Longst burturi til høgru, omanfyri telduskíggjanum, stendur at lesa "Vit vita!" Og eg má sanna at børnini, tey vita alt um teknifilm og talgilda mentan. Tað ger Mentamálaráðið ikki (Mynd, klikk á hana, so verður hon størri: Birgir Kruse)
Kanningar floyma inn yvir skúlan. Einaferð var tað trettan árs royndin og seinnu árini hava vit øll hoyrt um PISA-kanningarnar. Nú eru tað sonevndu landsroyndirnar, ið bráddliga herja landið.
Sjálvur sá eg onkra uppgávu í sambandi við PISA-kanningarnar. Og eg má siga, at eg ivaðist í ætlanini við hesi kanning. Gamaní var kanningin eitt altjóða mátiamboð, har vit kundu samanbera okkum við OECD-lond. Tað er alt í ordan. Men eg fekk eina kenslu av at skúlamyndugleikarnir hava lítið og einki samband við lærarar og næmingar. Og so er tað ósamsvarið í málpolitikkinum. Málsligu dagsskráirnar eru mangar og ofta torskiltar. Ikki minst hjá fyrisitarum, ið eisini eru lærarar.
Danski lærarin og politikarin Marianne Jelved setti orða á kensluna, hennara og mína. Við donskum landbúnaði í huga segði hon ”Svinene bliver jo ikke bedre, jo oftere vi vejer dem!” Kanska eitt óheppið orðaval, tá vit tosa um vitan og uppæling. Men eg haldi at orðamyndin er greið og talar til øll.
Nú landsroyndin hevur verið í fjórðu og sættu flokkunum, hava børnini grinið eftir uppgávunum. Tey í fjórða flokki grína eftir at tey, ið hava gjørt uppgávurnar, kenna ikki mun á teknifilmunum ”Over the Hedge” og ”Alvin and the Chipmunks”. Í uppgávuni verður Dave, sum er í tí seinna filminum, koyrdur í hin fyrra. Og so grína tey!
Í sjálvum sær er feilurin ikki áhugaverdur. Tað, sum er áhugavert, er tann sjónliga frástøðan millum fyrisiting og veruleikan í skúlanum, har barnamentanin blómar. Fyrisitingin, ið ger uppgávurnar, letst undir herrópinum Testing for Better Teaching hava innlit og áhuga í hesi barnamentan. Men innlitið og áhugin er uttan rótfesti. Er pseudo.
Eg havi sæð uppgávurnar hjá fjórða í føroyskum. Og eg má siga, at børnini vita. Í hvussu er um teknifilm.