Skip to main content

Rottur gnaga - og fáa stóran skaða!




Soleiðis sær eitt grillað rottukrov út. Meta C. Palle, formaður í Eigarafelagnum, tók myndirnar av spenningsraktu rottuni í el-skápinum hjá SEV í Tórsbyrgi.

Rottur gnaga, rottur gera stóran skaða. Soleiðis syngur Annika Hoydal í sanginum, sum vit øll kenna.

Tá fólk frá SEV opnaðu eitt el-skáp við innføring til hús í Tórsbyrgi, sóu tey eina margháttliga sjón. Ein rotta hevur verið í skápinum og hevur helst fingið tevið av onkrum bita. Í hvussu er hevur rottan roynt at ganga upp eftir og hevur tikið eitt risa gleiv. Lítið man hon hava ánað, at í hesum lopið millum heims og heljar hevur hon traðkað soleiðis fyri, at hon gerst streymførandi við 220 voltum gjøgnum seg. Tað er meiri enn eitt rottuhjartað kann bera. Hon er grillað á staðnum og hevur staðið í hesum lopið, til SEV-maðurin í dag kundi loysa hana úr hesum syndarliga lagnulopi millum streym og null.

Jens Kjeld Jensen sigur soleiðis um rottu á spennandi heimasíðuni http://heima.olivant.fo/~jkjensen/:

Vanliga, tá vit tosa um skaðadjór, hugsa tey flestu beinan vegin um rottur, og tað var eisini ein ólukka, tá tann fyrsta brúna setti fótin á land her í 1768. Enn er rottan bert staðfest á 7 oyggjum her heima; men enn tann dag í dag, verður so gott sum einki gjørt, fyri at hon ikki skal spjaða seg og hertaka hinar 11 oyggjarnar, so her er tað bert ein spurningur um tíð...

Brún rotta (Rattus norvegicus): Kom upprunaliga úr Asia og Kina: Í samanlagt 239 ár hevur tann brúna rottan týnt í minsta lagið 75% av føroyska fuglastovninum sum lunda, skráp og drunnhvíta. Tey komandi 100 árini fer hon helst at kunna oyða eini 15-20% aftrat av teimum, ið enn eftir eru!

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur soleiðis um Skaðadjór á heimasíðuni http://www.hfs.fo/:

Sum orðið sigur, so er skaðadjór til skaða. Rottur og mýs eru ikki til gagn og tí óynskt. Kommunur hava skyldu til at hava eina virkna týning av skaðadjórum, eins og fólk skulu gera sítt til, at skaðadjór ikki spjaðast. Matframleiðandi virki skulu somuleiðis hava eina skipaða fyribyrging og týning av skaðadjórum. Hetta fyri ikki at spjaða smittu til matvøruna. Dømi um skaðadjór í mun til matvøruframleiðslu eru flogkykt, fuglur, rotta, hundur, ketta og seyður. Fyribyrging kann millum annað vera at hava tættan bygning, flugunet fyri vindeygu, at reint og ruddiligt og avbyrgt er uttan um virkið. Týning kann vera rottueitur, músafella, flugudrepari og líknandi.