Skip to main content

Blóð hansara komi yvir okkum

Barabass-pressan er tað reina gass

Heimligu miðlarnir brúka ymisk heiti, tá kappingarneytarnir verða siteraðir og umrøddir. Norðlýsið skrivar um Høvuðsstaðarpressuna og Oyggjatíðindi skriva um Einglapressuna. Størru bløðini brúka ikki tílík heiti, hvørt um annað. Kanska líða tey ikki undur somu ómegd og hava tí ikki sama tørvin.

Við bíbilskari fyrimynd verða blóðmyndir ofta brúktar í talum og sangum her á landi. Hugtøk um grøðing og endurloysn í blóði spretta og blóma, meðan hin hóttandi setningurin 'Blóð hansara komi yvir okkum' darrar í tí fjara og kanska hómast sum óskrivað graffiti í einum óvígdum skýmaskoti.

Eftir at hava fylgt við í gongdini, nú Oyggjatíðindi tvær ferðir innan stutta tíð hava fingið fútabann at bera fría orðið fram á torg, eri eg komin eftir at hetta blað kvalifiserar seg til eitt heilt nýtt heiti í føroyska blaðheiminum: Barabass-pressan.

Støðið fyri hesum journalistiska nýyrði finni eg í Matteus 27, ørindini 11-26, tá Pilatus spyr ’Hvat ilt hevur hesin gjørt?’ og fólkið svarar ’Krossfest, krossfest!’ og vil heldur hava Barabass at leika frítt. Valdið tváar sær um hendurnar og í fólksins navni fær djevulska undirhaldið, Barabass, frítt at fara millum fjals og fjøru. Kanska var tað her, at boulevardpressan varð gróðursett.

Á kjakstanum http://www.kjak.org/ er ein, ið rópar seg Fjørimítt. Hesin dulnevndi persónur hevur verið til staðar, tá aktuelli dómurin varð kunngjørdur Oyggjatíðindum (t.e. credo) í vikuni. Hann skrivar soleiðis beint av hermótinum:

”Eg var til staðar undir rættarfundinum, tá ið málið var til viðgerðar. Dan Klein hevði eitt vitni, nevniliga frákoyrda skúlastjóran. Vitnið hevði onki sæð, kendi ongan, sum hevði sæð nakað, hóast Dan førdi spurningar um likamslutir av ymsum slag, so at dómarin mátti tala at. Niðurstøðan varð at talan var um bygdaslatur. Altso: Dan hevur skrivað bygdaslatur, og fantasera um hvussu fúlt tað kundi verið (um hann hevði verið ein partur av tí), og komin til ta niðurstøðu, at soleiðis man tað hava verið. Tað, sum eisini kom fram var at frákoyrdi skúlastjórin...var kelda til skrivingina í Oyggjatíðindum...Her er talan um persónligan ágang við eini goymdari dagsskrá. Talu- og pressufrælsi er einans undir ábyrgd, og loyvt er ikki at gera seg inn á privatlívið.”

Oyggjatíðindi hava í áratíggju skrivað bygdaslatur úr Fuglafirði og gjørt seg til talsmann fyri einum konstrueraðum rættvísi og vernd av teim kúgaðu í føroyska stættarsamfelagnum og á klótuni allari. Í nýggjasta førinum hevur blaðið funnið journalistiskan stuðul í Kanada og Turkalandi. Og føroyska Miðlafelagið heldur tað vera áhugavert at einmansfyritøkan roynir aktuella málið í hægstarætti.

Bygdaslatur er drívmegin, Oyggjatíðindi brúka at sleppa at sóla sær í altjóða journalistiskum prinsippum. Í meðan tegir tjóðin og pressan. Eg vendi aftur til poetisku orðini hjá Matteusi: ’Blóð hansara komi yvir okkum’ og øll tey, ið slatra og geva Oyggjatíðindum drívmegi. Hetta er tað reina gass!