilig”, sum Kinna eisini tekur til - haldi tó Kinna er í so negativ í sínum ummælið. Well, eg bleiv ikki blást um koll...Er nakar annar, sum hevur eina meining um framsýningina?

Á www.kjak.fo sigur birk um Várframsýningina 2008:

Havi eisini sæð Várframsýningina. Fyri ein part eri eg samdur við tær og teim ummælum, ið hava verið frammi. Og lat meg nevna, at mær tykir at tey ummæli av myndlist, sum koma fram í Føroyum eru blivin meira krukkut enn kvalifiseraði. Og júst hetta er eitt symptom uppá listarliga standin. Hvørja ferð eg eri í Listaskálanum kenni eg ein tiltakandi óhugna. Várframsýniningin er toppurin í so máta. Nú er tað blivið beinleiðis pínligt at koma í Listaskálan. Og mær dámar tað ógvuliga illa. Tí eins og allir (?) føroyingar eri eg djúpt góður við bæði Listaskálan og -fólkini, uttan at taka dagar ímillum hvar tey ymsu stilla út. Men tá tey ordiligu listafólkini (so er tað sagt) ikki vilja vita av hesi kenslu, so er einki at gera. Haldi at tey ordiligu listafólkini eiga næsta útspælið. Listaskálin er blivin so óbehagiligur at vitja, at næstu ferð skal okkurt ordiligt lokka meg. Ella komi eg ikki har meir. Fleiri, ið hava tað so?