Skip to main content

Posts

Ásmundur Poulsen Photo

Hetta er hvørki Rock Hudson ella Bryan Ferry, men Eiðismaðurin og fotografurin Ásmundur Poulsen (1931-2007), sum í dag hevði fyllt 82 ár. Við tráðútloysara og vatni í hárinum hevur hann sjálvur tikið myndina heima á Lützenstrøð í Havn. Dótturin, Kinna Poulsen, sum sæst í baksýni, lat í dag framsýningina upp í Steinprenti við 38 fotomyndum, sum pápin hevur tikið og framkallað. Tí er hetta ein unikk fotoframsýning, sum umframt fotolist eisini dokumenterar samtíðina, sum fleiri Eiðismenn vóru møttir at skoða. Alfred, beiggi Ásmund, er nummar tvey frá vinstru á myndini niðanfyri. Ásmundur Poulsen var Eiðismaður í Havn. Hann bygdi hús uppi á Lützenstrøð saman við konuni, Esther, sum eisini er av Eiði. Ásmundur fotograferaði í meir enn hálva øld, fyrst sum áhugafotografur, meðan hann, eins og aðrir Eiðismenn, arbeiddi á Telefonstøðini, men síðani gjørdist foto hansara yrki burturav. Verfaðirin var Jóhn í Djónastovu (1887-1970), sum er avmyndaður niðanfyri. Á niðaru myndini eru

Hvør vinnur Oscar?

Sunnukvøldið verða Oscarvirðislønir handaðar í the Dolby Theatre, fyrrverandi Kodak Theatre, sum tó enn er sami bygningur á Hollywood Boulevard. Eingin einstøk filmsvirðisløn er so týðandi sum henda, ið kann lyfta ókendar filmar, filmsleikarar og filmsleikstjórar, fram í ljósið og tryggja teimum eina framtíð. Mest áhugaverda grein er Best Foreign Language Film , besti filmur, sum ikki er amerikanskur. Her er tað at norðurlendskir filmar ofta gera seg galdandi, og aðrir púra fremmandir filmar, sum í størri mun enn mainstream blockbusters eru nýskapandi og listarliga áhugaverdir. Soleiðis er aftur í ár. Tveir norðurlendskir filmar eru skotnir upp, norski Kon-Tiki (Joachim Rønning og Espen Sandberg 2012) og danski En kongelig affære (Nicolaj Arcel 2012). Umframt ein kilenskan og kanadiskan film, er eysturríkski Amour (Michael Haneke 2012) millum hesar fimm. Filmklubbin í Tórsbyrgi vísti henda filmin í gjárkvøldið. Eg má siga sum er, at eg vóni hann vinnur. Norski filmurin er nettu

Arbeiðsnáðir í hálvt ár

Mynd: Torkil Djurhuus Sakaris Stóra í Skopun er fegin. Nú fer hann at fáa løn fyri tað, sum hann brennir fyri. Tað er at gera film. Higartil hevur hann bara lønt øðrum og so rindað rokningar fyri film, sum hann gerð í egnum navni. Á fyrsta fundi í 2013 hevur Mentanargrunnur Landsins gjørt av, hvør fær starvsløn nú og komandi. Sakaris er ein av teim hepnu, sum uppliva tann luksus at fáa arbeiðsnáðir at halga seg listini í seks mánaðir. Frá Mentanargrunni Landsins hava fleiri onnur á føroyska mentapallinum fingið tey góðu boð, at nú verða arbeiðsnáðir í eina tíð. Eingin fekk trý ára starvsløn, men Hanni Julius Bjartalíð og Sissal Kampmann fingu eitt ára starvsløn. Umframt Sakaris fáa Bárður Eklund, Lena Anderssen og Tróndur Patursson starvsløn í 6 mánaðir. Hálvt so langa starvsløn fáa Andras Olsen, Annika Skaalum, Bárður Oskarsson, Bjarni Restorff, Janus á Húsagarði, Jens L. Thomsen, Johnny Thomsen, Rakel Helmsdal, Silja Strøm og Vígdis Hentze Olsen. Starvsløn í tveir mánaðir fáa An

So stinga vit fingurin í jørðina...

