Skip to main content

Posts

VHS filmar fara í søguna

Birgir við gomlum VHS videofilmum, sum nú fara í skrell. Úr rúgvuni síggjast tríggir norðurlendskir krimi og nøtri klassikararir: teir báðir donsku Mord i mørket, eftir søguni hjá Dan Turell og Body Switch (Farligt venskab), og norski Ti kniver i hjertet, ið byggir á søgu hjá Lars Saabye Christensen (Myndir: Jógvan Kruse) Enn ein ruddingardagur í Tórsbyrgi. Tað er eingin endi á, hvat vit savna og goyma á loftum og í hjallum. Kanska goyma vit til ringar tíðar. Ella er tað bara innara kræddarlyndið í føroyinginum, ið ikki vil av við nakað. Bóndasamfelagið og rekaviðurin hjá Sámal Mattiasi er ikki so at gera burtur av sær. Hvussu er og ikki, alt hópar seg upp. Í dag ruddaðu vit upp í ein fullan konteynara av gomlum klæðum, pappíri og elektronikki. Áh dett órudd. Men eisini søgur um farnar tíðir, myndaðar av gomlum lutum. Lutum, sum ikki kunnu brúkast í dag. Til dømis túsind videofilmar, sum eingin kann spæla.

Festivalur aftur í Gøtu!

Mynd: Jón Tyril, sum vit ikki hava sæð hann áður - við appelsingulum nørdaslipsi, ið passar sum fótur í hosu hjá hesari heimasíðu! (Mynd: nörd) Á Facebook, MySpace og heimasíðuni hjá gamla G! Festivalinum boða Jón Tyril og hansara fólk frá at festivalur verður aftur í Gøtu. Undir heitinum G!-mini leita tey aftir til røturnar. Tiltakið verður minni í vavi enn G! Festivalurin seinastu árini, men tey halda enn fast í kjarnuni og G!-andanum. Jón Tyril og hansara fólk boða frá, at G!-mini verður í Syðrugøtu samstundis sum Tróndardagarnir verða í søguríku gøtubygdunum. G!-mini verður sama vikuskiftið sum stóri G! Festivalurin plagdi at vera, tað er vikuskiftið beint undan Ólavsøku, 18. og 19. juli. Tróndardagarnir, sum vera 12.-19. juli, røkka tí eisini hetta vikuskifti. Tónleikur verður í Grundini og á Spæliplássinum, men ikki á Sandinum. Atgongumerkjasølan er avmarka til millum 1500 og 2000. G!-mini er sostatt nokkso nógv back to basics, sigur Jón Tyril. - Tí hóast tiltakið er minni í vav

Verður skúlin betri, oftari vit kanna hann?

Longst burturi til høgru, omanfyri telduskíggjanum, stendur at lesa "Vit vita!" Og eg má sanna at børnini, tey vita alt um teknifilm og talgilda mentan. Tað ger Mentamálaráðið ikki (Mynd, klikk á hana, so verður hon størri: Birgir Kruse) Kanningar floyma inn yvir skúlan. Einaferð var tað trettan árs royndin og seinnu árini hava vit øll hoyrt um PISA-kanningarnar. Nú eru tað sonevndu landsroyndirnar, ið bráddliga herja landið. Sjálvur sá eg onkra uppgávu í sambandi við PISA-kanningarnar. Og eg má siga, at eg ivaðist í ætlanini við hesi kanning. Gamaní var kanningin eitt altjóða mátiamboð, har vit kundu samanbera okkum við OECD-lond. Tað er alt í ordan. Men eg fekk eina kenslu av at skúlamyndugleikarnir hava lítið og einki samband við lærarar og næmingar. Og so er tað ósamsvarið í málpolitikkinum. Málsligu dagsskráirnar eru mangar og ofta torskiltar. Ikki minst hjá fyrisitarum, ið eisini eru lærarar. Danski lærarin og politikarin Marianne Jelved setti orða á kensluna, hennara o

Rottur gnaga - og fáa stóran skaða!

Soleiðis sær eitt grillað rottukrov út. Meta C. Palle, formaður í Eigarafelagnum, tók myndirnar av spenningsraktu rottuni í el-skápinum hjá SEV í Tórsbyrgi. Rottur gnaga, rottur gera stóran skaða. Soleiðis syngur Annika Hoydal í sanginum, sum vit øll kenna. Tá fólk frá SEV opnaðu eitt el-skáp við innføring til hús í Tórsbyrgi, sóu tey eina margháttliga sjón. Ein rotta hevur verið í skápinum og hevur helst fingið tevið av onkrum bita. Í hvussu er hevur rottan roynt at ganga upp eftir og hevur tikið eitt risa gleiv. Lítið man hon hava ánað, at í hesum lopið millum heims og heljar hevur hon traðkað soleiðis fyri, at hon gerst streymførandi við 220 voltum gjøgnum seg. Tað er meiri enn eitt rottuhjartað kann bera. Hon er grillað á staðnum og hevur staðið í hesum lopið, til SEV-maðurin í dag kundi loysa hana úr hesum syndarliga lagnulopi millum streym og null. Jens Kjeld Jensen sigur soleiðis um rottu á spennandi heimasíðuni http://heima.olivant.fo/~jkjensen/ : Vanliga, tá vit tosa um skaða

Bobby Sands livir á filmi

Søgan um norðurírsku fólkahetjuna Bobby Sands er gjørd til film, sum longu hevur fingið stóra virðisløn, Camera d'Or, ið verður latin leikstjórum fyri fyrsta filmin. Veggjamálningurin av Bobby Sands sæst í Belfast. Um hornið er skrivstovan hjá Sinn Féin og Gerry Adams (Mynd: Birgir Kruse) Filmurin Hunger, ið varð sýndur í skránni Un Certain Regard í Cannes, hevur í dag fingið virðislønina Camera d'Or. Hetta er fyrsti filmur hjá londonbúgvanum, ið ber sama navnið sum kendi filmsleikarin, ið doyði í 1980 - Steve McQueen. Enn eitt filmssøguligt navn, Fassbinder, spøkir, tá vit hyggja eftir leiklutunum í hesum nýggja filmi. Ikki týski leikstjórin, sum doyði í 1982, men 31 ára gamli írski leikarin Michael Fassbender spælir høvuðsleiklutin í filminum Hunger. Tað er sum IRA-maðurin Bobby Sands. Til tess at virka sannførand, svøltaði Fassbender seg í tveir mánaðir. Veruliga søgan sigur, at eftir at hava svøltað seg í 66 dagar, doyði hin 27 ára gamli írin Bobby Sands í Maze (Long Kesh

Skúlaflokkur vinnur Palme d'Or í Cannes

Franski flokkurin handan filmin "Entre Les Murs" (The Class) kring leikstjóran Laurent Cantet, ið júst hevur fingið Gyltu pálmarnar í Cannes (Pressumynd) Franski filmurin "Entre Les Murs", ein bersøgin søga um ein veruligan skúlaflokk og lærarar teirra, vann fyrstu virðislønina í Cannes í dag. Leikstjóri er Laurent Cantet. "Entre Les Murs" er fyrsti franski filmur at vinna gyltu pálmarnar síðani "Undir Satans Sól" í 1987. Filmurin, ið er eitt dokudrama, verður lýstur sum ein bersøgin og ótilgjørd søga, merkt av einum improviseraðum stíli, ið setir sær fyri at lýsa hendingar í einum skúlaári. Sean Penn, ið var formaður í dómsnevndini, sigur at avgerðin var einmælt. Italskir filmar fingu tær báðar næstu virðisløninar. Matteo Garrone fekk virðislønina, Le Grand Prix, fyri "Gomorrah," ið lýsir undirverðina í Napoli, og Paolo Sorrentino fekk dómsnevndarvirðislønina, The Jury Award, fyri "Il Divo," sum lýsir Giulio Andreotti. Beni

Rabarbuchutney

Anna Dahl við risastórum rabarbum - og sigarett. Rabarburnar kunnu brúkast til annað enn súltutoy og rabarbugreyt, eitt nú chutney. (Mynd: Birgir Kruse) Úr rabarbunum (Rheum rhabarbarum), ið vaksa í bakkanum undir Tórsbyrgi - oman móti Jehova, sum tey siga her um leiðir - ger Anna Dahl chutney, rabarbuchuthey. Við góðum kryddi er tað vælegnað afturvið osti og sum súrsøtt tilhoyr afturvið mest sum øllum føroyskum mati.

Reynsmúlalág

Floksfelagarnir Jóhan Petur, Birgir, Hans og Martin í túnin hjá Martini í Purkugerði 5 í Havn. Martin greiðir frá um søgulig støð á farleiðini um Kirkjubøreyn. Floksfelagin Poul Muller, bóndi í Havnardali. Jóhan Petur heldur Fjallataluna. Allir fýra samlaðir við talarastólin í Reynsmúlalág. Niðast sæst Hans við ikki sørt av lesull. Tað var ikki gamalt, at tjøldrini í Kirkjubø komu illa fyri av lesull (Myndir: Birgir Kruse og annars sjálvútloysarin) Góðveðrið í dag nýttu nógv til útferð. Eitt nú gomlu floksfelagarnir Martin, Hans, Jóhan Petur og Birgir. Vit fýra gingu ein túr um Kirkjubøreyn, steðgaðu í Reynsmúlalág og gingu oman í Kirkjubø. Niðan frá Sandá møttu vit enn einum gomlum floksfelaga, Poul Muller, sum er bóndi í Havnardali. Sum sæst var veðrið av tí fagrasta.