Skip to main content

Pátriksmessa



Írski Muiredach krossurin frá um ár 900 í Monasterboice norðanfyri Dublin. Niðri undir sæst útsýnið frá Giant's Causway, norðast í Norðurírlandi, har risin fór í havið. Kanska kom hann upp aftur í Froðba (Myndir: Birgir Kruse)

Í dag er Pátriksmessa. Henda øldin, fyri ikki at siga túsundáraskeiðið, byrjaði við Listastevnu í Norðurlandahúsinum. Hvørki fyrr ella seinni havi eg upplivað sovorið tiltak.

Undan fyrstu Listastevnuni í 2001 eydnaðist at skapa samband við listastevnuna í Galway og írsku operuna í Dublin, sum hevði hálva øld á baki. Fyri fyrstu ferð høvdu tey hug at fara uttanlands og bjóðaðu okkum eina ferðandi uppseting av Madame Butterfly. Gamaní ein kuffert-sýning, men her á leiðum var opera ikki sædd áður. So her vórðu sambond skapt millum tónleikarar og kórsangarar, sum aldri áður. Tey mongu, ið høvdu loyst billett til framførslurnar, fingu eina ógloymandi uppliving. Eisini Astrup í Føroyabanka, sum var høvuðsstuðul.

Írska tjóðardagin hetta árið endaði Sosialurin oddagreinina soleiðis:

…So tað er meiri enn so, at okkara vegir hava krossast, teir føroysku og teir írsku, gjøgnum søguna og higar til dags. Ikki minst, tá Tróndur Patursson var við í tiltiknu Brendans-ferðini hjá Tim Severin í 1978. Nú er eisini mangt, ið bendir á, at tað fragdarhúsið, sum Norðurlandahúsið er, hevur hepnast at knýta enn eitt írskt samband til Føroya. Leiðslan í írsku operuni hevur vitjað í oyggjunum og semja er millum partarnar um, at menna henda mentunarliga fremmanda, men dýrmetta skatt, so eisini tey, ið hava búsett seg so fjarskotið, sum í Føroyum og í Galway, kunnu njóta góða, altjóða operu. Hetta er mentapolitikkur, útintur av áhugaðum eftir bestu forskriftum. Góða pátriksmessu, bæði her og í Írlandi!