Í dagsins Sosiali er ein lakonisk viðmerking til prátið í Eygleiðingini í morgunsendingini í Útvarpinum í gjár. Sosialurin vil vera við at tey trý, sum tosaðu í sendingini, søgdu, at eingin myndamaður er á Sosialinum. Tað er ein lodrøtt lygn. Eg nevndi hann sjálvur við navni, Álvur Haraldsen, og rósti honum og Dáva Winther eisini. Hvussu Sosialurin lurtar er mær ein gáta. Men her er øll sendingin . Gravið so. Í lakoniska Sosialstubbanum á síðu tvey, sum fyri ársskiftið var hugvekjandi hvassur og stuttligur, men nú bara eitt súrt rop, verður sagt við herðandi kursiv, at øll mugu stinga fingurin í jørðina og ikki droyma dreymar, tí fíggjarligi veruleikin setir síni mørk. Júst so. Á myndini omanfyri síggja vit, hvat journalistiskt hegni sama redaktión leggur í hesi belærandi orðini. Aftanfyri miðlaetiska Sosialstubban sæst til høgru ein grein við mynd í Politiken og til vinstru er týddi teksturin og stolna myndin hjá professionellum myndamanni, sum í hvussu er ikki er í starvi á Sosal

Til ytstu skapandi mørk

Samrøða úr Dimmalætting fyri sjey árum síðani, í februar 2006: Tað var listin hjá Tróndi Paturssyni, ið elvdi til, at eg bleiv myndamaður, sigur Bárður Eklund. Eg dugi ikki at mála á lørift, men hansara royndir uttanlands góvu mær dirvi at leita upp míni ytstu skapandi mørk Samrøða Birgir Kruse Eklundnavnið kom til Føroya við langabbanum úr Svøríki, sigur Bárður, ið er myndablaðmaður við stórum virðislønum. Beint komin úr Missouri í USA, har hann í sjey mánaðir hevur verið gestalærari, er hann ávegis til Keypmannahavnar, har hann arbeiðir free lance og selur myndir, ið hava nátt forsíðunum á BT, Berlingske Tidende, Weekend Avísini og Le Figaro. Í bløðunum havi eg varnast fleiri ungar menn, sum taka framúr góðar myndir. Hví er tað so? - Eitt boð kundi verið, at hóast Føroyar eru smáar, so er mentanarliga umhvørvið skapandi á øllum økjum, og so eru fleiri møguleikar at stilla út, sigur Bárður og slær fast, at sjálvandi liva ikki øll av listini, men bara tað, at áhugin fyri men

Nordic Cool 2013

Í nýggjastu útgávuni av The Faroese Podcast , tosar Matthew Workman, omanfyri, við Guðrið Højgaard um føroysku luttøkuna á stóru framsýningini Nordic Cool , sum er í The Kennedy Centre í Washington D.C. í døgunum 19. februar til 17. mars 2013. Eitt katalog , ið telur 54 síður, er gjørt til framsýningina og kann nú lesast á netinum. Tróndur Patursson og teir um 90 fuglarnir úr glasi eru umrøddir í framsýningarpartinum undir heitinum “Migration”, Eivør og Yggdrasil verða nevnd í tónleikapartinum og Hanus Kamban í bókmenta- og kjakpartinum. Burtursæð frá Yggdrasil, er tíanverri eingin føroysk mynd at síggja í tí snøgga og greiða kataloginum, har finska lýsingafyritøkan Mokoro & Moi hevur gjørt búmerkið, sum sæst á permuni og heimasíðuni. Richard Peña, sum hevur verið í Føroyum á filmstevnu, hevur sett saman eina rættuliga óvanliga norðurlendska filmskrá frá “Körkarlen” hjá Victor Sjöström frá 1921 til spildurnýggjar eksperimenterandi og virðisløntar filmar, sum “Teddy Bear” hjá Mad

Myndloysingar

Samstundis sum útlendingar hálova Føroyum sum fotoparadís á jørð, fækkast journalistisku fotografarnir her á landi. Dimma hevur ongan fotograf havt í eitt mannaminni, Sosialurin brúkar meistarligar fotografar at gera portrettmyndir og montasjur, og hevur ein pressufotograf, sum oftast tekur ítróttamyndir, og nú fara tríggir góðir Kringvarpsfotografar at arbeiða í Danmarks Radio. Teir eru Jan Arnskov, Bárður Veihe og Bárður Thomsen, sum er har frammanundan. Í eina uppsagnarumfarinum herfyri varð meistarligi fotografurin, Rúni Friis Kjær, eisini við. Útlendskir miðlar hava fyrr tikið sær av so frægum føroyskum miðlafólkum sum Per Zachariasen, Jan Fagranes og Bárði Eklund. Nýggjasta er, at Jóhannes Danielsen er farin í starv hjá Zentropa. Kann tykjast, sum um vit eru ein klekimaskina, ið hevur ta kørgu tilverutreyt, at her skal einki fáast at vaksa. Tað er greittorðað og púra myndaleys tala, tá leiðslurnar á miðlunum so greitt ynskja myndir hagar piparið grør. Og tað er óansæð mynd. Ta

