Skip to main content

25 NLA-filmar

Birgit Arge og svigarinnan Sólrun Arge við sjáldsamum filmum, sum Niels L. Arge hevur tikið í fimmtiárunum

“NLA-filmar, soleiðis kallaði pápi filmarnar,” sigur dótturin Birgit og greiðir frá hvussu Niels L. Arge hegnisliga skrivaði stavirnar á eskjurnar, sum filmarnir eru í.

Og ymsar eru tær, eskjurnar og hylkini, sum mongu filmarnir eru í. Umframt vanliga 8 mm stødd, hevur Niels L. Arge brúkt 9,5 mm støddina, ið kravdi serstaka útgerð, tí perforeringin var mitt gjøgnum filmsrulluna.

“Vit eru fimm systkin, ið hava hugt at filmi seinastu dagarnar. Seks tímar sunnudagin, og so aftur í gjár og í dag” siga tær báðar Birgit og Sólrun, ið eru samdar um at larmurin frá filmsapparatinum er eitt sindur stravin. “Men hetta var veruliga a walk down memory lane,” heldur Birgit, ið er skúlastjóri í Hoyvíkar skúla. Svigarinnan Sólrun, sum er gift við Thomas Arge, er samd. Sólrun og tey hava havt mongu filmarnar hjá Nielsi í varðveitslu.

Niels L. Arge fotograferaði nógv, tók film, eisini við ljóði, og nýtti altíð nýggjastu upptøkutól. Miðskeiðis í trýatiárunum, tá hann fór undir handilsvirksemi, seldi hann musikk, ljóðføri og framvísarar. Hann var urmakari og optikari, hevði gullsmiðju, sum enn tann dagin í dag er virkin og sæst á Kongabrúnni í Havn.

“Hann tók altíð film av familju og ofta eisini av hendingum í gerandisdegnum. Hann tímdi so væl at taka bíløt, at hann javnan tók sær frí til hetta. Tí eiga vit óteljandi myndir og hópin av filmum. Hann gav filmunum nøvn og tey bestu filmsbrotini eru Børn okkara. Tey dámar okkum allar best at hyggja eftir, tá vit eru saman,” siga tær báðar sum við ein munn.

Tríggir av filmunum, ið bera heitið Børn okkara eru við í verkætlanini “Føroyskar søgur, upplivingar úr gerandisdegnum”. Men tilsamans hava tær báðar og familjan Arge, latið ikki færri enn 25 filmar hjá pápanum til verkætlanina.

Millum filmarnar finna vit nøvn sum Torvfilmurin og Dímunarfilmurin og ein útferðarfilmur undir Vestmannabjørgunum og so menn, ið skera upp hval í Saksun. “Hvat so myndaevnið var, so gjørdi pápi altíð filmin til søgur,” sigur Birgit og heldur fram nakrar av sjáldsamu filmunum, sum nágreiniliga eru merktir við frásøgnum um hendingar, ár og støð.

Niels L. Arge, sum tók filmarnar, varð føddur í 1909 og doyði í 1974.

Nærri kann lesast um filmsverkætlanina á heimsíðuni hjá Eik www.eik.fo/ og annars undir “filmi” í hesum bloggi. Til ber eisini at leita eftir verkætlanini ovast í vinstra horni.