Mynd: Torkil Djurhuus
Sakaris Stóra í Skopun er fegin. Nú fer hann at fáa løn fyri tað, sum hann brennir fyri. Tað er at gera film. Higartil hevur hann bara lønt øðrum og so rindað rokningar fyri film, sum hann gerð í egnum navni. Á fyrsta fundi í 2013 hevur Mentanargrunnur Landsins gjørt av, hvør fær starvsløn nú og komandi. Sakaris er ein av teim hepnu, sum uppliva tann luksus at fáa arbeiðsnáðir at halga seg listini í seks mánaðir. Frá Mentanargrunni Landsins hava fleiri onnur á føroyska mentapallinum fingið tey góðu boð, at nú verða arbeiðsnáðir í eina tíð. Eingin fekk trý ára starvsløn, men Hanni Julius Bjartalíð og Sissal Kampmann fingu eitt ára starvsløn. Umframt Sakaris fáa Bárður Eklund, Lena Anderssen og Tróndur Patursson starvsløn í 6 mánaðir. Hálvt so langa starvsløn fáa Andras Olsen, Annika Skaalum, Bárður Oskarsson, Bjarni Restorff, Janus á Húsagarði, Jens L. Thomsen, Johnny Thomsen, Rakel Helmsdal, Silja Strøm og Vígdis Hentze Olsen. Starvsløn í tveir mánaðir fáa Anton Petersen, Dánjal á Neystabø, Elin Henriksen, Guðrið Poulsen, Gunnar Restorff, Marjun Bæk, Randi Samsonsen, Ria Tórgarð, Súsanna Tórgarð og Vár Berghamar Jacobsen. Starvsløn í ein mánað fáa Beinta Clothier, Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð og Mikael Blak. Á heimasíðuni hjá Mentanargrunninum stendur upplýst, at endamál grunsins er "at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir." Upplýst verður at grunnurin virkar eftir Løgtingslóg nr 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins, Kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 fyri Mentanargrunn Landsins og sambært Starvsskipan frá 21. september 2000 fyri Mentanargrunn Landsins. Í nevndini sita Jóanna Djurhuus, forkvinna, Sámal M. Kristiansen, næstformaður, og nevndarlimirnir Steintór Rasmussen, Inger Smærup Sørensen og Edvard Nyholm Debes. Skrivari er Paulivar Andreasen og grunnurin heldur til hjá honum í Tórgarðsgøtu 42 í Havn. Í fjør varð stuðul latin til 71 bøkur og 65 fløgur. Samlaðu játtanir grunsins fyri undanfarna ár eru settar inn niðanfyri: