Skip to main content

VHS filmar fara í søguna


Birgir við gomlum VHS videofilmum, sum nú fara í skrell. Úr rúgvuni síggjast tríggir norðurlendskir krimi og nøtri klassikararir: teir báðir donsku Mord i mørket, eftir søguni hjá Dan Turell og Body Switch (Farligt venskab), og norski Ti kniver i hjertet, ið byggir á søgu hjá Lars Saabye Christensen (Myndir: Jógvan Kruse)

Enn ein ruddingardagur í Tórsbyrgi. Tað er eingin endi á, hvat vit savna og goyma á loftum og í hjallum. Kanska goyma vit til ringar tíðar. Ella er tað bara innara kræddarlyndið í føroyinginum, ið ikki vil av við nakað. Bóndasamfelagið og rekaviðurin hjá Sámal Mattiasi er ikki so at gera burtur av sær. Hvussu er og ikki, alt hópar seg upp.

Í dag ruddaðu vit upp í ein fullan konteynara av gomlum klæðum, pappíri og elektronikki. Áh dett órudd. Men eisini søgur um farnar tíðir, myndaðar av gomlum lutum. Lutum, sum ikki kunnu brúkast í dag. Til dømis túsind videofilmar, sum eingin kann spæla.