Skip to main content

Facebook er ein steinaldargassi


Øll eru á Facebook og tey, sum vita best um Facebook, eru ikki á Facebook. Soleiðis er tað. Facebook er blivið tað nýggja almennið, tað nýggja vaglið, har sum øll eru, sjálvt tey, sum ikki eru. Tí Facebook er samstundis vorðin ein maktmiðdepil, har vinir og kenningar savnast í flokki og vísa sína flokstrúgv og floksmentalitet.

Helst er tað sum at vera veiðimaður í steinøld. Tú lesur luftina, sýnina og havsbrúnna, tekur gassan í hond, meddar og buldrar so til. Veiðina dregur tú heim til tín búfelagsskap. Hevur hann nýliga kavað, so síggjast ivaleyst blóðsporini eisini.

Einki er broytt, annað enn støddin og skipanin. Funksjónin og tørvurin eru tey somu. Sum hjá dýrunum skal búøkið eyðmerkjast og pelar setast, so vit kunnu byrgja okkum inni ella úti. Tó, steinaldarbúfelagsskapurin er víðkaður til eina milliard sussandi grindamenn og bindiklubbakonur um allan heim. Tað segði Facebook í oktober. One billion.

Men við okkum inn í henda markleysa milliardabúfelagsskap flyta vit allar okkara meiningar og grundsjónarmið, og allar okkara vinir eisini, teir sum vit framman undan kendu, og sum hava sínar meiningar og grundsjónarmið, sum vit longu frammanundan seta prís uppá. Teir vinir, sum vit búðu saman við, meðan vit lósu í útlondum, og sungu allar Frændursangir saman við, og sum vit nú samstarva við í egnum landi, eftir loknan lestur í tí fremmanda uttan nakrantíð at hava mælt annað enn móðurmálið. Heima er blivið heima í nýggjum potensi, har lummaull og nalvapilkarí eru blivin ósagdar listagreinar.

Nýggi maktmiðdepilin verður eitt forðandi og afturhorvandi almenni. Eisini hjá løgmanni og øðrum politikarum, sum ikki fýra fyri at útbasúnera meiningar um, hvussu samfelagið skal rekast og hvør skal rinda og hvør skal hartast. Og so taka vit steinaldargassan fram og trýsta like ella lata vera, alt eftir, um tað eru okkara viðhaldsfólk ella ikki, ið hava ført nakað fram.

Facebook sementerar okkara meiningar og okkara vinaskara. Vit verða øll senda á savn til æviga konservering, hvørja ferð vit trýsta á like. Men traðkar onkur útum og sigur nakað óvæntað, sum í sanginum hjá kára p, so verða hann ella hon hartað við mótálopi. Um tú ikki trýrt tí, so hygg í Dimmu. Tað er breaking news beint nú. Og so sussa vit víðari, hvør í sínum høsnagarði. Soleiðis er tað.