Facebook er ein steinaldargassi

Øll eru á Facebook og tey, sum vita best um Facebook, eru ikki á Facebook. Soleiðis er tað. Facebook er blivið tað nýggja almennið, tað nýggja vaglið, har sum øll eru, sjálvt tey, sum ikki eru. Tí Facebook er samstundis vorðin ein maktmiðdepil, har vinir og kenningar savnast í flokki og vísa sína flokstrúgv og floksmentalitet. Helst er tað sum at vera veiðimaður í steinøld. Tú lesur luftina, sýnina og havsbrúnna, tekur gassan í hond, meddar og buldrar so til. Veiðina dregur tú heim til tín búfelagsskap. Hevur hann nýliga kavað, so síggjast ivaleyst blóðsporini eisini. Einki er broytt, annað enn støddin og skipanin. Funksjónin og tørvurin eru tey somu. Sum hjá dýrunum skal búøkið eyðmerkjast og pelar setast, so vit kunnu byrgja okkum inni ella úti. Tó, steinaldarbúfelagsskapurin er víðkaður til eina milliard sussandi grindamenn og bindiklubbakonur um allan heim. Tað segði Facebook í oktober. One billion. Men við okkum inn í henda markleysa milliardabúfelagsskap flyta vit allar

Ein kúlubøka, eitt glas av sjampanju, gamlar fotomyndir, tvær góðar bøkur – og ein gáva!

Limabræv frá Steinbrá : Hóast sjáldsama mildan januar, rakti fyrsta vetraródnin við aldum so høgum sum háhús. Tað hava vit ikki sæð fyrr. Men inni í fjálga grafiska verkstaðnum, Steinprenti, verður arbeitt sum vant. Millum uppgávurnar hava vit eisini havt stundir at skeinkja sjampanju í frøði um, at yrkjarin og myndlistamaðurin Tóroddur Poulsen fekk Mentanarvirðisløn Landins 2012. Umframt heiður og gleði ber virðislønin í sær tær natúrligu arbeiðsnáðir, sum 150.000 krónur geva. Í takkarrøðuni, sum Útvarpið sendi beinleiðis úr Spaniastovu, læs Tóroddur úr nýggju bókini “Avbyrgingar”. Hetta er yrkingasavn við upprunagrafiskum prentum, sum Steinprent gevur út. Og í síðstu viku vórðu vit mint á ta víðu fløtu, sum havið er. Av opnum havi og inn til okkara kom ein kúlubøka og spældi millum bátarnar, dygst við dyrnar. Hóast onkur vildi hjálpa hvølpinum út á tað vágvilla hav, kom hann inn aftur til okkara, so børn í øllum aldri gleddust og leitaðu oman á søguligu brúgvarnar hjá Öström.

At siga tað ónevniliga

Fríggjakvøldið var leikstjórin Kristina Sundar Hansen profilur í Degi og Viku . Kjakevnið var tað, sum hendi fyri sjey árum síðani, tá Kristina misti tveir synir og ein triði vinmaður teirra eisini lat lív í einum eldibrandi í Havn. Orsøkin til at hetta evnið varð tikið upp í aktuellu sjónvarpsendingini, var nýggi harmleikurin, sum Kristina hevur skrivað, og sum skuldi frumframførast á Tjóðpallinum kvøldið eftir, Sár á sál . Longu í heitinum hugsi eg um Løgneren hjá Martin A. Hansen. Sig ikki navnið ov skjótt. Sárað sál. Sár á Sál. Sárað sál. Eitt gott heiti. Tó, sjónvarpsprátið millum journalist og leikstjóra tyktist mær so kensluleyst, at eg fekk hug at sløkkja, so illa kendi eg meg sum hyggjara heima í stovuni. Støðið varð tikið í vendingini “Eg hugsi ofta um teg”. Hvat meina tey við, sum siga so? Amerikanarar fara eitt stig longur og siga í ramasta álvara “We’ll remember you in our prayers”, tá tey síggja føroyska veðurkortið. Havi mangan hugsað, hvat tey meina við, tá te

Fokus á foto

Bergur I. Johansen er ein av teim tólv limunum í Myndafelagnum Fokus , sum sýna fram í hesum døgum í Smiðjuni í Lítluvík. Tey lótu upp í gjár og opið er til og við týsdagin, frá klokkan 14 til 18. Seinrapartin í dag sat 24 ára gamli argjamaðurin vakt. Hann hevur gingið á Tekniska Skúla í Klaksvík, arbeiðir sum avskipari hjá Bakkafrost í Kollafirði og fotograferar í frítíðini. Bergur, sum er millum teir yngstu í felagnum, hevur eitt Nikon kamera við á framsýningini. Við hesum kamera tók hann myndina av Bøsdalafossi við tráðútloysara í 38 sekund. Her er nógv ymisk tøkni og skiftandi myndaevni, nær og fjar, úr øllum landinum. Her er norðlýsið av Viðareiði og eyðkenda Kingoljósið úr skíggjunum og niður millum oyggjarnar. Millum tey mest spennandi myndaevnini er uppstillaða ervamyndin hjá Jógvani Horn av Sandi, har ein rúgva av litum í troyggjuni hjá smádronginum verða undirspældir í tí svart hvíta, meðan smábilarnir eru savnaðir út eftir gólvinum. Eina myndin hjá Mortani Mor