Skip to main content

Ein kúlubøka, eitt glas av sjampanju, gamlar fotomyndir, tvær góðar bøkur – og ein gáva!


Limabræv frá Steinbrá:

Hóast sjáldsama mildan januar, rakti fyrsta vetraródnin við aldum so høgum sum háhús. Tað hava vit ikki sæð fyrr. Men inni í fjálga grafiska verkstaðnum, Steinprenti, verður arbeitt sum vant. Millum uppgávurnar hava vit eisini havt stundir at skeinkja sjampanju í frøði um, at yrkjarin og myndlistamaðurin Tóroddur Poulsen fekk Mentanarvirðisløn Landins 2012. Umframt heiður og gleði ber virðislønin í sær tær natúrligu arbeiðsnáðir, sum 150.000 krónur geva. Í takkarrøðuni, sum Útvarpið sendi beinleiðis úr Spaniastovu, læs Tóroddur úr nýggju bókini “Avbyrgingar”. Hetta er yrkingasavn við upprunagrafiskum prentum, sum Steinprent gevur út. Og í síðstu viku vórðu vit mint á ta víðu fløtu, sum havið er. Av opnum havi og inn til okkara kom ein kúlubøka og spældi millum bátarnar, dygst við dyrnar. Hóast onkur vildi hjálpa hvølpinum út á tað vágvilla hav, kom hann inn aftur til okkara, so børn í øllum aldri gleddust og leitaðu oman á søguligu brúgvarnar hjá Öström.
Hesi fýra vøkru prent, niðanfyri, sum Tóroddur gjørdi í Steinprenti, eru ársgávan til tykkum limir í grafiska stuðulsfelagnum Steinbrá. Gávan, ið er ókeypis, er klár at heinta í Steinbrá, eitt prent til hvønn. Tey, ið hava hug at gerast limir í Steinbrá, kunnu tekna seg á sama stað. Ársgjaldið er 500 krónur. Nærri fæst at vita um felagið hjá kassameistarnum, sum eisini umsitur limalistan.





Umframt Tórodd, hevur Hansina Iversen eisini arbeitt á verkstaðnum. Annan vegin hevur Hansina arbeitt við eini stórari og litríkari kompositión og hinvegin við einum lágmæltum myndaevni, sum við stórum vakurleika sæst á nýggju plakatini á Tjóðpallinum, har sorgarleikurin “Sár á Sál” varð frumframførdur leygarkvøldið.



Samstundis sum myndirnar hjá Tóroddi kunnu vera dekorativar, eru tær eisini hvassar og satiriskar, soleiðis sum vit kunnu síggja í nýggju steinprentunum, ið hann gjørdi á verkstaðnum í januar. Eitt eyðkenni fyri listamannin, ið heldur hánt um tað hátíðarliga og tilgjørda, er at hann dyrkar hitt gerandisliga. Millum afturvendandi yndisevni eru súkklur, stólar, kustar og spannir, sum vit síggja dømi um her. Tóroddur hevur tulkað heilagu kvøldmáltíðina við spannum, har Judas er ein hvølvd spann, eins og átrúnaðarliga dimensjónin sæst aftur í stórbæru myndini “Hin góða spannin og hinar”.




Vit fegnast um eitt virkið vár, sum stendur fyri durum. Longu 22. februar letur Steinprent dyrnar upp fyri eini fotoframsýning við Ásmundi Poulsen (1931-2007), har dótturin, Kinna Poulsen, er kurator og hevur sett saman eina røð av meistarligum svart hvítum fotomyndum. Síðani verða prentini hjá Claus Carstensen sett í rammu og send til Keypmannahavnar, har tey verða sýnd fram á Norðurbryggjuni, sum í mai fer at varpa ljós á Føroyar undir heitinum “Klaksvikaffærer”.



29. februar gevur Steinprent út tvær bøkur í nýggju røðini, sum fyrstu ferð sóu dagsins ljós, tá “Villvísi” hjá Tóroddi Poulsen kom út við upprunagrafiskum steinprentum eftir Bjarne Werner Søresen. Nýggju bøkurnar, sum koma út henda dag, eru eftir Claus Carstensen, sum í tveimum bókum lýsir tríggjar tekstir hjá Søren Ulrik Thomsen, ið skrivar um evnið óndskap.



Grafikarin Marius Olsen, sum býr í Finnlandi, var nýliga í Havn og sat fyri, tá beiggin, listamálarin Torbjørn Olsen, gjørdi eina nýggja altartalvu, hesaferð við Emmaus sum myndaevni. Tá nýtulkaði Marius eina gamla kvinnumynd, sum var við á framsýning hjá føroyska Listafelagnum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.



16. og 17. mars kl 16:00 skipar Steinbrá fyri almennari sýning í Havnar Bio, har nýggi franski filmurin 'Renoir' (Gilles Bourdos) verður sýndur. Undan sýningini leygardagin heldur Hanna Jensen, studentaskúlalærari og franskur konsul, fyrilestur um filmin, sum er um listamálaran Auguste Renoir og sonin Jean Renoir, sum var filmsleikstjóri.


Væl møtt í Steinprenti og Havnar Bio í vár!