Ovast, hin kendasta myndin úr Sharpeville í Suðurafrika fyri 50 árum síðani. Niðri undir sæst yrkingasavnið hjá Líggjasi í Bø ‘Til Lívið’, sum kom í 1964. Jack Kampmann gjørdi kápumyndina og Býarbókasavnið hevur savnið til útláns (Myndir: Pressumynd og Birgir Kruse) Fyrstu ferð Norrønt Dagsverk varð fyriskipað millum lesandi í Føroyum, varnaðist eg yrkjaran Líggjas í Bø og einasta yrkingasavn hansara Til Lívið . Sjáldsamt, at ein føroyskur yrkjari tekur upp eitt so fjart evnið, sum Sharpeville morðini og viðurskiftini í Suðurafrika, sum fyri fimmti árum síðani vóru so út av lagi. Hetta var í 1985 og vit – Birita, Maja, Aref, Jón og eg sjálvur – komu eftir, at vit eiga nógv í felag við ung í Suðurafrika. Vit eru norðast og sunnast í sama havi, har sólin rísir og setir um somu tíð. Saman kundu vit í Vesturkirkjuni og í hølunum hjá LFÚ staðfesta somu sosialu indignasjón, tá fólk eru fyri skipaðum órætti. Um kvøldið setti bispur krúnuna á verkið og handaði innkomna peningin, útvið hálva m