Skip to main content

Lust for Life - filmur í Steinbrá!



-Jamen, hatta ER van Gogh! Nei, hatt er Kirk Douglas í leiklutinum sum Vincent van Gogh í klassiska filminum 'Lust for Life' frá 1956. Ovast sæst prentið, ið gevur atgongd til alla herligheitina. Síðani sæst reyði intimbiografurin hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon. Niðast, Kirk Douglas saman við Anthony Quinn, sum er Paul Gauguin og fekk eina Oscarvirðisløn fyri avrikið (Life og filmsmyndir)
Í samstarvi við Norðoya Sparikassa fer Grafikkfelagið STEINBRÁ at vísa listafólkafilmar í intima biografinum, sum er í Miðlon í Havn.

Lagt verður fyri við filminum Lust for Life, sum Vincente Minelli gjørdi í 1956. Filmurin er um Vincent van Gogh (1853-1890) og byggir á ævisøguliga bók hjá Irving Stone, sum lýsir lívið hjá hálendska málaranum.

- Guð er í allari sannari list, skrivar Vincent í einum av teim 800 brøvunum til beiggjan Theo, sum hóast tað var stokkut, mundi eiga lívið í bróðirnum. Søgan byrjar við at Vincent vil prædika í einum belgiskum kolanámi. Illa gongst og hann stríðist støðugt við pápan, sum eisini er prestur. Sama er við øllum teim fólkum, vinum og kenningum, ið koma á hansara leið. Men millum mongu listamenninar, hann møtir er Paul Gauguin, ið ger honum mun.

Í hesum litríka filmsklassikara frá 1956 síggja vit Kirk Douglas sum van Gogh og Anthony Quinn sum Gauguin. Fyri henda leiklutin fekk Quinn eina Oscarvirðisløn hetta árið.

Filmurin Lust for Life hevur enska talu og varir tveir tímar.

Limir í STEINBRÁ fáa ókeypis atgongumerki, ið eru grafisk fráklipp, sum kunnu heintast í STEINPRENTI á Skálatrøð. Listafólkasýningin er í hugnaligu hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon í Havn hósdagin 8. apríl 2010 kl 18:00. Pláss er fyri 43 fólkum.

Limir í STEINBRÁ kunnu skjóta upp fyri nevndini filmar um myndlistafólk, ið verdir eru at vísa. Í tann mun filmarnir kunnu útvegast og eru hóskandi til virksemið, verða teir settir á skránna.

Kirk Douglas:"I was getting close to getting lost in the character of Van Gogh. While we were shooting I wore heavy shoes like the ones Van Gogh wore. I always kept one untied, so that I would feel unkempt, off-balance, in danger of tripping. It was loose; it gave him - and me - a shuffling gait. My wife always said that it took me a long time to get out of that character. She would hear me still walking like Van Gogh every night when I came home from shooting and even after the picture ended."

Vincent Minnelli: There is no more exciting thing for a director than the search with an actor for the meaning of an illusive and challenging character. Kirk is blessed with tireless energy, a willingness to try anything, and a complete disregard as to how he looks. He could not care less about being the handsome hero. His enthusiasm and devotion to the project is contagious and transmits itself to the crew, cast and everyone connected with the picture."

Kirk Douglas:"The memory makes me whince. I could never play him again. For a long time after I finished the movie, I didnt see the picture. I had to get him out of my system. Maybe that was why I agreed to have my beard shaved off on the Perry Como Show; I needed a public ritual to help rid me of the character."

John Wayne:"Christ Kirk! How can you play a part like that? There's so goddamn few of us left. We got to play strong, tough characters. Not those weak queers."