Skip to main content

Festivalur aftur í Gøtu!


Mynd: Jón Tyril, sum vit ikki hava sæð hann áður - við appelsingulum nørdaslipsi, ið passar sum fótur í hosu hjá hesari heimasíðu! (Mynd: nörd)

Á Facebook, MySpace og heimasíðuni hjá gamla G! Festivalinum boða Jón Tyril og hansara fólk frá at festivalur verður aftur í Gøtu.

Undir heitinum G!-mini leita tey aftir til røturnar. Tiltakið verður minni í vavi enn G! Festivalurin seinastu árini, men tey halda enn fast í kjarnuni og G!-andanum.

Jón Tyril og hansara fólk boða frá, at G!-mini verður í Syðrugøtu samstundis sum Tróndardagarnir verða í søguríku gøtubygdunum.

G!-mini verður sama vikuskiftið sum stóri G! Festivalurin plagdi at vera, tað er vikuskiftið beint undan Ólavsøku, 18. og 19. juli. Tróndardagarnir, sum vera 12.-19. juli, røkka tí eisini hetta vikuskifti.

Tónleikur verður í Grundini og á Spæliplássinum, men ikki á Sandinum. Atgongumerkjasølan er avmarka til millum 1500 og 2000.

G!-mini er sostatt nokkso nógv back to basics, sigur Jón Tyril. - Tí hóast tiltakið er minni í vavi enn seinastu árini, so halda vit fast í kjarnuni og G!-andanum, ið onkur orðaði sum feitan tónleik og feitar upplivingar, til feit fólk í feitum umstöðum.

Lesið meri um G!-mini í Dimmalætting í dag og á: http://www.gfestival.fo/index.php?id=8&tx_ttnews%5Btt_news%5D=431&tx_ttnews%5BbackPid%5D=9&cHash=67bcd1155d